Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 225 - 21. november 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Hetta er helst bara ein staðfesting av, at Kyndil í løtuni er eitt botnlið Jónleif Sólsker, venjari hjá Kyndli Hetta var ikki ikki gott Eftir dystin fingu vit orðið á ein skuffaðan venj­ ara hjá Kyndli. Jónleif Sól­sker var alt annað enn nøgdur við innsatsin hjá leikarunum henda dagin. – Nei, hetta er als ikki gott nokk. Hetta er helst bara ein staðfesting av, at Kyndil í løtuni er eitt botnlið. Eg haldi, at vit skulu vera glaðir fyri, at vit ikki taptu enn meir, tí eina løtu sá út til, at VÍF veruliga fór at buka okkum av, men tíbetur bleiv tað ikki heilt so gali. Vit hava tó fingið Høgna Klein aftur, og vónandi kann hann vera við til at venda gongdini næstu dystirnar. Væntaðu ein harðari dyst Vit fingu eisini orðið á topp­skjúttan hjá VÍF, Regin Joensen. Hann var sum vera mann væl nøgdur við dystin, men var ikki heilt nøgdur við síðsta korterið. – Hetta var sjálvandi ótrúliga stuttligt. Vit vóru sera uppsettir í dag, og væntaðu at møta einum tendraðum kyndilsliði. Dysturin bleiv tó lættari enn vænta, og vit eru sera fegnir um fyrstu 45 min­ uttirnar, har vit stutt og greitt hølva teir av. Síðsta korterið sløsa vit nakað nógv, og tí gerst mun­ urin ikki heilt so stórur, sum hann kanska átti at verið. VÍF vann ein sann­ førandi sigur, tá teir møttu Kyndli á Hálsi í bestu mansdeildini. Kyndilsmenn skulu vera glaðir fyri, at sig­ urin ikki gjørd­ist enn størri, tí klassa­munur var á liðunum báðum Hondbóltur, menn Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ofta verður tosað um klass­ ik­aran í føroyskum mans­ hondbólti. Tá meina fólk við dystirnar í millum Kyndil og VÍF, og ein av hesum var á skránni í høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Undan dystinum lá VÍF á triðja plássi, men við einum sigri kundu teir liggja seg á fyrsta plássi í bestu mansdeildini. Árið hjá meistarunum úr Kyndli hevur hinvegin verið alt annað enn gott. Kyndil lá undan dystinum á aftasta plássi við tveimum stigum. VÍF vísti stórspæl Liðini løgdu óvanliga hart fyri frá byrjan av, og longu eftir tríggjar minuttir var støðan 3-3. Munurin á liðunum var ikki tann heilt stóri fyrstu løtuna av dystinum, og eftir 10 minuttir førdu vestmenningar við einum máli, 6-5. Fyrstu minuttir var tó okkurt sum bendi á, at Kyndil hevði trupulleikar at leika seg fram við stóru og sterku VÍF-verjuni, og hetta kom til sjóndar eftir teir fyrstu 10 minuttirnar. Verjan og málverjin hjá vest­menningum tóku sær av øllum næstu løtuna, og í 7 minuttir megnaði Kyndil einki mál at fáa, meðan vest­ menningar skoraðu fýra ferðir. So var støðan knapp­ liga 10-5 til VÍF, og nú var grundin løgd fyri enn einum sigri. Hesa løtuna koyrdu skjótálopini eisini ótrúliga væl hjá VÍF, og serliga Regin Joensen á høgra vongi dugdi at gera sær dælt av hesum. Kyndil royndi tó at kempa seg aftur í dystin, og tá fimm minuttir manglaðu av fyrra hálvleiki høvdu teir kempa seg upp á 9-12, og nú tóktist dysturin aftur at vera opin. Men so hevði VÍF fingið nokk. Tað sást týðiligt, at teir vóru sera uppsettir henda dagin, og móti endanum av fyrra hálvleiki megnaðu teir eisini í roynd og vera at avgera dystin. Síðstu fimm minuttirnar skoraði Kyndil slett ikki, meðan VÍF fekk heili 6 mál, so hálv­leiksstøðan var 18-9 til VÍF. Rættiligt sorl lá í luftini VÍF helt fram í seinna hálv­ leiki, har teir høvdu slept í fyrra. Verjan og málverjarnir stóðu ótrúliga væl, og so dugdi álopið at halda trýstið á kyndilsverjuna, soleiðis at teir at enda komu fram til góðar møguleikar at kalla hvørja ferð. Meðan alt rigg­aði hjá VÍF, so riggaði einki hjá Kyndli. Verjan var ikki nóg stinn, og tá málverjarnir ikki fingu ta neyðugu hjálp­ina frá verjuni, so stóðu teir heldur ikki væl. Álopið riggaði heldur ikki, sum tað skuldi, og hetta sást væl fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Eftir 10 min­uttir hevði Kyndil bara fingið eitt mál, og nú førdu vestmenningar heili 24-10, og rættiligt sorl lá í luftini. Eftir hetta byrjaðu vest­ menningarnir at slappa meir av, og teir gjørdu sær ikki nóg stóran ómak. Hetta gav Kyndli møguleikan at pynta nakað upp á støðuna, og hesum tilboði tóku teir gleðiliga av. Næstu løtuna skiftust liðini um at skora, og tá støðan var 29-16 eftir 20 minuttir, so megnaði Kyndil at skora fýra mál á rað til støðuna 29-20. Síðstu løtuna skiftust liðini um at skora, og endaliga støðan gjørdist 33-24 til VÍF, sum nú hevur lagt seg á odda í Atlantic Airways deildini saman við StÍF. Hjá Kyndli sær als ikki gott út. Teir skulu vera sera glaðir fyri, at munurin ikki gjørdist enn størri enn tey níggju málini. Um VÍF hevði gjørt sær ómak seinasta korterið, so kundu teir saktans vunnið við 20 málum, so einki er at ivast í, at Kyndil er í eini svárari kreppu. Høgni Klein var tó við aftur henda dystin, og kanska hann kann vera við til at venda gongdini komandi dystirnar. Kyndil-VÍF 24-33 (9-18): Knúsandi sigur til VÍF Kyndil-VÍF 24-33 (9-18) Málskjúttar: Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 6 (1), Rókur Akralíð 5, Ragnar Stakksund 2, Regin Fossaberg 2 (1), Hanus H. Johansen 2, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Kenn Zachariasen 1 VÍF: Regin Joensen 7, Rói Lamhauge 5 (1), Sámal Joensen 4, Agnar Joensen 4, Áki G. Olsen 4, Ingi Olsen 3, Áki Olsen 2, Harald Bjørgvin 2, Jóan Pauli Høgnesen 1, Dejan Lacok 1 Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 2 Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 3 FAKTA VÍF vísti stórspæl, tá teir snøgt sagt bukaðu Kyndil av á Hálsi. Við sigrinum hevur VÍF nú lagt seg á odda í bestu mansdeildini, meðan Kyndil enn liggur á aftasta plássi Mynd: Álvur