mánadagur 20. november 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 224 - 20. november 2006 ]
SÍ-Fleyr 1-3 (25-
21, 25-27, 17-25,
15-25):
Fleyr vann
í Sørvági
Fleyr vann trygg
an sigur á SÍ í
sørvági sunnu
dagin, og við
sigrinum nærkast
Fleyr medaljunum
nakað, meðan SÍ
nú er einsamalt
aftast
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin tapti Fleyr
fyri Fram, og tí máttu
teir royna at koma aftur
á rætta kós, tá teir skuldu
til Sørvágs at møta SÍ.
SÍ mátti eisini royna at
vinna dystin, soleiðis
at teir kundu nærkast
medaljuplássunum.
Tað var SÍ, sum fekk
betru byrjanina. Teir
løgdu væl fyri í fyrsta
setti, og hetta megnaðu
teir eisini at vinna 25-21,
men so vendi dysturin.
Annað sett var ótrúliga
javnt, og liðini fylgdust
at kalla allan vegin. At
enda var tað tó Fleyr,
sum dró longra stráðið,
og teir vunnu 25-27.
Nú vóru leikararnir
hjá Fleyr veruliga kom-
nir fyri seg, og í triðja
setti var ongantíð nakar
ivi, hvat lið var tað
betra. Her vann Fleyr
17-25, og nú stóð illa
til hjá SÍ. Aftur í fjórða
setti hølvaði Fleyr Í av,
og úrslitið í hesum sett-
inum gjørdist 15-25.
Sostatt hevur Fleyr nú
lagt SÍ aftur um seg, og
teir nærkast spakuliga
medaljuplássunum.
Gongur væl hjá
Claus og teimum
Blackpool hevur rættiliga fingið fótin fyri seg í triðbestu
ensku fótbóltsdeildini. Fyrstu umførini gekk ikki meira
enn rímiligt, men nú hevur ligið togað seg langt upp eftir
stigatalvuni. Leygdagin spældi Blackpool á heimavølli ímóti
Huddersfield, og Blackpool vann dystin 3-1. Fyrrverandi
føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var eyka-
maður, og hann kom á vøllin móti endanum av dystinum.
Blackpool liggur nú nummar 10 av 24 liðum í League One.
Liðið hevur 25 stig fyri 18 dystir.
Norðmaður vil ikki til United
Norska felagið Haugesund hevur sagt nei til eitt tilboð frá
enska felagnum Manchester United upp á 16 ára gamla
spælaran Håvard Nordveit. Hóast hann bert er 16 ára gam-
al, hevur hann longu spælt fleiri dystir á besta liðnum hjá
Haugesund, og eftir eina royndarvenjing í United, kom enska
felagið við einum tilboði til Haugesund.
Men spælarin, familjan og felagið hava í felag gjørt av,
at Nordveit skal halda fram at spæla fyri Haugesund eina
tíð afturat.
Mjølnir vann topp
dystin ímóti ÍF í
meistaradeildini hjá
monnum. Sigurin var
tryggur, og við hesum
eru nú bert tvey stig
á muni millum ÍF og
Mjølnir í oddinum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Undan vikuskiftið var ÍF
einasta ósigraða liðið í meist-
aradeildini hjá monnum.
Teir høvdu vunnið flestu
dystirnar rættiliga trygt, og
einasata liðið, sum veruliga
hevði givið ÍF mótstøðu und-
an vikuskiftinum var Mjøln-
ir, tá ÍF og Mjølnir møttust á
Kambsdali í øðrum umfari.
Gongdin hjá Mjølni hevur
eisini verið sera góð sísðtu
dystirnar, og teir hava vunnið
síðstu dystirnar trygt, so lagt
var upp til sannan toppdyst,
tá hesi bæði liðini hittust í
KÍ-høllini sunnudagin.
Mjølnir van trygt
Tað var eisini Mjølnir, sum
kom betri í gongd í topp-
dystinum í Klaksvík. Spælið,
sum teir hava víst síðstu
dystirnar, lá enn í teimum,
og teir spældu ÍF bæði niður
og norður í hesum settinum.
