týsdagur 21. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
5
tíðindi
Articon-samtakið, sum eisini fevnir um Byggi-Service, er ein byggifyritøka í støðugari menning. Feløgini
takast við alt slag av byggi- og annlegsarbeiðum - bæði størri og smærri. Somuleiðis gera vit eisini alt slag av
apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Tað starvast í dag umleið 100 fólk hjá feløgunum báðum,
býtt millum arbeiðsfólk, handverkarar, maskin- og lastvogns-førarar, formenn, byggi- og verkfrøðingar og
skrivstovufólk. Feløgini hava skrivstovu í Tórshavn.
Vegna vaksandi virksemi og víðkað virkisøki søkja vit eftir
verkfrøðingi/byggifrøðingi
Í samstarvi við leiðsluna og onnur í fyrisitingini fevnir starvið í høvuðs heitum um:
• Tilboðsrokning
• Fyrireiking av byggimálum
• Projektleiðsla
• Avseting og uppmáting
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar
møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Viðkomandi kemur at arbeiða í
einum toymi av teknikarum og formonnum.
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði og/ella byggi tøkni, og
helst nakað av royndum innan omanfyri nevndu arbeiðsøki. Tað er umráðandi, at tann,
ið settur verður, hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult. Góður kunnleiki til edv-skipanir, ið vanliga verða nýttar til tílík arbeiðir,
er ein treyt.
Løn og setanartreytir vera samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir avtalu
partanna millum.
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til:
P/F Articon
Postboks 3109
110 Tórshavn
og skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 24. novembur 2006.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jón Danielsen, tel. 350 700
ella 210 683.
Spælimenninir
eru ein av teimum
føroysku bólkunum,
ið hevur ferðast
mest kring heim við
tónleiki sínum. Í
2008 gongur leiðin
til Japan saman
við fiolleikaranum
Angeliku Nielsen
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Langt áðrenn Eivør, Teitur,
Týr, Høgni og Lena fóru
útum landoddarnar var før
oyskur fólkatónleikur á kon
sertferðum kring heimin.
Her hava spælimenninir
verið eitt av best umtóktu
og virknastu umboðunum
fyri føroyskan tónleik. Tí er
tað sera hóskandi, at tað er
júst hesin bólkur, ið hevur
fingið møguleikan at verða
fyrsti føroyski bólkurin, ið
spælir í Japan. Konsertferðin
verður sambært Kristiani
Blak í 2008 og er komin í
lag í samstarvi við Natsuko
Terada úr felagsskapinum
Harmony Fields, ið arbeiðir
við at útbreiða norðurlendsk
an tónleik í Japan.
Felagskapurin setti seg
herfyri við TUTL og bað
um fløgur og dvd’ir við før
oyskum tónleiki. Á hendan
hátt kom konsertferðin í
lag. Kristian Blak vónar, at
hetta verður fyrsta konsertin
av fleiri.
Spælimenninir, borga fyri
eini framúr uppliving hvørja
ferð. Festligi og trøllakendi
spælimanstónleikurin kann
fáa næstan ein og hvønn í
gott lag. Tú kanst trampa,
dansa ella hoppa, men illa
standa stillur ella still, tá
hendan orkumaskina setur
futt í. Bólkurin spælir sið
bundnan og modernaðan
norðurlendskan og amerik
anskan fólka tónleik. Hetta
hava útlendskir fyrireikarar av
fólkatónleikatiltøkum langt
síðan latið eyguni upp fyri.
Spælimenninir
hava
spælt saman í fleiri enn 20
ár og hava verið á nógvum
konsertferðum í Danmark,
Svøríki, Orkunoyggjunum,
Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi,
Finlandi og USA, har tey
millum annað hava spælt
á fólkatónleikafestivalum
og øðrum konsertstøðum.
Eisini hevur bólkurin spælt
inn 8 útgávir. Nógvar av
hesum hava selt sera væl í
útlandinum.
Manningin hevur verið
heldur skiftandi hesi árini,
men ávís nøvn ganga aftur
- kanska serliga Kristian
Blak, Sharon Weiss og
Ívar Bærentsen eru vorðin
ímyndin av bólkinum.
Men seinnu árini er unga
Angelika Nielsen vorðin ein
afturvendandi spælimaður.
TUTL lýsir konsertferðina
í Japan, sum Spælimenninir
við Angeliku Nielsen.
Frálíka fiólspælið hjá
Angeliku ger, at hon telist
millum bestu yngru føroysku
fiólleikarar.
Áhugin fyri føroyskum
tónleiki í Japan byrjaði í
fjør. Kristian Blak segði í vár
við Sosialin, at í desember,
januar og februar sendi
plátufelagið TUTL pakk ar
við tilsamans 250 føroyskum
fløgum til fløguhandilin
Garden Shed í Tokyo. Talan
var um fløgur við Eivør,
Klakk i, Enekk , Piniartut,
Týr,
Kára
Sverrisyni,
Clickhaze, Yggdrasil og
sjálvt gomlu fólka tónleika
útgávuni Gluggamynd hjá
Glataðu spælimonnunum
og Sjómansrímur hjá Hans
Andrias Djurhuus.
Spælimenninir
til Japan
Angelika Nielsen úr Spæli
monnunum er millum mest
gávuríku føroysku fiólleikarar