Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 225 - 21. november 2006 tíðindi Viðmerking Rigmor Dam, blaðkvinna á Sosialinum Bara bagatellir – onki problem: Hetta var viðmerk­ ingin frá Nordin Manai, tá eg ringdi til matstovu hansara, Marco Polo, 2. november í ár. Í hondini sat eg við 8 síður drúgvu frágreiðingini frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni, og bað eg Nordin Manai um eina viðmerking til hana. Ógrundaðar skuldsetingar Í Dimmu í gjár skrivar blað­ kvinnan, Beate L. Samuelsen, um málið viðvíkjandi ma­tstovuni Marco Polo, sum varð stongd 1. oktober, eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: Hon skrivar: Sjálvur er Nordin Manai ikki í iva um, at fráboðanin til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna komst av eini ósemju, sum stutt framm­ anundan hevði tikið seg upp millum eitt tíðindablað og hann. Og tá so ein gestur, sum hevði vitjað á Marco Polo, fekk ilt í búkin, var matstovan meldað. Eg ringdi eisini Eg fái mær javnan ein bita á einum av teimum mongu matstovunum í Havn, sum tíbetur hava stungið seg upp seinnu árini. Hendan dag­in vóru eg og maðurin, sum annars ikki eru sart, og ótu á Marco Polo. Maturin bæði luktaði og smakkaði illa, og eg gjørdist somikið ótilpass í maganum, at eg ringdi út á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fyri at fáa tey at kanna matstovuna. Hag­ani vóru boðini, at tvey onnur, sum høvdu etið í matstovuni dagin fyri, høvdu longu boðað frá, og at serføðingar teirra júst nú vóru á veg oman at kanna matstovuna. Sigast skal, at eg ongan­tíð áður havi fráboðað myndug­ leikunum, tí eg vanliga havi álit á, at maturin er í lagi, tá eg eti úti. Íspunnin ósemja Í blaðgreinini hjá Beate L. Samuelsen, sleppur Nordin Manau at insinuera, at vit hava plantað søguna, tí onkur ósemja skuldi verið millum hann og okkurt tíðindablað (onki um, hvat tíðindablað talan er um). Hvørki teirra ger sær tann ómak at greina út, hvør ósemja talan er um, og Beate L. Samuelsen krevur onki prógv fyri, at ein ósemja er millum undirritaða blað og so Nordin Manai. Undir øllum umstøðum, so er og hevur ongin ósemja verið millum okkum og Nordin, so vit vita ikki, hvat hann tosar um, og hví tað skal nevnast í blaðnum. Og vit endurtaka.. So, hóast tað nívir okkum, kenna vit okkum noydd at endurtaka nakað av øllum tí, sum stóð í átta síður drúgvu frágreiðingini frá Heilsu­frøðiligu Starvs­ stovuni hendan dagin. Bara so ongin ivi skal vera um, at hetta ikki er ein søga, sum er íspunnin vegna ósemju: um mat, sum lá úti í stovuhita og tiðnaði, um tipta hondsápuítatið í køk­inum, um høsnar­ungar, sum lógu í ein­ ari balju á gólv­inum í skitna kjall­ar­an­um og tiðnaði, um matin á buffetini, sum ikki hevði nær í námind tann rætta hitan, tí onkur hevði sløkt fyri hita­likaminum, um skitnar og óruddiligar goymslur, um óinnpakkaðar pannukøkur og ráar búffar, ið sløddust hvørt um annað í eini frystiboks, um køliskápið, ið var 14 stig heitt, hóast tað eigur at verða í mesta lagi 5 stig... og so framvegis og so framvegis. 8 A4 síður, pinnpakkaðar við notatum, sum serfrøðingarnir á Heilsu­ frøðiligu Starvs­stovuni hava skrivað. Alt hetta prógvar sjálvsagt ikki, at tað er av matinum á Marco Polo, at fimm fólk gjørdust sjúk í maganum dagarnir eftir. Tað siga vit eisini í greinini: Tað, sum er etið, er etið og kann tískil ikki verða kannað. Fimm sjúk fólk Men ein sannroynd er tað, at at vit vóru fimm kvinn­ ur, sum vórðu sjúkar eftir at hava etið í Marco Polo – fýra týsdagin og eg sjálv mikuadagin. Hinar vóru sjúkar í maganum miku­ náttina, og ein teirra boð­ aði Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni frá hósdagin. Tær vóru Julianna á Geila­ garði, pedagogur í Barna­ garðinum á Svangaskari og Tóra Johannesen, peda­ gogur á stovninum Reiðrið í Saltnesi, sum vóru í Havn á álitisfólkafundi hjá pedagogfelagnum. Tóra skrivaði okkum á redakti­ón­ ini bræv, eftir at málið hevði verið í blaðnum. Og so vóru tríggjar kvinn­ ur frá Almannastovuni á Toftum, sum vóru á skeið hjá Almannastovuni í Havn og fingu sær eisini ein bita á Marco Polo. Tvær teirra gjørdust eisini illa sjúkar mikunáttina. Og so eg sjálv, Rigmor Dam, sum var sjúk hósdag, fríggjadag og leygardagin eftir. Marco polo – reinføri ella ósemja Røktarheim má bíða Ætlanin at byggja nýtt røktarheim í Vestmanna noyðist at bíða eitt sindur. Orsøkin er, at fólk eru komin fram á gamlar steinsetingar, har røktarheimið skal byggjast, og tær vil Fornminnissavnið sleppa at kanna, áðrenn endaligt loyvi verður givið til byggingina. Sambært Útvarpinum kann hetta hava við sær, at røktarheimið í Vestmanna verður seinkað tvey ár. Heimið verður bygt eftir umsókn frá kommununum í Vestmanna og Kvívík. Bræv frá Tóru Johannesen, ið var millum tær fimm, sum gjørdist sjúkar. Greinin, sum stóð í Dimmu í gjár, har Nordin Manai ró upp undir, at ein ósemja lá til grund fyri, at matstova hansara varð stongd vegna vantandi reinføri. Drúgva frágreiðingin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni har matstovan Marco Polo fær boð um at lata aftur beinanvegin