ÍF fekk stutt og greitt ongantíð
eitt bein til jørðina, og Mjølnir
var klárt betra liðið. Endaliga
úrslitið av fyrsta setti gjørdist
heili 25-16 til heimaliðið,
og sostatt høvdu teir fingið
eina sera góðan byrjan upp á
oddastríðið.
Bleiv javnari
Í øðrum setti kom ÍF betri við.
Nú høvdu teir funnið spælið
fram, sum hevur ført teir til
sigurs í øllum dystunum í ár,
og teir góvu heimaliðnum
harða mótstøðu. Liðini
fylgdust at kalla alt settið, og
munurin var snøgt sagt eingin.
At enda megnaði Mjølnir tó
enn einaferð at vinna á Íf, og
úrslitið av hesum settinum
gjørdist 25-23 til Mjølnir.
Nú sá ikki gott út hjá ÍF,
og um teir ikki skuldu fáa sítt
fyrsta tap í ár, so noyddust
teir at vinna restina av sett-
unum. Triðja sett bleiv enn
einaferð sera javnt, og mun-
urin millum liðini var ikki
serliga stórur. Liðini fylgdust
upp eftir, og tey máttu spæla
út um tey vanligu 25 stigini.
Enn einaferð var Mjølnir
tó drúgvari, tá teir at enda
vunnu 28-26, og sostatt hev-
ur Mjølnir birt nýtt lív í stríðið
um oddasessin. Við sigrinum
liggja teir nú javnir á øðru
plássi saman við Fram, og
tey eru bert tvey stig aftanfyri
oddaliðið, ÍF.
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-16, 25-23, 28-26):
So tapti ÍF
SÍ megnaði at halda
fast í oddinum, tá tær
vunnu ein tepran 32
sigur á TB í Sørvági
sunnudagin. Tær vóru
aftanfyri 20 í settum,
men megnaðu at venda
dystinum síðstu settini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði SÍ og TB vóru í dysti
leygardagin, tá TB vann trygg-
an sigur á KÍF, meðan SÍ tapti
3-2 á Drátti, eftir at hava ført
2-0. So dystirnir høvdu verið
sera ymiskir hjá hesum báðum
liðunum leygardagin. Eitt
høvdu liðini tó til felags, og
tað var, at bæði máttu vinna
dystin, um tey vildu halda fast
í oddinum í meistaradeildini
hjá kvinnum.
TB byrjaði betur
TB var eisini liðið, sum fekk
betru byrjanina henda dagin.
Í fyrsta setti vóru tær heldur
betri enn sørvingarnir, og tær
vunnu eisini hetta settið 21-
25. Í øðrum setti var gongdin
á leið tann sama. Her var
SÍ tó enn betri við, men at
enda kláraðu kvinnurnar av
Tvøroyri at vinna 23-25. Nú
stóð ikki so væl til hjá SÍ,
og tær máttu vinna restina
av settunum, um tær skuldu
vinna dystin.
Vend kom í
Hetta ljóðaði ikki sum nøk-
ur løtt uppgáva, eftir at hava
tapt tvey tey fyrstu settini,
men kvinnurnar úr Sørvági
gjørdu í øllum førum eina
roynd. Triðja sett gjørdist
sera spennandi, men hesa-
ferð gjørdist SÍ drúgvara liðið.
Tær vunnu settið 25-23, so nú
var dysturin knappliga opin
aftur. Fjórða settið megnaði
SÍ eisini at vinna 25-18, so
nú skuldi javnbrótari til fyri at
finna ein vinnara, og væl sást,
at SÍ hevði funnið stevið. Tær
megnaðu nevniliga eisini at
vinna javnbrótaran 15-12, og
sosatt megnaðu tær at venda
einum hóttandi tapi til ein sera
týdningarmiklan sigur.
Hvør sær vóru settini spennandi, men við samanlagt 3-0 setti Mjølnir eina tjúkka striku undir, at fuglfirðingar ikki skulu kenna
seg serliga tryggar í oddinum
SÍ-TB 3-2 (21-25, 23-25, 25-23, 25-18, 15-12):
SÍ basti TB