Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 224 - 20. november 2006 ] Mjølnir-ÍF 1-3 (21-25, 25-23, 23-25, 20-25): ÍF vann á Mjølni ÍF megnaði at vinna á botn­ liðnum, Mjølni, í meistaradeildini hjá kvinnum, og við sigrinum heldur ÍF fast um góðu støðuna í oddinum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystinum lá ÍF væl við í oddinum í bestu kvinnudeildini, meðan Mjølnir lá á aftasta plássi saman við KÍF. Tí var ÍF favorittur atvinna henda dystin. Tað byrjaði eisini væl hjá ÍF. Tær løgdu betur fyri, og í fyrsta settið vóru tær heldr sterkari enn Mjølnir. Úrslitið gjørdist 21-25 til ÍF. Í øðrum setti var gongdin tó ein heilt onnur. Her var Mjølnir enn betri við, og at enda megnaði botnliðið at vinna annað sett 25- 23, og nú var stórur spenningur í luftini i KÍ-høllini. Men ÍF vildi ikki geva Mjølni nakran møguleika at vina dystin. Tær svaraðu aftur í triðja setti, men ein einaferð var talan um eitt spennandi sett. Her vann ÍF 23-25, og nú var ÍF í eini góðari støðu. Kvinnurnar úr Fugla- firði megnaðu eisini at vinna dystin, tá tær vunnu síðsta settið rættiliga trygt 20-25, og sostatt halda tær fast um góðu støðuna í odd- inum. Mjølnir liggur enn á aftasa plássi saman við KÍF. Dráttur vísti góðan vilja, tá tær vunnu slagið um Vágoynna. Eftir at hava verið aftanfyri 2­0 megnaðu tær at venda dystinum, og sostatt eru tær enn einsamalt oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystinum var Dráttur einsamalt oddalið í meistara- deildini hjá kvinnum við bert einum tapi. Hetta tapið kom tó í fyrsta dystinum ímóti SÍ í ár, sum var á Giljanesi, so nógv mundu hugsa, at møguliga SÍ fór at endurtaka bragdið. SÍ kundi eisini bert brúka ein sigur fyri at hanga fast í oddaliðunum. SÍ legði bragdliga fyri SÍ byrjaði eisini betur í dyst- inum. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, men SÍ var oman á í fyrsta setti. Kvinnurnar úr Sørvági megn- aðu eisini at vinna hetta settið 25-22. Annað settið bleiv enn meir spennandi, og her vóru liðini at kalla púra jøvn. Tey fylgdust allan vegin, og heili 28 stig máttu til, áðrenn ein vinnari var funnin. Enn eina- ferð dró SÍ longra stráðið og vunnu settið 28-26. Nú sá ikki gott út hjá oddaliðnum, sum skuldi vinna trý sett á rað fyri at fáa ein sigur. Dráttur vendi dystinum Men kvinnurnar há Drátti gjørdu í øllum førum eina roynd. Triðja settið vann Dráttur 21-25, og nú var dysturin aftur opin. Í fjórða setti megnaði oddaliðið enn einaferð at vinna, og úrslitið í hesum settinum gjørdist 22- 25. Nú skuldi ein avgerandi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara, og enn einaferð vísti oddaliðið rætta viljan, og tær vunnu javnbrótaran 12-15. Sostatt er Dráttur enn einsamalt oddalið í bestu kvinnudeildini, meðan SÍ misti týðandi fet í teirra medaljustríði. SÍ-Dráttur 2-3 (25-22, 28-26, 21-25, 22-25, 12-15): Dráttur sterkast í Vágoynni TB vann tryggan sigur, tá tær vitjaðu í Kollafirði í meistaradeildini hjá kvinnum. Við sigrinum er TB enn við heilt frammi í oddinum, meðan KÍF er á aftasta plássi saman við Mjølni FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo TB lá á øðrum plássi undan dystinum í Kollafirði, og tí máttu tær vinna fyri at halda trýstið á oddaliðið, Drátt. Hjá KÍF var kravið eisini ein sigur fyri at sleppa úr botninum, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst, har TB mátti metast at vera favorittur, tí at KÍF hevði ikki vunnið í 5 dystir á rað. Lítil munur Fyrsta settið var sera javnt. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, og tey fylgd- ust rættiliga væl at kalla alt settið. KÍF fekk anars betru byrjanina, og tær løgdu seg eisini á odda 5-1 beinan- vegin. So kom TB tó betri við, og løtu seinna var aftur javnvág í, tá TB javnaði til 6-6. So fygdust liðini í eina løtu, og mitt í settinum førdi KÍF 13-12. Hesa løtuna vísti KÍF góðan vilja, og tær kempaðu um hvønn bólt. Spælið hjá TB var tó meir flótandi, og løtu seinni høvdu tær vunnið seg fram um 17-20. So tók KÍF tó eitt ordans hál, og legði seg á odda 22-20, og nú sá út til, at KÍF kundi fara at vina settið, men so bleiv ikki. TB vann síðstu fimm bóltarnar, og so var fyrsta settið avgjørt. TB vann trygt Spælið var sera javnt í fyrsta setti, og munurin var at kalla eingin á liðunum. Í øðrum setti sást tó týðiliga, hvat av liðunum lá í oddinum. Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl, men sum settið leið tók TB fullkomiliga yvir, og at enda vunnu tær eisini tryggan 16- 25 sigur, og nú sá ikki gott út hjá kollfirðingunum. Triðja settið bleiv eisini tað síðsta í dystinum, og enn einaferð vann TB trygt á KÍF. KÍF hevði einki mótspæl yvirfyri góða spælinum hjá TB, og kvinnurnar av Tvør- oyri vunnu hetta settið trygt 14-25. Sostatt heldur TB trýstið á Drátti, meðan KÍF enn liggur og rótar í botninum. KÍF-TB 0-3 (22-25, 16-25, 14-25): TB heldur kósini Føroyingar kappast í Danmark Leygardagin 18. novembur var fimleikakapping fyri 2. deild í Grøndals- centeret í Keypmannahavn. Tað var Gymnastikforeningen Gefion, ið stóð fyri fyrsta umfari av tveimum. Kappingin í 2. deild hevur verið niðurløgd í fýra ár. Tó vóru bara tvey lið, Gymnastikforeningen Gefion úr Keypmannahavn og Nakskov Gymnastikforening. Á liðnum hjá Gefion vóru tveir føroyingar; 17 ára gamli klaksvíkingurin Uni Mikkelsen var við sum fimleikari í sínu fyrstu kapping í Danmark, og Helgi W. Olsen var venjari hjá liðnum. Úrslitið gjørdist, at gestirnir úr Nakskov vunnu tepran sigur við 120,90 stigum móti Gefion, ið fekk 120,50 stig. Munurin er mestsum eingin, og tí kann alt henda í seinna umfarinum, ið verður í Nakskov 2. desembur. Skibby viðurkennir doping Danski súkklumaðurin Jesper Skibby viðurkennir í nýggjari bók, at hann nýtti stimbrandi evni fyri at betra um síni avrik. Bókin hjá Skibby kemur út mikudagin, men Ekstrablaðið hevur um vikuskiftið prentað brot úr bókini. Jesper Skibby greiðir frá, hvussu hann fyrstu ferð varð dopaður, og hvørjar tankar hann gjørdi sær um tað. Danski súkklarin, sum var millum teir fremstu í Danmark í nógv ár, var dopaður í fleiri ár í 1990’unum. Har var eingin slingur í valsinum, tá TB var á vitjan hjá KÍF Mynd: Álvur