týsdagur 21. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 225 - 21. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Seinasta týsdag bórust boðini brád
liga, at Petur Jacobsen var deyður
– fimmti ára gamal. Hann doyði av
arbeiðsvanlukku á Argjum í gravi
maskinu, ið fáur so væl sum hann
dugdi at føra
Petur var sonur Kristian Jacobsen
og Turid, fødd Kjærbo, seinni broytt
til Gunnrim. Hann var úr Havn og
hon úr Sumba.
Trý vóru tey systkini: Elstur var
Petur og so koma Kristina og Sólfríð.
Børnini vuksu upp við Oyggjarvegin
í Havn.
Øll, ið kendu Petur vistu, at tað at
arbeiða lá til hansara. Sum Bergur
Debes Joensen, prestur segði yvir
børuni í Havnar Kirkju leygardagin,
so var tað ikki tað skrivliga og bókliga
arbeiðið, men at fáast við bilar og
maskinur.
Hann fekk roynt seg í ymsum arbeið
um tey fyrstu árini: Var boðdrongur á
Telegrafstøðini eina tíð, í timburlæru
eitt ár, á bilverkstaðnum hjá Wenzel
eitt skifti, til hann fór at koyra vørubil
hjá Frants Restorff. Har var hann eini
tvey ár – og har møtti hann eisini
Sæmundu.
Tað eru nú okkurt um 30 ár síðan,
at tað rann saman teirra millum. Tey
fingu sjey børn: Sámal Kristian, Turid,
Sunnleif, Petur, Súsanna, Magnus og
Sigrið. Sámal er 29 ár og Sigrið er
fýra, so har eru 25 ár ímillum elsta og
yngsta. Abba- og ommubørnini eru
tvey: Sissal og Brandur. Í konuni Sæm
undu hevði Petur góðan og trúgvan
stuðul. Hon hevur arbeitt heima øll
árini. Seinastu 20 árini hava tey búð
í Djúpagili í Hoyvík.
Eftir tíðina hjá Frants Restorff
fór Petur undir egið virksemi. Hann
byrjaði egna vørukoyring, til hann
fór undir entrepenørarbeiði. Hann
keypti gravmaskinur, lastbilar, og
onkuntíð hevði hann fleiri fólk í
arbeiði. Í entrepenørarbeiðnum
vóru útstykkingar í Suðurstreymi
og aðrastaðni um landið. Hann gróv,
hann sprongdi, hann legði rør, hann
planeraði.
Men ikki bara arbeiði hugsaði Petur
um. Familjan hevði eisini stóran týdn
ing fyri hann. Sjey vóru nú børnini,
so har var nógv at síggja til. Í Hvalvík
hevði Petur keypt eini fitt, gomul
hús. Har var hann nú so ofta, hann
kundi. Hann umvældi og gjørdi um,
og hann hevði ætlanir. Hann hevði
stórar ætlanir í Hvalvík, har hann
fall til alt meiri og meiri. Har norðuri
kundi hann slappa av, men har hevði
hann ætlanir um at fara undir eina
størri verkætlan. Hetta var ein ætlan,
hann var sera spentur uppá, tí hon sá
so lovandi út. Eisini fyri framtíðina
hjá familjuni.
Men mongum brestur ætlan. Undir
arbeiði á Argjum kemur Petur út fyri
einum skaða, sum kostaði honum
brádliga lívið. Mitt í øllum var hann
rivin burtur. Fyri familju og vinir ein
ræðulig og sjokkerandi hending. Ein
royndur entrepenørur var bráddliga
farin.
Tað er so mangt, sum kundi verið
sagt um Petur. Í kirkjuni bar prestur
fram nøkur eyðkenni, ið fólk nikk
andi kundu taka undur við lýsa væl
mannin:
»Hann var sera hjálpsamur per
sónur«.
»Góður at heita á. Og gjørdi ikki alt
upp í pengum. Heldur øvugt«.
»Alt ov góður av sær«.
