týsdagur 21. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 225 - 21. november 2006
Ein bólkur, sum viðger støðuna í føroyska fólka
skúlanum, hevur skotið upp, at føroysk børn
eiga at fara í skúla eitt ár fyrr enn nú.
Hetta er eitt áhugavert uppskot. At børn byrja
í skúlanum 6 ára gomul er rættiliga vanligt
aðrastaðni, og hjá okkara stóra granna í ein
beinan sunnan, byrja tey enn fyrr, uttan at
børnini tykjast taka skaða av tí.
Tað var ikki gott, tá vit fingu at vita, at t.d.
lesiførleikin var alt ov vánaligur hjá føroyskum
børnum. Hetta vóru skelkandi tíðindi, tí um
lesiførleikin haltar, so halta evnini at tilogna
sær nýggja vitan eisini. Tí kunnu vit sum
samfelag ikki liva við einum slíkum úrsliti.
At koyra børnini í skúla eitt ár fyrr loysir nokk
ikki nakran trupulleika av sær sjálvum, tí har
skal nógv annað til enn tað, men tað burdi
bøtt um støðuna. Tað kundi tikið okkum upp á
støðið í t.d. Noregi og Bretlandi, har børn duga
at lesa veruligar barnabøkur sum 7 ára gomul.
Spurningurin er tó, um vit skulu fylgja danska
fordømið við forskúla, tí tað kann forvirra børn
og vaksin. Er talan um eitt dagstovnatilboð
ella er talan um undirvísing? Tá børn í øðrum
londum, har ímillum nøkur av heimsins leið
andi og fólkaríkastu londum, kunnu sita á
skúlabeinki við lærarum rundanum seg sum 6
ára gomul, so er ilt at síggja, hví hetta ikki skal
bera til í Føroyum.
Ein annar møguleiki er, at hetta nýggja skúlaárið
verður skipað við lærarum og pedagogum. Tað
ræður um at gera skiftið frá dagstovni til skúla
so trygt og gott sum møguligt. Eitt annað, ið
eigur at vera havt í huga, er, at ikki øll lond,
sum byrja skúlan við 6 ára aldur, klára seg
eins væl. Her eru sum nevnt nógv viðurskifti
at leggja upp fyri. Tískil eigur hetta mál at
fyrireikast sera væl.
Sosialurin
Byrja í skúla
sum 6 ára gomul?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Fyri nøkrum døgum síð
ani hevði Sosialurin á
sjálvari fyrstu síðu eitt
løgið úttalilsi frá einum
íslendskum
bankastjóra,
sum vágaði sær at leggja seg
beinleiðis politiserandi út í
føroysk fíggjarviðurskifti.
M .a. visti hesin stjóri at
siga, at føroyingar áttu at
privatisera pengastovnarnar.
Grundgevingarnar hjá hon
um vóru naivir banalitetir,
sum bara vóru funderaðir
upp á leysar gitingar,
men als ikki nakra djúpri
økonomiska vitan.
- Men hvat kemur annars
føroyskur pengapolitikkur
einum íslendskum stjóra
við? Ætlar hann, at Føroyar
skulu blíva ein integreraður
partur av tí íslendsku
sápubløðru-økonomiini?
Ella hevur hann eina heilt
aðra
privata
dagsskrá?
Hetta er, ið hvussu so
er, ein fulkomuliga ó-
acceptabul innblanding í
erkvisnan føroyskan fíggj
ar-problematikk.
Og hví gloypir tað ”óhefta”
blaðið, Sosialurin einum so
vulgerum politiskum glepsi
í ráum líki, uttan at stilla
ein einasta uppklárandi
mótspurning? Er Sosialurin
farin at renna ørindi fyri
íslendingar?
Fyri tað fyrsta veit hetta
íslendska tilpiss ikki eitt
vet meira um málið, enn
føroyingar sjálvir kunnu
hugsa sær til. Fyri tað næsta
vísti hansara naiva skamm
rósan av privatisering, at
hann er inhabilur og hevur
lítla hylling á, hvat føroyska
bankamálið reelt snýr seg
um. Fyri tað triðja rakar tað
als ikki nakran íslending,
hvussu føroyingar skipa
seg politiskt ella fíggjarliga
– hetta er púra ótolulig
íslendsk
”ideologisk
imperialisma”!
Vit hava leingi havt fólk,
sum hava runnið á leistum
fyri íslendingar og kyniskt
hava avreitt fyritøku eftir
fyritøku umframt harðvunn
in fiskirættindi til Íslands,
antin beinleiðis ella kanska
via strámenn. Hetta hevur
verið ein fíggjarligur sorg
arleikur í fleiri ár, og før
oyingar hava latið seg
leitt sum sakleys lomb til
íslendska
slaktibonkin.
