týsdagur 21. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
9
tíðindi
Høgni Hoydal vónar,
at løgmaður nú
ásannar sína ábyrgd,
nú fleiri danskir
politikarar eru av
teirri uppfatan,
at Føroyar eru
samrunnin partur av
danska ríkinum og
at Løgtingið hevur
sjálvt samtykt tað.
Seinasta dømið er,
at Dansk Folkeparti
vil hava føroyingar í
hertænastu
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Ætlar løgmaður at gera
donskum politikarum og
donsku stjórnini greitt, at
Føroyar eru ikk i »partur
av danska ríkinum«, at
føroyingar eru ikk i danir,
og at øll krøv um herskyldu
fyri føroyingar ella onnur
krøv frá danska eindar
ríkinum eru bygd á skeivar
fortreytir, sum føroyska
fólkið ongantíð hevur tikið
undir við?
- Ásannar løgmaður nú,
at avgerðirnar hjá sitandi
samgongu um at samtykk ja
yvirtøkulóg, uttanríkis
politiska heimildarlóg og
at gera hernaðarsamtykt,
ið byggja á at staðfesta
Føroyar sum samrunnan
og undirskipaðan part av
Danmark, vóru eitt stórt
afturstig, sum nú verður
brúkt beinleiðis móti føroy
ingum?
Hesar spurningar fer Høgni
Hoydal, løgtingsmaður, at
seta Jóannesi Eidesgaard,
løgmanni, tá munnligir fyri
spurningar verða á skránni á
tingfundinum í morign.
Høgni Hoydal siugr, at
ávaringarnar og mótmælini
trutu ikk i, tá løgmaður í
2005 í óðum verkum legði
uppskot um danskar lógir
fyri fyri tingið, ið staðfestu
Føroyar sum ein samrunnan
og undirskipaðan part av
Danmark.
Hann sigur, at í við
merkingunum til donsku
lógirnar var á tíggjutals
síðum sligið rimmarfast,
at føroyingar vóru ikk i til
sum tjóð, men vóru ein part
ur av donsku tjóðini, og at
føroyskir myndugleikar
bert hava »fingið« ávísar
heimildir frá donskum rík
ismyndugleikum at pjøssast
við síni lokalu viðurskifti.
- Longu í 2004 hevði
løgmaður eisini boygt seg
fyri trýsti frá donskum
myndugleikum í hernaðar
málum. Løgtingið hevði í
eini røð av samtyktum síðani
seinna veraldarbardaga tví
hildið um, at føroyingar
ikk i hava tikið undir við
hernaðarvirksemi av nøkr
um slag og at Føroyar ikk i
skulu nýtast til nakað hern
aðarligt endamál uttan so, at
Løgtingið hevur gjørt tað av,
sigur Høgni Hoydal.
- Men løgmaður legði upp
skot fram um nýggja hern
aðarsamtykt, har alt vald
varð latið upp í hendurnar
á donskum myndugleikum,
meðan føroyskir myndug
leikar bert skulu kunnast
og
hoyrast,
áðrenn
avgerðirnar verða tiknar
– t. e. at Løgtingið fær
støðu sum ein almennur
stovnur ella ein komm
una undirskipað einum
øðrum valdi.
Høgni Hoydal sigur, at
síðani hesar óviðgjørdu
avgerðir, hevur danska
stjórnin boðað ST frá, at
føroyingar sjálvir hava
valt at gerast partur av
danska eindarríkinum,
og tað hevur givið at
bíta millum danskar
politikarar og í donsku
stjórnini.
Hann sigur víðari, at uttan
mun til, hvat mál verður reist
millum danskar politikarar
í dag á Fólkatingi, har víst
verður til føroyskt fullveldis
stríð, so verður tað afturvíst
og sligið upp í glens vísandi
til, at Føroyar eru samrunnin
partur av danska ríkinum
og at Løgtingið hevur sjálvt
samtykt tað.
- Í seinastuni eru tvey ítøk
ilig dømi um hesa gongd:
Danski Fólkaflokk urin krev
ur herskyldu fyri føroyingar
vísandi til, at vit »eru partar
av danska ríkinum«. Og hvør
skal siga tey ring fyri tað, tá
tað eru boðini, ið Løgtingið
hevur sent til Danmarkar,
spyr Høgni Hoydal og heldur
fram.
