Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 11 Roknimeistarin er aftur úti So var Høgni Hoydal aft­ ur úti við einari av sínum fantastisku frá­greiðingum um sjálv­berandi búskap. Í eini blaðgrein seinasta fríggjadag mælti Høgni Hoydal til, at sjálvberandi búskapur “aftur” verður settur í hásæti. Orðið “aft­ ur” ber boð um, at skrivarin heldur, at hetta fyribrigdið onkuntíð fyrr hevur verið galdandi í Føroyum, og sum eg skilji á greinini, so skal hetta hava verið í farna valskeiði. Høgni sigur millum ann­ að um farna valskeið, at heildarveitingin úr Dan­ mark minkaði, skuld varð niðurgoldin og peningur varð spardur upp í Lands­ bankanum. Almennu tølini siga nakað annað Men hvat siga almennu roknskapartølini um sjálv­ berandi búskap í farna valskeiði? Talvan niðanfyri vísir, at øll árini frá 1998 til 2003 var avlopið hjá landskassanum munandi minni enn heildarveitingin úr Danmark. Tað vil siga, at um Karsten Hansen ikki fekk heildarveitingina, so hevði landskassin havt stórt undirskot longu áðr­ enn nakar avdráttur av lánum var goldin. Eingir pengar høvdu verið at goldið skuld við, og heldur einki hevði verið at spart upp í Landsbankanum um heildarveitingin ikki var. Sí talvu! Um tað er hetta “blokk­ fíggjaða undirskotið” á til­samans næstan 2,5 milli­ ardir krónur í seks ár, sum Høgni Hoydal kallar sjálv­ berandi búskap, so haldi eg at orðið “sjálvberandi” er sera misvísandi. Og minst til - hetta var í góðum tíðum, meðan peng­ arnir fløddu inn í lands­ kassan. mió. krónur 1998 1999 2000 2001 2002 2003 Avlop íroknað blokkstuðul 472 648 602 697 191 23 Blokkstuðul 920 945 973 995 629 632 Úrslit uttan blokkstuðul -448 -297 -371 -298 -438 -609 Helgi Abrahamsen Í grein í Sosialinum 17 /11 – 2006 skrivar tú m. a.: ”Í uppskotinum um nýggju stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar er ein lóg um javnrættindi og javnstøðu, har øll fólk eru javnsett uttan mun til eyðkenni ella frábreðgi, men tað verður ikki nevnt, hvat ið hugsað verður um, og ongin minniluti er nevndur. Í viðmerkingunum verður bert nevnt dømi um mismun vegna kyn, og heldur ikki her verða minnilutar nevnd­ ir. Tað førir við sær, at dómsvaldið og politivaldið ikki hava nakað at halda seg til.” Ja, tað er hetta seinna reglubrotið, ið rættiliga fell­ ur mær fyri bróstið. Dóms­ valdið og politivaldið eru, við øllum sínum lærdómi og stóra fakliga førleika, sett til at virka innan fyri teir karmar, ið Parlamentið, okkara Høga Løgting, hev­ ur ásett. Soleiðis skilji eg tað. Ger Løgtingið eina lóg sum sigur, at øll fólk í Føroyum eru javnsett og hava somu rættindi, uttan mun til eyðkenni ella frá­ brigdi, ja, so merkir tað sjálvandi, at øll fólk í Før­ oyum eru javnsett og hava javnrættindi og eiga at verða vard av lógini, utt­ an mun til eyðkenni ella frábrigdi. Hetta hava dóms­ valdið og politivaldið at halda seg til. Tey eru ikki víst til at handla sum best ber til, men ábyrgdarfult at handla, og døma rættvíst, tá mannarættindi verða brotin, og onnur lógarbrot verða framd. Hetta er tað, ið vit nevna rættartrygd, og sum ger, at Føroyar eru eitt trygt land at búgva í. Í hesum sambandi komi eg í tankar um, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, end­urgav ein politist fyri at siga, (og nú vóni eg, at eg endurgevi í tráð við veruleikan, tí hetta er eftir minninum) – at politiið ikki hevði heimild til at verja ein drong, ið varð álopin, av tí, at hann var samkyndur. Tessvegna, segði Hergeir Nielsen, fór hann hesaferð at atkvøða øðrvísi enn síðst fyri uppskotinum um broyt­ ing av §266 b. Her má eg viðganga, at eg líkist tí ivandi Tummasi: Eg trúgvi snøgt sagt ikki, at lógin, í núverandi líki, gevur heimild til at dis­ kriminera fólk!!!!! Eg trúgvi tí ikki, uttan eg síggi ta paragraffina, ið loyvir hesum mismuni! Um tað, ímóti øllum viti og skili, eru fólk við ábyrgd innan fyri rættarskipanina, ið eru í IVA um skyldur og rættindi síni til at verja menniskju, og til at virka fyri lóg og rætti og javnrættindum fyri øllum borgarum í Føroyum, so er tað HAR, tað skal setast inn. Og so er tað ikki LØGTINGIÐ, ið skal boyggja seg fyri eini slíkari misskiljing. Fyri at venda aftur til greinina hjá Boga, har tal­ an er um fyriliggjandi upp­ skot: ”Tíanverri eru enn nógv móti lógini. Løg­­tings­lim­ irnir í flokk­un­um eru frítt stillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring í hesum máli.” Og Gud havi lov fyri tað! Tað er vandamikið at handla ímóti síni