Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 13 Kistan við Johannes Jacobsen, Oyrabakki, fer av Røktarheiminum á Mørkini í dag kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju mikudagin kl. 13.00. Jallgrím Hentze av Sandi andaðist á Landssjúkrahúsinum í dag, 94 ára gamal. Maria Arge Myklebust úr Havn, vanliga nevnd Systi hjá Bil-Óla, búsitandi í Myklebust á Harøy pr. Ålesund, andaðist sunnudagin 75 ára gomul Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tað er við stórari samkenslu, at eg skal seta meg niður og festa minningarorð á blað um vinin og formannin í Argja Bóltfelag, Tórálv Stenberg, sum bleiv tikin frá okkum eftir stutta sjúkralegu, bert 52 ára gamal. Argja Bóltfelag og føroyskur fót­ bóltur hava mist eina sanna eldsál. AB ímyndin farin, tíverri verður Tórálvur ikki partur av AB ferðalagnum, sum komandi ár ferðast kring landið, at vitja tey bestu. Soleiðis skrivað ítróttarfeløg kring landið um Tórálv, og tað er so satt sum tað er sagt. Eg kom at kenna Tórálv, tá hann bleiv venjari hjá tí eldra soninum hjá mær, sum tá bert var 8 ára gamal. Vit sum fylgdu við, bæði til venjing og dystir sóu skjótt, at Tórálv brendi fyri, at venja dreingirnar og var somu­ leiðis sera góður við teir, og teir við hann. Tað var mangan áðrenn dyst, at hann bjóðaði teimum heim til sín, til ein bita, ja, Tórálv visti hvat skuldi gerast fyri at fáa gott úrslit. Úrslit gav tað eisini, í 1999 blivu dreingirnir føroyameistarar í smá­ piltadeildini, ið var fyrsta meistara­ heitið í mannfólkafótbólti hjá AB, og seinni vunnu teir bæði silvur og bronsu, eitt megnar arbeiði av Tórálvi. Tórálvur vandi dreingirnar líka til tann dag, hann fall fyri sjúku. Í 2000 tók Tórálvur við sum for­ maður í AB, og vit sum stóðu AB nær, sóu skjótt at hesin maðurin vildi nakað, sum nógv aldri høvdu droymt um, og tað var at fáa AB upp í fremstu deild í føroyskum fótbólti. Tórálvur visti væl, at skuldi kósin setast fyri at náa málið, skuldi sjálv­ andi eisini nógvur peningur til. Hann vildi hava eitt Stuðlafelag sett á stovn, fyri at fáa pening til vega. Hann kom heim til mín, og spurdi um eg kundi hjálpa honum við at koma í nevndina í Stuðlafelagnum. Eg vildi ikki siga nei, tí eg visti at hesin maðurin brendi fyri AB, so eg segði við hann, at sjálvandi vil eg hjálpa til nú eg eisini havi børn í AB. Tann 28. februar 2001 var Stuðla­ fel­agið stovnað, og eg gloymi ikki hvussu glaður Tórálvur tá var, nú hevði hann nátt tað fyrsta málið. Eg gjørdist formaður í Stuðla­fel­agn­ um, og nú komu vit báðir at hava nógv við hvønn annan at gera. AB var tá í 2. deild, so tað var langt á mál. Nevdin í AB og Stuðlafelagnum tóku arbeiði í størsta álvara, og við Tórálvi á odda var gongd sett á ar­beiði. Tí vit vistu, at tað ið Tórálvur hevði sett sær sum mál, vildi hann eisini náa. Tað var ofta ein tungur róður at rógva og ofta breyt í bæði borð, men Tórálvur góði, tú gavst ikki, tað var ikki altíð stuttligt hjá tær at verða formaður í AB. Vit høvdu vónað, at tað ikki skuldi takað so nógv ár at náa málið, men í ár, 7 ár eftir at tú setti kósina, bleiv málið sum tú strembaði eftir nátt. Tórálv var ein rørdur og stoltur for­ maður, tá ið tað var staðfest at AB hevði nátt ovastu rók í føroyskum fót­bólti og tað vórðu vit øll samd um, at tað hevði hesin stríðsmaður so hjartaliga uppiborið. Tað eru nógv góð minnir ið renna fram fyri meg, sum vit hava havt saman í AB. Tórálvur skipaði fyri trimum túrum til fótbóltskappingar í Danmark við dreinginum ið hann vandi, og har sluppu vit sum foreldur við. Hetta vóru ógloymandi túrar, ið vit sum for­eldur og dreingir aldri koma at gloyma. Tórálvur plagdi at siga við meg, hvat skuldi eg gjørt um eg ikki hevði eina konu sum Haldis, sum stuðlar mær so væl í øllum. Ja, góða Haldis, Tórálvur fekk allan tann stuðul frá tær, sum tú kundi geva honum. Tórálvur takk fyri allar tær ógoym­ andi løtur og góð minnir í AB, takk fyri allar tær góðu og hugnaligu løtir í heiminum hjá tær og Haldis. Tórálvur, trúgvur vart tú, tað var neyvan dagur, at tú og eg ikki tosaðu við hvønn annan. Røddin er tagnað, vit standa spyrjandi, men fáa einki svar. Góða Haldis, Fróði, Jónas og Heð­ in, tit hava mist ein góðan mann og pápa. Vit drýpa høvur í stóru sorg yvir Tórálv Stenberg, tú verður aldri gloymd­ur, men í minninum goymdur. Má Harrin styrkja tykkum, sum eftir sita. Hervið lýsið eg frið yvir vinin og stríðsmannin Tórálvur Stenberg. Hvíl í friði góði frændi. Andrass Drangastein Minningarorð um Tórálv Stenberg f. 25. august 1954 – d. 10. november 2006 Dagin fyri Mortansmessu fór tú heim til himnahøll har vit hittast aftur øll Mong spor tú eigur inni í Vikan uppi í hamri millum klettarnar situr hugtungur fuglur, hví kúrur tú tí sonur av Saltnesi er ikki millum okkum meir Lívið er eins og blóman á markini prýðir haga og bø og hvørvur Røddin »Kom so AB« nú er tagnað Felagið títt hjartabarn var Tína eldsál - vit aldrin gloyma. Hvíl í fri góði Tórálvur Guðs einglavakt verði hjá tær ærað veri minni títt. Steinbjørn Viggosson Olsen Til minnis um Tórálvur Stenberg ættaður úr Saltnesi búsitandi á Argjum Dagurin í morgin 22. november. Cecilia, deyð umleið ár 225. Róm­versk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínslu­váttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda. Nikolai Mohr føddur hendan dagin í 1742. i