Men tað má vera eitt
moralskt mark fyri, hvussu
nógv útlendingar sleppa
at blanda seg uppí føroysk
viðurskifti.
Resignatión og defaitisma
Hví eru ikki fleiri føroyskir
politikkarar, sum mótmæla
avreiðingini og taktleysu
íslendsku uppíblandingini?
Hvat er orsøkin til hetta
mannminkandi
politiska
uppgávulyndi og hesa undar
ligu føroysku defaitismu
mótvegis teimum íslendsku
investeringum, sum kunnu
mergsúgva føroyskt vinnu
lív?
Effektiva danska fyritøkan
DFDS mátti í síni tíð kempa
fyri bara at kunna fáa
kei- og havnapláss í Havn
- føroyska skipafelagið
var heldur ikki beinleiðis
forkelað, men so skjótt sum
íslendska felagið Eimskip
kom til landið, fóru undir
brotligir
føroyingar
at
útvega teimum alskyns
sømdir, bæði í Havn og í
Runavík. Men hvussu er
gingið við farmagjøldum
og service, síðani vit
næstan fingu íslendskt
monopol? Ja, tað gongur
sjón fyri søgn - man saknar
sanniliga danska kapping,
effektivitet og initiativ.
Sum eitt annað kuriosum
kann eg nevna, at danska
fyritøkan Jyske Bank hevði
í 80’unum eina skikkiliga
ætlan um at lata upp eina
lítla filial í Havn, men tá
reisti seg eitt satt ódnarveður
av mótmælum, forargilsi
og
indignatión.
Bæði
løtupolitikkarar og vinnu
lívsmenn ýldu um ”danska
imperialismu” og ótolandi
finansiella uppíblanding,
so havnarfólk tordu illa at
leiga danska bankanum
høli. Tað var eisini skjótt,
at Jyske Bank bakkaði.
Men tað er alsamt gátuført
fyri fólk, sum ikki dagliga
ferðast í fíggjarklikum,
HVÍ teir somu menninir,
sum
brølaðu
alskyns
ókvæmisorð eftir eini lítl
ari danskari bankadeild í
Havn, heilt lata sær lynda
í dag og STEINTIGA, nú
Kaupting og aðrir íslendskir
skutilsveinar profiterað av
føroyskum gáloysni, sum
kann føra til, at íslendingar,
sum frá líður, annektera
ein stóran part av okkara
vinnulívi.
Hvat býr undir hesi
óhugnaligu larmandi tøgn,
nú tað tykist, sum um
aggressivir íslendingar eru
við at taka vinnulívsmenn
okkara av bóli. Hví dýpdar
kanna fjølmiðlarnir als ikki
hetta pínliga málið?
Hví referera føroysk bløð
ikki nakað av tí debatt, sum
júst hevur verið í donskum
bløðum um tað ódámliga
globala íslendska skatta-
cirkussið, sum fær sjálvt
garvaðar spekulantar at
vamlast!
Í Føroyum skulu føroy
ingar, og avgjørt ikki íslend
ingar, ráða!
Taktleyst TILPISS
Virgar T.
Dalsgaard
Vegna
Føroya Kommunufelag
Rósa Samuelsen
Formaður
Í tíðindasendingini á mid
degi Hósdagin 16 november,
var ein av yvirskriftinum
at “ Kommunurnar eiga
at
yvirtaka
eldraøkið,
men neyðugt er at skipa
tær í størri eindir fyrst, ta
heldur Føroya Komm
unufelag”...
Hetta
metir
Føroya
Kommunufelag vera ein
sera missvísandi yvirskrift.
Talan var um eina samrøðu
ímillum útvarpskvinnu og
stýrislim í Føroya Komm
unufelag, har ið nevndi
stýrislimir legði fram sína
persónligu fatan av, hvørt
eldraøkið skal leggjast
kommununum at umsita,
og hvørjar fyritreytir eru
neyðugar um hetta skal lata
seg gera.
Føroya Kommunufelag
vil við hesum boða frá at
felagið ikki hevur melda
út, at kommunurnar eiga
at yvirtaka eldraøkið, og
at fyritreytin fyri hesum er
størri kommunalar eindir
Føroya Kommunufelag
vil hinvegin vísa á, at
felagið altíð hevur havt
tað fatan, at um kommunu
samanleggingar skulu fara
fram, so er tað tær einstøku
kommunurnar sum skulu
taka støðu til hetta. Hvørji
øki skulu leggjast út, í
hvørji ræðfesting og undir
hvørjum
umstøðum
hetta skal henda, er eftir
felagsins tykki ein sam
ráðingarspurningur ímillum
land og kommunur.
Rætting til tíðindasendingina á middegi hósdagin 16 november