- Ein fyrrverandi ráðharri í
Radikala Vinstraflokk inum,
sigur í samrøðu við Dimma
lætting: »Vit eru danskarar,
tit eru danskarar, og tí er tað
okk ara skylda at hjálpa«.
Høgni Hoydal heldur, at
hetta eru greflig dømi um ta
kollvelting, ið er farin fram
millum danskar politikarar,
har allar royndir hjá fullveld
isfólki at mótmæla verða
kveistraðar til viks sum
umboðandi »ein minniluta«
mótvegis samtyktunum hjá
samgonguni.
Tí vónar Høgni Hoydal,
at løgmaður nú ásannar
sína ábyrgd fyri hesi ófrætt
akendu gongd og mótmælir
hart og týðiliga – og ger
greitt, at føroyska fólkið
ongantíð hevur tikið undir
við hesum skeivu avgerðum
løgtingsins.
Føroyingar
skulu hava
herskyldu
Danski Fólka
flokkurin sigur, at
føroyingar og grøn
lendingar skulu
hava herskyldu á
jøvnum føti við
danir
POLITIKKUR
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Kravið um, at føroyingar
og grønlendingar skulu
hava somu herskyldu
sum danir, kemur á borð
ið, tá grønlendska sjálvs
stýrisnevndin fer at hava
fund í januar. Millum
nevndarlimirnar er fólk
atingsmaðurin Søren
Espersen úr Danska
Fólkaflokkinum, og
hann fer at leggja kravið
fram tá.
Tað sigur Danski Fólk
aflokk urin í tíðindaskrivi
seinnapartin í gjár.
Søren Espersen sigur,
at tað er ikk i annað enn
rímiligt at føroyingar og
grønlendingar fáa skyld
ur aftur fyri tey rættindi,
sum teir hava sum sjálv
støðugir partar av ríkis
felagsskapinum.
- Og í hesum viðfangi
er herskyldan ein nátt
úrligur partur, heldur
hann.
Søren Espersen, fólkatings
maður fyri Danska Fólka
flokkin vil hava føroyingar
og grønlendingar í
hertænastu
Samkynd á fund við Rættarnevndina
Tá Rættarnevndin mánadagin fer at viðgera ríkislógartilmælið um broyting í revsilógini
– nógv umrøddu § 266b, verður Bogi Davidsen, samkyndur føroyingur í Danmark, við
á fundi.
- Eg havi gjørt av at koma heim til Føroya til fundin og havi givið boð um tað.
Hetta sigur Bogi Davidsen úr Havn, sum er lækni í Danmark. Hann er samkyndur og
býr í skrásettum parlag við øðrum manni.
Í lesarabrævi í síðstu viku boðaði hann frá, at hann fegin kom á fund við Rættarnevndina,
so hann kundi geva sítt íkast til viðgerðina av málinum.
Fundurin hjá Rættarnevndini verður í Løgtinginum mánamorgunin kl 10.
Marknaðardagur
Sunnudagin 10. desember verður marknaðardagur í KÍ-høllini í Klaksvík til frama fyri
ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Har kunnu tey vitjandi ogna sær ymiskt so sum innbúgv
til húsini ella ein bil. Í sambandi við marknaðardagin verða ymisk tiltøk á skránni í Café
KÍ. Tað verður eisini lagaligt hjá øðrum enn klaksvíkingum at fara á marknaðardag í
Klaksvík, tí tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Kvívíkar bygdaráð
samtykti á fundi í
gjárkvøldið at byggja
vatnreinsiverk í bygd
ini
Vatn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kvívík: Hagastýrið fyri
Ognarhagan hevði framm
anundan samtykt at selja
kommununi økið, og hevur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
haraftrat tilmælt ætlanini.
Kostnaðurin fyri vatnreins
iverkið, sum verkfrøðingurin
Martin E. Leo hevur pro
sjekt erað, er mettur til 1,3
mió. kr.
- Peningur er játtaður
til byggingina, sigur Boje
Christensen, borgarstjóri í
Kvívík.
Reint vatn til
bygdarfólkið
Kvívíkingar fáa
um stutta tíð aftur
drekk ivatn úr
nýggjum reinsiverki
Mynd: Jens Kr. Vang
Høgni Hoydal, formað ur Tjóðveldisfloksins vónar, at løgmað ur
nú ásannar sína ábyrgd, nú danskir politika rar ferð eftir
ferð trínar fram og tosa um Føroyar sum samrunnan part av
danska ríkinum
Høgni Hoydal: Føroyar eru ikki
partur av danska ríkinum