egnu innastu sannføring. Hóast hetta hevur onkur floks­ lim­ur, ið hevur verið val­ evni til løgtingsval, tikið seg úr flokkinum, og sum eg havi skilt, tí hann metir, at tað ikki longur er rúmd í flokkinum fyri egnu sannføring hansara viðvíkjandi umrødda máli. Viðvíkjandi øllum rumbl­ inum um revsirætt, fari eg til endans at loyva mær at undrast á, um tey stillføru, friðarelskandi samkyndu munnu vera glað fyri at verða sett í bás og fáa sín seksualitet útbasúneraðan í fjølmiðlum og lógarsmiðju? Hava tit fyrireikarar hugsað um, at kanska ERU tað ikki øll, ið kenna seg drigin at menniskjum av sama kyni, sum eru so revsingarhugaði og ágangandi? Eg haldi ikki, tað er sannheit, Bogi Davidsen! Søldarfjørður Anna Hentze Tað kom mær sera dátt við, tá eg fríggjadagin í ÚF hoyrdi Dan R. Peter­ sen og Óla Jacobsen tosa um formansvalið til Fiski­ mannafelagið. Eg eri sjálvur ein partur av valinum, so um ÚF livdi upp til kravið um public service, so skuldi eg sjálvandi verið við, um hini bæði valevnini nýttu høvi til at leypa á meg. Tað gjørdi Dan R. Petersen, við at siga, “ein stemma fyri Jan Højgård er ein stemma fyri Óla Jacobsen.” Eg hevði ongan sum helst møguleika at verja meg. Til hetta havi eg at siga, at eg í fýra ár havi gjørt meg kláran til at leiða Fiskimannafelagið. Tá eg fekk ein skaða í 2001, lovaði eg mær sjálvum og øllum fiskimonnum í Føroyum, at nú skuldi eg taka um endan og føra ein dynamiskan politikk móti bæði kúgandi myndugleikum og reiðarum, so at allir fiskimenn fingu tað, teir høvdu uppiborið í tænastu fyri føðilandi. Fyri mær sær tað út til, at Dan R. Petersen og ÚF eru farnir í valstríð sam­ an, og endamálið er, at fiskimaðurin skal haldast nirði nøkur ár enn. Tað hev­ ur skapt mikla øsing mill­ um fiskimenn, at einasti fiskimaðurin, ið stillar upp, var útifrystur. Eg føli tað, sum tað er eitt væl til­rættislagt álop á meg per­ sónliga. Hví ræðast myndugleikar og almennir stovnar meg so nógv? Man tað ikki verða tí, at eg eri tann einasti sum havi meldað klárt út, hvat eg havi í hyggju. Eg fari at føra ein beinharðan politikk móti bæði myndugleikum og reiðarum, meðan kon­ tórmaðurin og lærarin onki hava meldað út uttan at geva valstríðnum ein skitnan dám við útspilling og nú eisini við bakbiti á ein verjuleysan mann. Stríðið við myndug­leik­ arnar kemur at hava trý høvðusmál. Trygd, ALS og pensjón, umframt nógv annað. Stríðið við reið­ar­ arnar er um at vinna mist rættindi aftur og at fáa teir at halda sáttmálar. Eg fari at seta krav um, at prosentini vit hava mist orsakað av svøvlalínu verða givin aftur til fiskimannin. Eg fari at krevja betri sáttmálar innan allar skipabólkar. Eg fari undir ongum umstøðum at góðtaka, at reiðarar taka amboð umborð, eitt nú kryvji­maskinur, og lata mann­ingina gjalda. Trygd hjá fiskimonnum. Eg fari at skipa ein trygd­ argrunn til fiskimenn burturav. Vit gjalda millum 22 og 25 milliónir um árið í trygging, men fáa sera lítið burturúr. Um vit umsita trygdina sjálvir, fara allir fiskimenn at fáa útgjald, tá skaðar gera seg galdandi. Løgfrøðingar fara uttan iva at føra fram, at heimild ikki er fyri hesum, men tað er tað, so har hava vit onkið at óttast. ALS – Her siga løg­frøð­ ingar, at heimild ikki er hjá fiskimonnum at fáa út­gjald. Her fara eg so at krevja, at lógin verður broyt, so hon svarar til van­lig mannarættindi, tí sum støðan er nú, verður gjørdur munur gjørdur á fiskimonnum og øðrum samfelagsbólkum. Pensjón – Eg fara at krevja, at bæði reiðarar og mynduleikar gjalda inn í ein pensjónskassa, sum skal koma øllum fiskimonnum til góðar. Hví fari eg at krevja myndugleikarnir at gjalda í kassan? Tað er tí, at fiskimenn eiga milliardir til góðar í landskassanum. Tað kemst av tí, at fiskimenn í fleiri áratíggund hava ver­ið tvungnir at goldið heimatrygging fyri fiski­ menn. Hetta meta fiskimenn sum eina brotsgerð móti teimum. Her hevur lóg­ gevandi myndugleikin valt sær ein bólk út at kúga við eykagjaldi, og tað er fiskimaðurin. Hesar pengar eiga vit til góðar, og teir skulu vit hava. Ná fiskimenn, hvat siga tit? Nú hava tit nakað at hugsa um, ikki so? Lat okkum nú standa saman, so skulu vit berja alla kúg­ an og allan órætt niður, sum verður framdur móti okkum. Setið tykkum í samband við meg um tað, sum ligg­ ur tykkum á hjarta, eg eri tykkara maður, ein fiski­ maður við hjarta fyri fiski­ monnum. Útvarpið stuðlar Dan Petersen, meðan fiskimenn stuðla Jan Højgård Toftir Jan Højgård viðmerkingar