týsdagur 21. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 225 - 21. november 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Aftur vinir
Iran og Sýrialand hava
gjørt av at knýta tað
diplomatiska sambandið
aftur, eftir at londini ikki
hava havt slíkt samband
síðani 1982. Hóast Baath-
flokkurin hevur sitið við
ræðið í báðum londunum,
hava viðurskiftini teirra
millum verið kaldlig líka
síðani í sjeytiárunum.
Undir krígnum millum
Irak og Iran í áttatiárunum
var Sýrialand í parti
við Iran, og táverandi
sýriski forsetin, Hafiz
al-Assad, tók undir við
innrásini í Irak í 1991.
Í síðstu viku var sýriski
uttanríkisráðharrin í
Bagdad, og í gjár varð
so boðað frá, at londini
knýta tað diplomatiska
sambandið aftur.
Skal
útflýggjast
Kongur í
rættin
Í Nepal krevur ein almenn
nevnd, at Gyanendra
kongur verður stevndur
fyri rættin, tí hann gav
trygdardeildunum boð
um at skjóta eftir mót
mælisfólki í apríl í ár.
Minst 22 fólk lógu eft
irá, og uppaftur nógv
fleiri
vórðu
særd.
Nevndin sigur, at meiri
enn 200 politikarar og
embætismenn eru sam
sekir. Stjórnin hevur lov
að at fylgja tilmælinum
hjá nevndini, men eyg
leiðarar vænta ikki, at
kongur verður drigin
fyri rættin.
Myndugleikarnir í Kro
atia krevja, at norsku
myndugleikarnir skulu
útflýggja ein 43 ára
gamlan kroata, sum situr
í varðhaldi í Oslo. Dam
ir Sireta kom til Noregs
í 1998, men tvey ár
seinni fekk hann 12 ára
fongsulsdóm í Kroatia
fyri at hava beint fyri
200 kroatiskum krígs
fangum í 1991. Í heyst
bóðu kroatisku myndug
leikarnir um at fáa hann
útflýggjaðan úr Noregi,
og 6. oktober bleiv mað
urin tikin í Oslo og settur
í varðhald, meðan málið
verður kannað.
– Oljan í Miðeystri hevur so stóran týdning fyri
USA, at landið kann ikki taka seg úr Irak
(bretsk frágreiðing)
Oljan í Miðeystri ger,
at amerikanararnir
kunnu ikki taka seg
úr Irak, siga bretskir
serfrøðingar
Sambært The Oxford Rese
arch Group er einki, sum
bendir á, at kríggið ímóti
yvirgangi fer at enda enn á
sinni, og stovnurin væntar
ikki, at USA fer at broyta sín
politikk í Irak og Afghanistan
stórvegis, sjálvt um demokrat
arnir hava fingið meirilutan í
Kongressini.
The Oxford Research
Group sigur, at USA er
í einari tvístøðu í Irak.
Verða teir amerikonsku her
menninir tiknir haðani, fáa
hernaðarligir bólkar leysar
teymar í tí týdningarmikla
oljulandinum. Verða teir
amerikonsku hermenninir hin
vegin verandi í Irak, fara teir
at virka sum ein magnetur,
sum dregur víðgongdar bólk
ar til sín.
Tað er Paul Rogers, pro
fessari á lærda háskúlanum
í Bradford, sum hevur orðað
frágreiðingina hjá The
Oxford Research Group.
Hann sigur við blaðið The
Guardian, at tann nógva
oljan í londunum við Persa
flógvan fer at hava alstóran
týdning fyri USA og Kina í
framtíðini, og at bæði lond
ini tí hava áhuga í viður
skiftunum har. Tí er tað
heilt óhugsandi, at USA fer
at taka seg úr økinum, sigur
Paul Rogers. Hann væntar
ikki, at amerikanararnir fara
at broyta Irak-politikkin stór
vegis, tá saman um kemur.
– Tað grundleggjandi mis
takið var, at stýrið hjá Sad
dam Hussein bleiv rikið frá
við hermegi. Avgerðin at
senda 150.000 amerikanskar
hermenn inn í sjálvt hjartað í
tí arabiska heiminum var ein
gáva til felagsskapir og bólk
ar sum al-Qaeda, og hetta
hevur borið í sær, at í øllum
økinum verður amerikanska
hermegin roknað sum herset
ingarvald, sigur Paul Rogers
við The Guardian.
Kríggið ímóti yvirgangi kann vara í 30 ár
Amerikanska sjóverjan
gjørdi kvetti, tá hon
fekk eyga á eitt løgið far
Tað løgna farið var gjørt úr
trimum rørum, men tá sjó
verjuskipið nærkaðist tí uttan
fyri strondina í Costa Rica,
kavaði tað. Tað eydnaðist
kortini sjóverjuskipinum at
finna farið aftur, og einar tveir
favnar undir vatnskorpuni
komu kavararnir fram á ein
heimagjørdan kavbát, sum
kortini ikki líktist nøkrum
øðrum kavbátaslagi.
Báturin var gjørdur úr glas
trevju og viði, og hann hevði
siglt einar 125 fjórðingar úr
Kolombia á veg til USA, tá
sjóverjan kom fram á hann.
Hann gekk einar sjey míl.
Tá amerikonsku sjóverju
menninir fóru umborð á
kavbátin, vísti tað seg, at
hann var stúgvandi fullur av
rúsevninum kokain. Lastin
vigaði hálvt fjórða tons, og
teir fýra menninir, sum vóru
við bátinum, vórðu alt fyri
eitt tiknir og skuldsettir fyri
rúsevnasmugling. Tann sjáld
sami kavbáturin varð togaður
til Costa Rica.
Amerikanska sjóverjan
er regluliga á varðhaldi úti
fyri strondini í Costa Rica,
og higartil í ár hava sjóverjan
og myndugleikarnir í Costa
Rica lagt hald á 18 tons av
kokaini.
Smuglaðu rúsevni í sjáldsomum kavbáti
Mangt verður brúkt til at smugla rúsevni við. Hesin kavbáturin er so tað seinasta
Aftur í morgun skutu
ísraelskir stríðsvognar eftir
støðum í Gaza, haðani
hendan myndin er. Umleið
320 palestinar hava latið lív,
síðani ísraelski herurin fór
undir tey seinastu átøkini í
Gaza. Umleið helmingurin av
teimum eru sivilfólk.
320 palestinar deyðir