Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 225 - 21. november 2006 60% av øllum sjúkra­ røktar­frøðingum í Føroyum hava um­hugsað at søkja annað starv, og forkvinnan í felagnum fyri føroyskar sjúkra­ røktar­frøðingar sigur, at tey við kanningini ynskja at fáa fakta fram á borðið VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar hevur latið eina trivnaðarkanning gjørt, og mikudagin verður úrslitið kunngjørt í Miðlahúsinum í Havn. Men longu nú hevur almenningurin fingið inn­lit í ein lítlan part av kann­ ingini, sum millum annað sigur, at 60% av øllum sjúkra­røktarfrøðingum í Føroy­um hava umhugsað at søkja annað starv. – Hatta er bert ein strofa úr allari kanningini, staðfestir Jana H. Dalsgaard, sum eisini sigur seg kenna til eina misnøgd millum fleiri av sjúkrarøktarfrøðingunum. Hon greiðir frá, at ætlanin á ongan hátt er nýggj, men longu var í umbúna fyri fleiri árum síðani. – Vit avgjørdu í 2001, at ein kanning skuldi gerast, men hetta hvarv í øll­um arbeiðinum við útbúgv­ ingini. Men í ár tóku vit so avgerð um, at nú mátti hetta gerast. Nú vilja vit hava fakta fram á borðið, sigur Jana H. Dalsgaard. 60 % umhugsað at skift starv Hesi eftirlýstu fakta koma eisini í ljósmála mikudagin í Miðlahúsinum. Men longu nú er greitt, at 60% av øllum sjúkrarøktarfrøðingum í Før­oy­um hava hugsað um at skifta starv. Jana H. Dals­ gaard heldur, orsøkirnar til hetta eru nógvar. Sparingar, samanleggingar, trýst og strongd eiga sín stóra part, og so eisini lønin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki halda samsvara við ta ábyrgd og arbeiðsnøgd, sum hesir virka undir. – Ja, tað verður spenn­andi, tá kanningin verður kunngjørd. Tað einasta vit hava vitað við vissu und­­an kanningini, er, at løn­in samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna, sigur for­kvinnan hjá sjúkra­røktar­ frøðingunum. Spurd um, hvat hon grund­ ar hetta uppáhald á, svarar Jana H. Dalsgaard avgjørd, at hetta sæst við at samanbera sjúkrarøktarfrøðingarnar við aðrar fakbólkar. Fyrsta kanningin Kanningin, sum Gransk­ ingardepilin fyri Økis­menn­ ing hevur gjørt, er tann fyrsta av sínum slag, sum er gjørd á økinum. Spurningurin er so, hvat Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær brúkt kanningina til? – Endamálið er finna út av hvar vit eru. Er tað soleiðis sum vit halda, ella eru tingini øðrvísi. Kanningina fáa vit eisini samborið við útlendskar kanningar. Har eru heilt víst nøkur rák, sum minna um hvørt annað, men eg fái sjálvandi ikki sagt meiri enn tað. Kortini kann eg siga so mikið sum, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum aðrastaðni, sum hava hugs­að um at skift starv, ikki er líka høgt sum í Føroyum, staðfestir Jana H. Dalsgaard. – Vit klára ikki at renna skjótari enn eitt vist, og eg vóni at kanningin kemur at senda eitt signal, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. Fakta fram á borðið "MNFOOVSLVOOJOHBSGVOEVSVN OæHHKBGŸSPZTLBTUKwSOBSTLJQBO 4UKwSOBSTLJQBOBSOFWOEJOTLJQBSrIFTVNEŸHVN GZSJBMNFOOVNLVOOJOHBSGVOEVNLSJOHMBOEJà  .JLVLWŸMEJàOPWFNCFSLMWFSàVS LVOOBOEJGVOEVSr4BNMKwàr4LPQVO  ,VOOBàWFSàVSVNBSCFJàJàBUTNràBFJOBOæHHKB GŸSPZTLBTUKwSOBSTLJQBO)ŸWJWFSàVSBUTFUB TQVSOJOHBSPHBUPHOBTžSwLFZQJTUJMGBSGSg 4UKwSOBSTLJQBOBSOFWOEJOJ  .FJSBGžTUBUWJUBgIFJNBTràVOJIKgOFWOEJOJ gXXXTTOGP 7JU GwMLJàr'ŸSPZVN© +$4WBCPTHŸUBÁ5wSTIBWOÁTTO!TTOGPÁXXXTTOGP 4UKwSOBSTLJQBOBSOFWOEJOBSCFJàJSWJàBUTNràBOæHHKBGŸSPZTLBTUKwSOBSTLJQBO(SVOEBSMBHJàVOEJSIFTVNBSCFJàJFS GSgHSFJàJOHGSgHPNMV(SVOEMwHBSOFWOEJOJPH'ZSSB¿BHHEBHTgMJUGSgÊ4UKwSOBSTLJQBOBSOFWOEJOJFSVQPMJUJLBSBS PHTFSGSŸàJOHBS/FWOEJOTLBMMBUBMBOETTUæSJOVNgMJUPHVQQTLPUUJMTUKwSOBSTLJQBOrTFJOBTUBMBHJEFTFNCFSrgS r4BNMKwàr4LPQVONJLVLWŸMEJàOPWFNCFSLM S O Z O 5 2 2 3 3 5 Jana H. Dalsgaard, forkvinnan í felagnum fyri føroyskar sjúkra­røktar­ frøðingar