»Ein góður og hjálpsamur vinur!«
Friður verið við minninum um
Petur Jacobsen.
Royndi entrepenørurin
Petur Jacobsen farin
28. mai 1956 – 14. november 2006
Mikudagin 22. november
hevði mamma, Josefina
Højgaard á Toftum, fylt 74
ár. Hendan føðingardagin
kom hon ikki at uppliva.
Mamma doyði 21. septem
ber í ár, og hóast hon tey
seinastu árini hevði nógv
brek at dragast við, so kom
deyðin sum ein rættiligur
hvøkkur fyri meg og alla
familjuna.
Mamma var úr Brekkum
á Toftum. Foreldur hennara
vóru Dagmar og Pidde
Højgaard, sum bæði eisini
vóru av Toftum. Mamma
var elst av fýra systkjum
og einasta genta. Sum
ung fór hon í handilin hjá
abba sínum D.P. Højgaard
at arbeiða, men eitt ár var
hon í Danmark og arbeiddi
á einum røktarheimi, men
kom aftur í handilin hjá
langabba at arbeiða, har
hon var, til hon giftist pápa,
Eskild, sum eisini er av
Toftum. Saman fingu tey
fimm børn.
Mamma var sera áhugað í
øllum lívsins viðurskiftum.
Hon fylgdi væl við í hvat
fyrifórst í samfelagnum.
Henni dámdi væl at lesa
og ikki at tala um kross
orðagáturnar, sum hon
hevði sum dagdvølju.
Mamma dugdi væl at gera
mat, og fáir føðingadagar
eru farnir burturúr her suð
uri, har hon ikki er komin
suður og hevur tikið hond
í við fyrireikingunum. Væl
dámdi henni eisini at savna
familjuna í heiminum á
Toftum, ongantíð vóru vit ov
nógv eftir hennara tykki, og
væl tók hon í móti versyni,
verdøtrum, ommubørnum
og langommusyni. Hon var
líka við øll, og altíð hugsaði
hon meiri um onnur enn seg
sjálva.
Mamma var eisini stutt
ligt, hon dugdi væl at taka
til og fortelja. Hon hevði
góða sangrødd og sum yngri
sang hon í kórinum hjá
Hans Jacob Højgaard. Tað
var ein stór uppliving fyri
hana, tá ið tey eftirlivandi
av kórinum møttust aftur
til eina minningarkonsert
í kirkjuni á Toftum.
Kirkjuna var mamma
góð við og vitjaði trúgv,
og sum presturin segði í
gravartalu síni, møtti hon
eisini altíð til tær konsertir,
sum vórðu hildnar har.
Tann seinasta tíðin hjá
mammu var strævin. Vit
hildu øll, at tá ið hon hevði
vunnið á ringu sjúku síni
í fjør, fór hon at uppliva
nøkur góð ár afturat, men
so skuldi ikki verða. Hon
datt, og fekk boð um at sita
í koyristóli í tríggjar mán
aðir, men sum altíð tá ið tað
kom til sjúku hjá mammu,
so sá hon ljóst upp á alt og
væntaði, at aftan á tveir
mánaðir, fór hon aftur
at ganga. Tað gjørdi hon
tó ikki her, men heima í
himmalinum.
Eg tosaði í telefon við
hana um morgunin, sum
hon doyði seinnapartin.
Lagið var sera gott, hon
helt, at nú gekk alt framá,
og eg gleddist við henni.
Tí komu deyðsboðini sama
dagin sera dáttliga við. Tað
uggar meg tó at vita, at hon
í dag er sloppin undan allari
pínu og hevur tað gott, har
hon er.
Við hesum fáu orðum vil
eg lýsa frið yvir minninum
av mammu míni, Josefinu
Højgaard.
Herdis
Minningarorð um
mammu mína
Josefinu Højgaard
á Toftum
Her síggja vit Petur saman við abbasoninum, Brandi. Myndin er tikin, tá
Petur í september gróv út hjá soninum Sámal Kristiani, sum byggir á
Velbastað
Lesið Sosialin - so eru tit við