Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 224 - 20. november 2006 ] Pessimisman trívist í Liverpool Spanski miðvallarspælarin hjá Liverpool, Xabi Alonso, er misnøgdur við stemningin í enska felagnum. Tað gongur illa hjá Liverpool í Premier League, og liðið liggur nummar 13 í deildini. - Eg síggi pessimismu allastaðni, so tað verður trupult hjá okkum at koma fyri okkum aftur. Vit klára ikki at vinna tríggjar dystir á rað, og vit klára ikki at brúka sigrarnar í Champions League til nakað í landskappingini, sigur Alonso. Stóri trupulleikin hjá liðnum er á útivølli, har liðið bert hevur fingið tvey stig í sjey dystum. B68 nýggjan álopsspælara 21 ára gamli klaksvíkingurin Jósup Henriksen skal styrkja um álopið hjá B68 komandi kappingarár. Eitt ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar og í farnu viku vandi nýggi maðurin saman við hinum á Svangaskarði. Hann sá út til at kenna seg væl millum hinar B68-ararnar. Um unga klaksvíkingin verður sagt, at hann er ein evnaríkur spælari, sum stríðist væl á vøllinum. Hann er skjótur og hevur góð evni at skora. Jósup Henriksen var við á U17-landsliðnum, men tey næstu árini gjørdi hann lítið við fótbóltin. Í ár er hann byrjaður aftur av álvara, og hann skoraði 13 mál fyri 1. deildarliðið hjá KÍ. VB vann fyri aðru ferð á rað í Sunset deildini, tá Kyndil vitjaði í Vági. Við sigrinum er VB nú eitt stig aftanfyri Neistan í oddinum, meðan Kyndil við tapinum enn liggur á aftasta plássi HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystinum lá VB á triðja plássi við fýra stigum, meðan Kyndil lá aftast við tveimum stigum. Gongdin hjá báðum liðunum hevur tó verið tann rætta í seinastuni. Síðsta vikuskiftið vann VB á oddaliðnum Stjørnuni, meðan Kyndil hevur leikt tveir javnleikir á rað, so nógv væntaðu ein spennandi dyst í Vági. Jøvn byrjan VB og Kyndil vóru sera jøvn fyrstu løtuna, og liðini fylgdust væl at. Tey skiftust um at skora mál, og munurin var at kalla eingin á liðunum. Eftir 10 minuttum vóru kvinnurnar úr Vági so sera óhepnar, tá nýggi serbiski leikarin, Ivana, mátti fara út við skaða, og hetta tóktist ávirka VB-leikararnar nakað. Tær høvdu ringt við at finna stevið eina løtu, og hetta gjørdi kyndil sær dælt av, og eftir 20 minuttum førdi Kyndil 7-9, og hesa løtua var kyndil oman á. 16 minuttir avgjørdu dystin Var Kyndil oman á hesa løtuna, so funnu vágskvinnur veruliga stevið eftir hetta. Tær fingu verjuna at koyra, og málverjin stóð ótrúliga væl síðstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki. Tær tóku fullkomiliga pippið frá kyndlakvinnunum, og hesa síðstu løtuna áðrenn hálvleiki skoraði VB 7 ferðir, meðan Kyndil einki mál fekk. So hálvleiksstøðan var 14-9 til VB. Í seinna hálvleiki byrjaði VB, sum tær endaðu í fyrra hálvleiki. Tær hildu verjuna koyrandi, og fyrstu seks minuttirnar megnaðu tær eisini at halda Kyndli frá at skora. Hesa løtuna skoraði VB fýra ferðir, so tá førdi VB heili 18-9 yvir Kyndli, og nú tóktist dysturin avgjørdur. Kyndil kempaði seg aftur So kom vend aftur í dystin. Kyndil megnaði aftur at skora mál, og nú skoraðu tær fleiri. Tær spældu eisini ótrúliga væl hesa løtuna, og fleiri ferðir megnaðu tær at opna verjuna hjá VB við góðum kombinatiónum. VB gjørdi helst tann feilin, at tær føldu seg ov tryggar í sigrinum, so tær byrjaðu at skifta fleiri leikarar úr, og hetta hjálpti slett ikki upp á støðuna. Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum hevði Kyndil minka um munin niður í 25- 19, og næstu løtuna fingu tær fýra mál á rað, soleiðis at munurin knappliga var niðri á tveimum málum, og fimm minuttir vóru eftir at spæla. So megnaði VB tó at skora tvey mál á rað, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil fekk tó tey síðstu tvey málini, og sostatt endaði dysturin 27- 25 til VB. Hjá VB áttu serliga verjan og málverjin ábyrgdina av sigrinum henda dagin, men bæði Daiva og Gurið spældu eisini væl í álopspartinum. Ein av ungu leikarunum hjá VB, Bára Mortensen, spældi eisini ein góðan dyst, og hon fekk fýra mal av vonginum ímóti Kyndli. Við sigrinum er VB nú bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, og tær eru veruliga í fer við at blanda seg í oddin. Kyndil liggur enn á aftasta plássi eftir ósigurin á VB. Tá Stjørnan helt frí um vikuskiftið, nýttu Neistakvinnurnar høvið at leggja seg á odda í landskappingini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinni hálvleikur hjá StÍF- kvinnunum sunnudagin var ein av teimum heilt tungu hjá liðnum. Fyri steðgin hevði StÍF enn einaferð prógvað, at liðið veruliga er komið fyri seg, og við at ansa eftir kontra-vápninum hjá Neistanum, megnaðu tær at toga seg nakað fram. Tað vendi tó eftir steðgin. Kanska serstakliga tí Fríða Petersen mest sum alt fyri eitt hevði nakrar fínar bjargingar. Eina løtu fekk hetta StÍF-kvinnurnar at missa høvdið, soleiðis at álop vórðu endað óneyðuga skjótt, og tað var nóg mikið hjá Neistanum. Hóast tær eisini misnýttu nakrar ferð- irnar, so megnaðu tær at toga seg framum, og tá tær um miðjan seinna hálvleik skoraðu fýra ferðir á rað, var leyst og liðugt. Sigurin ber við sær, at Neistin nú er einsamalt oddalið í Sunset-deildini, har tær tó hava spælt ein dyst fleiri enn Stjørnan. StÍF er enn ikki komið heilt nær oddinum, men verður hugt yvir eitt longri tíðarbil, er framgongdin á liðnum stór. Seinastu kapp- ingarárini hevur miðvíst verið arbeitt við at menna egnar spælarar, og tað arbeiðið tykist nú geva ávøkst. Somikið væl, at liðið nú hevur fingið bulin veruliga upp á pláss, og tað er væl hugsandi, at liðið við rætta styrkinum veruliga kann bjóða av í oddinum komandi árini. VB-Kyndil 27-25 (14-9): VB komið fyri seg Tað eydnaðist VB at vinna, men Kyndil vísti enn einaferð, at tær kunnu bíta frá sær Mynd: Áki StÍF-Neisin 21-24 (13-11): Fríða bjargaði Neistanum StÍF-Neistin 21-24 (13-11) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8(2), Poula D. Olsen 4, Rósa Johannesen 3, Ninna K. Johansen 3(1), Malan Petersen 1, Bára B. Danielsen 1 Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6, Katja Eigeman 5(2), Ása á Neystabø 4, Rakul Augustinussen 3, Louisa Niclasen 2, Annika Thomsen 2, Gunnvá Brockie 1, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Neistin 3 Útvísingar: StÍF 2, Neistin 1 Dómarar: Uni & Hannis Wardum FAKTA UM DYSTIN Neistin megnaði betri at halda høvdinum kalt, og tá møguleikin beyðst, struku tær framum StÍF Mynd: Álvur Málskjúttar VB: Daiva Tuomaite 9 (3), Gurið Mortensen 7 (1), Bára Mortensen 4, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 2, Jóna Thorsteinson 2, Una Egilsdóttir 1 Kyndil: Anja Heinadóttir 10, Lina Andriulyte 7, Brynhild Klein 2, Jórun Ludvig 2, Jacklin Durhuus 2, Barbara Egilstrøð 1. Vesna Tomajek 1 Brotskøst: VB 5, Kyndil 0 Útvísingar: VB 2, Kyndil 2 FAKTA UM DYSTIN