Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 7 tíðindi Fríhandil kring landið Í sambandi við at 150 ár eru liðin, síðani einahandilin varð tikin av, fara løgmaður og Landsskjalasavnið á kunningarferð við fyrilestrum og gomlum skjølum. Í kvøld eru tey í miðhøllini í Nýggjaskúla í Vestmanna, hóskvøldið í Leikalund í Klaksvík og mánakvøldið í næstu viku í handlinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Øll tiltøkini byrja klokkan 19. Løgmaður leggur fyri, og síðani siga søgukøn frá. Tiltøkini enda við tónleiki. Fundur í Hoydølum Í gjár vóru umboð fyri Stjórnarskipanarnevndina í Hoydølum og kunnaðu næmingarnar um arbeiðið at smíða eina nýggja føroyska stjórnarskipan. Jóan Pauli Joensen, sum er formaður í nevndini, greiddi frá stjórnarskipanum í søguligum ljósi og týdninginum av at fáa eina slíkan. Rúni Rasmussen, skrivari, greiddi frá ymsum spurningum, sum nevndin hevur tikið støðu til. Áhoyrararnir fingu høvi at spyrja, og fleiri góðir spurningar vóru. Løgtingsins um­boðs­ maður staðfestir, at Jóan Petur Davidsen varð sagdur upp sum leiðandi yvirlækni ólógliga og tí meta løgfrøðingar, at hann eigur fulla løn fyri hetta árið, hann ikki hevur røkt starvið Uppsøgn og almenn umsiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kann fáa umfatandi av­leiðingar fyri lands­ kass­an, at Jóan Petur David­sen í fjørð sagdur úr starvi sum leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Løgtingsins Umboðs­ maður hevur viðgjørt málið og hann er komin til ta niðurstøðu, at uppsøgnin varð ólóglig, tí tey grund­ leggjandi rættindini hjá Jóan Petur Davidsen vóru ikki fylgd. Umboðsmaðurin sigur nevni­liga, at hann kundi ikki sigast upp, fyrrenn tæn­ astuligt forhoyr, ella tæn­ astu­mannasak hevur verið frammanundan. Men tað hevur tað ikki verið í hesum føri og tí mælir umboðsmaðurin Almanna- og Heilsumálaráðnum til at lata alt málið ganga umaftur eftir reglunum í tænastumannalógini. Og tað merkir, at tæn­ astuligt forhoyr, ella tæn­ astumannasak skal reisast ímóti honum. Hinvegin kann Jóan Petur Davidsen sjálvur biðja um tænastuligt forhoyr. Vit hava tosað við nakrar løgfrøðingar um, hvørjar av­leiðingar hetta kann fáa. Og eitt, sum løg­frøð­ ing­arnir siga, er hetta má merkja, at Jóan Petur Davidsen lógformliga ikki er settur frá sum leiðandi yvirlækni. Men tað merkir eisini, at hann hann eigur løn, sum leiðandi yvirlækni alt hetta árið, síðani hann varð frákoyrdur og til hann verður lógliga upp­sagd­ ur eftir reglunum í tæn­ astumannalógini. Men at fara undir eitt tænastuligt forhoyr, ella eina tænastumannasak, kann lættliga taka ár at av­greiða. Men niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni merkir so eisini, at so leingi Jóan Petur Davidsen ikki lógliga er uppsagdur, má hann metast at hava starvið. – Formliga er hann fram­ vegis leiðandi yvirlækni og hevur krav upp á løn samsvarandi hesum, til hann verður lógliga loystur úr starvinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk í almennum starvi verða søgd upp, uttan at farið er fram eftir reglunum og Løgtings Umboðsmaður hevur gjøgnum árini við­ gjørt fleiri mál av hesum slagi. Og fleiri ferðir er tað eisini endað við, at almenn­ ir stovnar hava fingið átalur og eru rættleiddir. Ein løgfrøðingur, sum vit hava tosað við, sigur, at í veruleikanum vísir tað seg, tað er ógvuliga torført at siga fólki í almennum starvi, upp. – Ein munur á almenna arbeiðsmarknaðinum og privata arbeiðs­markn­að­ in­­um, er, at verða fólk í al­mennum starvi søgd upp, skulu sakligar grund­gev­ ingar verða fyri tí. Somu skyldu hava privatir arbeiðs­ gevarar ikki. Men løgfrøðingar halda eisini, at almennir stjórar eru viðhvørt ov bangnir fyri at boða frá veruligu orsøkini til eina uppsøgn av berum bangilsi fyri at uppsagnargrundin ikki er haldgóð. – Ístaðin verður alt møguligt vavt saman fyri at bryggja haldgóðar orsøkir saman fyri eini uppsøgn. Og viðhvørt er hugflogið dekan og gott og tí enda málini mangan í eini um­sitingarligari fløkju. Og sum fleiri dømi eru um í seinastuni eru fleiri slík mál enda hjá Løgtingsins umboðsmaður og hann kemur mangan til ta nið­ ur­støðu, at rættindi hjá uppsøgdum starvsfólki eru skúgvað til viks. – Og tað ger seg so eisini galdandi í hesum føri við Jóan Petur Davidsen, siga Løgfrøðingar. Ongar viðmerkingar Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann hevur ikki havt um­støður at seta seg inn í úrskurðin hjá um­boðs­ manninum. Hann sigur, at í næstum fer um­sitingin at gjøgnuganga niðurstøðuna hjá Løg­ tings­ins Umboðsmanni. Um­sitingin skal so gera eitt tilmæli, sum síðani verður lagt fyri landsstýrismannin og viðgjørt saman við hon­ um. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá sjúkrahúsleiðsluni. Landsstýrismaðurin má greiða frá, hví hann hevur ligið á eini kunngerð í fleiri ár, sum kundi forða fyri at útlendingar leggja føroysk fiski­ skip og føroysk fiski­ loyvi inn undir seg. Í morgin fer Tórbjørn Jacobsen at reisa málið í Løgtinginum Keyp og søla av fiskiloyvum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er eitt heilt ótrúliga álvarsligt mál og Bjørn Kalsø má geva okkum eina forkláring. Tórbjørn Jacobsen, Løg­ tingsmaður, er reiðiliga skakk­ur av avdukingini í Sosialinum í gjár. Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur kann­­að teir risastóru handl­ arnar seinastu tíðina, har illgruni hevur verið um, at útlendingar eiga meiri í skipunum, enn 33%, sum teir í mesta lagi kunnu eiga eftir lógini. Í eini fyribils niður­ støðu, sigur lands­stýr­is­ mála­nevndin beinleiðis, at landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum hevur skúgvað sínar skyldur til viks. Nevndin sipar til, at Lands­stýrismaðurin hevur alla tíðina havt heimild til at gera eina kunngerð, har treytir verða settar, sum tryggja, at lógin verður hildin. Men hesa kunngerðina hev­ur landsstýrismaðurin ongantíð gjørt. Samstundis vísir Lands­ stýrismálanevndin á, at øll eru vitandi um, at íløgu­­peningur í føroysk fiski­skip í alt størri mun verður fingin til vega við útlendskum lánspeningi. Harumframt hava eigarar og leiðsla í felagnum, sum eiga ávís skip, bundið seg til ikki at taka týðandi av­gerðir uttan at útlendski lánsveitara góðkennur tað. Serliga tyngjandi fyri Bjørn Kalsø – Men nú vísir tað seg, at landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum hev­ur ligið oman á hesi kunn­gerðini, sigur Tórbjørn Jacobsen. Serliga tyngjandi held­ ur hann at hetta er fyri Bjørn Kalsø, sum nú er landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, tí tað er hesi seinastu árini, at teir risastóru handlarnir eru gjørd­ir. Og tað vil hann nú hava frágreiðing upp á. Tí fer hann at reisa málið í Løgtinginum í morgin, har hann fer at spyrja Bjørn Kalsø, hví hann ikki hevur brúkt sína heimild til at gera kunngerðirnar, har treyt­irnar verða ásettar. – Tað, at lands­stýris­ mað­urin onki hevur gjørt við hetta málið, er heilt ómetaliga álvarsligt og tað er ein spurningur um hann ikki hongur í eini klænari slintru. Tórbjørn Jacobsen sigur, at eitt land, sum missur sítt tilfeingið av landinum, tekur grundarlagið undan sær sjálvum og tá ið lands­ stýrismenn ikki byrgja upp fyri hesum, sjálvt um teir hava heimild til tað, er ógvuliga álvarsamt. – Tí hevur Bjørn Kalsø ein stóran trupulleika, legg­ ur hann afturat. Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir spurt eftir hesum. Tórbjørn Jacobsen ásann­ ar, at hetta sama var gald­ andi í undanfarnu sam­ gongu, sum hann sjálvur var í. – Men tað er ikki fyrrenn nú, at hetta kemur fram í ljósmála og tað er ikki fyrrenn hesi seinastu árini, at teir stóru handlarnir eru gjørdir. – Eg má viðganga, at eg visti ikki av, at lands­ stýrismaðurin hevði tær heim­ildir, sum skuldu til, men tá í hesi málini komu fram i ljósið, átti lands­ stýrismaðurin bein­an­vegin at brúkt tær heimildir, hann hevði at forða fyri hesum. Ein frágreiðing hevur ver­ið, at Fiskimálaráðið hevur ikki arbeiðsorku til at kanna hvønn einstakan skipahandil. – Hetta er ikki ein frá­ greiðing, sum kann góð­ takast. Skulu vit lata alt tilfeingið fara á útlendskar hendur, tí at vit ikki hava ráð at seta ein ella tveir fulltrúar at kanna málini. Hetta er so heldur ikki ein frágreiðing, sum lands­ stýrismaðurin ikki hevur ført fram, fyrrenn nú. Tí er hetta ikki annað enn undanførsla, sigur Tórbjørn Jacobsen. Ólóglig uppsøgn kann verða dýr fyri landskassan Bjørn Kalsø fingið ein stóran trupulleika – Tað er ein spurningur um ikki Bjørn Kalsø hongur í eini tunnari slintru, heldur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður. Hann krevur at fáa eina f orkláring frá lands­stýris­ mann­inum í fiskivinnumálum