Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 225 - 21. november 2006 tíðindi Lýggjur vetur Danskir og norskir veðurmenn vænta, at veturin verður rættiliga lýggjur í Danmark, og at hetta helst eisini verður galdandi fyri hini skandinavisku londini. Tað hevur verið óvanliga lýtt í Danmark í heyst, og sambært einari nýggjari meting hjá norsku veðurstovuni kunnu danir vænta, at meðalhitin í desember, januar og februar verður umleið tvey stig oman fyri tað vanliga. Heldur tað, fáa danir ein lýggjan vetur hesaferð. Ikki vælkomin Ætlanin var, at danski menningarmálaráðharrin, Ulla Tørnæs, skuldi fara til Sudan at vitja, men nú hevur sudanska stjórnin brádliga boðað frá, at hon vil ikki hava danska ráðharran hagar kortini. Ulla Tørnæs hevði ætlað sær at vitja landspartin Darfur, har tað er sera ófriðarligt, og hon heldur, at sudanska stjórnin hevur avlýst ferðina í einari roynd at fjala tað, sum hendir í Darfur. Sudan hevur heldur ikki grundgivið avlýsingina. Í 2000 fekk lands­ stýrið heimild til at gera kunngerð við treytum í sambandi við skipasølur. Men landsstýrismaðurin fekk ikki tíð til at gera hana, og nú er greitt, at hon kemur ikki Skipasølur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Síðst í nítiárunum høvdu løgfrøðingar og onnur funn­ið leiðir, sum gjørdu, at einstaklingar og feløg kundu sleppa ímillum regl­urnar, sum vóru gald­ andi fyri íløgur í fiski­ skip. Tí bað táverandi lands­stýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Jørgen Nicla­ sen, Løgtingið um heimild til at áseta nýggjar reglur. - Tað var íløguførleikin, sum vit fóru eftir, tí vit vildu hava vissu fyri, at ein persónur veruliga var góður fyri tað, sum hann setti í. Løgtingið samtykti ein­ mælt uppskotið hjá lands­ stýrismanninum, men ar­beiðið við kunngerðini skuldi vísa seg at taka drúgva tíð, hóast tað var landsstýrismaðurin sjálvur, sum hevði biðið um heimild til at orða hana. Jørgen Niclasen sigur, at tá Tingið hevði broytt lógina, varð fakkunnleikin í fiskimálaráðnum sett­ur at orða tekstin í kunn­gerð­ arformi. Men tað vísti seg at vera turplari enn hildið, so tá Jørgen Niclasen noyddist úr landsstýrinum í januar í 2003, var kunngerðin framvegis ikki orðað. - Eg má viðganga, at kunn­gerðin var truplari at orða, enn vit høvdu hildið, og tað harmar meg, at vit ikki komu á mál við henni, sigur fyrrverandi lands­ stýrismaðurin í dag. Takast av Jørgen Niclasen hevur kortini ongan hug at taka alla ábyrgdina á seg, tí aðrir hava umsitið fiskivinnumál, síðani hann fór frá - fyrst Jacob Vestergaard, so Johan Dahl eitt stutt skifti og seinast Bjørn Kalsø. - Tað harmar meg, at eg ikki fekk avgreitt kunn­ gerðina, men tað harmar meg eisini, at einki er gjørt síðani. Tað er ikki nóg gott, sigur Jørgen Niclasen. Sjálvur ivast hann ikki í, at kunngerðin hevði fing­ ið sína ávirkan, var hon komin, men hann sigur seg hava skilt, at núverandi landsstýrismaðurin ætlar sær ikki at orða ta ætlaðu kunngerðina. - Tað er harmiligt, men er tað so, eigur Bjørn Kalsø at leggja uppskot fyri Løgtingið um at taka heimildina av, men eg fari ikki at atkvøða fyri. Heldur lóg Bjørn Kalsø, sum nú um­situr fiskivinnumál, vátt­ar, at hann fer ikki at orða kunngerðina, sum landsstýrismaðurin hev­ur heimild til. Hann sigur, at umsitingin í fiski­mála­ ráðnum hevur hugt at málin­ um, men at tað vísir seg at vera sera trupult at áseta tær ætlaðu treytirnar í einari kunngerð. - Vit hava ikki orku til at fara inn í hvørjum einstøkum føri at kanna fíggjarligu viðurskiftini hjá hvørjum einasta per­ sóni, sum ger íløgur í fiski­skip, og at meta um hansara íløguførleika, sigur landsstýrismaðurin. Tí arbeiðir umsitingin við at fáa treytirnar við íløgu­ førleika inn í sjálva lógina ístaðin fyri. - Vit hava gjørt okkum nakrar tankar um, hvussu hetta skal gerast, men eru ikki komnir á mál enn. Málið er í hvussu er, at tað, sum hendi í áttatiárunum, skal ikki henda aftur, sigur Bjørn Kalsø. Atlantsflog ætlar at fáa tvey flogfør tað næsta hálvárið. Samstundis verða tvey leigumál helst uppsøgd. Flogferðsla Árni Joensen arni@sosialurin.fo Atlantsflog er farið at hyggja seg um eftir flog­ førum. Magni Arge, stjóri, sigur, at ætlanin er at fáa eitt flogfar um stutta tíð, og gongst eftir ætlan, kemur eitt afturat í fyrru helvt av 2007. Enn er ikki støða tikin til, um flogførini verða keypt ella leigað. Samstundis er tað hugs­ andi, at felagið fer at lata aftur tey bæði flog­ førini, sum tað leigar. Ann­að er leigað frá Brit­ ish Aerospace Asset Management og skal latast eigaranum aftur í seinasta lagi í oktober næsta ár, um sáttmálin ikki verður longdur. Hitt er leigað frá einum írskum felagi. Í løtuni verður hugt, hvørji flogfør eru tøk á marknaðinum, og fyribils verður hugt eftir flogførum av slagnum BAe RJ, sum er sama slag sum tað nýggj­asta flogfarið, ið At­lantsflog keypti frá felag­num Swiss í fjør. Kappingin ávirkar Tað seinasta hálva árið hevur Atlantsflog fingið kapping frá FaroeJet á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn, og Magni Arge ásannar, at tað sæst aftur. Hann sigur, at ferðslan hevur verið nakað lakari enn ætlað, síðani kappingarneytin byrjaði. - Tá stórur yvirkapasi­ tetur er á rutukervinum, ávirkar tað eisini rakst­ raravlopið tann skeiva vegin, og tað hjálpir heldur ikki, at oljan hevur verið metdýr, sigur stjórin í At­lants­flogi, sum tó uggar seg við, at framgongd var keypmannahavnarrutuni í síðsta mánað, og at tað helst eisini verður so í hesum mánaðinum. Atlantsflog hevur ikki fingið endurgjald fyri flogfarið, sum fórst á Stord. Flogfarið var tryggjað ígjøgnum Trygg­ ingarfelagið Føroyar, men alt er ikki komið upp á pláss enn. Endurgjaldið hevur tó einki við frá­ greiðingina hjá norsku skaða­nevndini at gera, sigur Magni Arge. Kunngerðin um skipa­ sølur kemur ikki Atlantsflog leitar eftir flogførum Jørgen Niclasen: - Eg má viðganga, at kunngerðin var truplari at orða, enn vit hildu. Bjørn Kalsø ger ikki kunngerðina. Hann vil heldur hava treytirnar um íløguførleikan í sjálva lógina. Magni Arge: -Yvir­kapasi­ tetur á rutukervinum ávirkar rakstraravlopið tann skriva vegin.