týsdagur 21. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 225 - 21. november 2006 ]
Enn eitt tepurt tap
Talan gjørdist um føroyskt 0-1 tap, tá kvinnulandsliðið í
fótbólti í gjár spældi næsta dystin í undan-undankappingini
til EM. Dysturin var móti Kasakhstan, og tó at føroyska liðið
var sera væl við í dystinum, so eydnaðist tað mótstøðuni at
avgera við einasta málinum. Føroyar spæla seinasta dystin
í kappingini mikudagin, tá dystur er móti Makedonia. Tað
er tó longu nú greitt, at dysturin um oddasessin og víðari
luttøku stendur millum Wales og Kasakhstan.
Tríggir føroyingar til Werder Bremen
Ungir føroyskir fótbóltsspælarar eru javnan til venjingar uttanlands, og í
heyst hava fleiri verið avstað.
Nú skulu tríggir ungir mans afturat royna seg í Týsklandi. Tað er Werder
Bremen, sum hevur boðið ungu føroyingunum til venjing í eina lítla viku.
Føroysku spælararnir fara avstað 26. november og koma aftur fyrst í
desember.
Spælararnir eru 16 ára gamli Páll Klettskarð og 14 ára gamli Helgi Samson,
sum báðir eru úr KÍ, og 15 ára gamli Heini Vatnsdal úr VB.
Allir tríggir hava gjørt var við seg á ungdómslandsliðunum hjá FSF, og
bæði Páll og Heini hava áður verið til royndarvenjingar uttanlands.
Talvið hesa
vikuna
Steintór Rasmussen
(2121) – Torkil Nielsen
(2046)
1.
deild
KTF-ST
(18.11.06)
1.d4 f5 2.Ric3 d5 3.g4 (Ja,
ger so væl Torkil! Steintór
tykist at vilja sleppa út
teoriini og harvið skapa
óbalansu í støðu Torkils.
Áhugavert finnuoffur)
3...fxg4 4.Bg2 Rif6
5.Bg5 c6 6.Fd3 g6 7.h3!
(Steintór vil leika f3-e4,
og tískil má g-finnan
vekk av vegnum) 7...Bf5
8.Fe3 Ribd7 9.0–0–0 Fa5
10.hxg4 Rixg4 11.Fg3
Rigf6 (Torkil hevur
eins og Steintór telvað
byrjanarspælið
væl)
12.Kb1 0–0–0 13.f3 Bg7
14.e4 dxe4 15.fxe4 Be6
16.Bd2! (Lúmskur leikur.
Torkil hoppar í felluna)
16...Rih5?
Støðumynd aftan á
16…Rih5
17.Rxh5! Fxh5 18.Bf3
(Svarta frúgvin hevur
bert eitt stað at fara, á
a5, men so hevur hvítur
Rid5! og tað verður mát
á e7 ella c7) 18...Be5
(...tískil má Torkil lata
bispin) 19.dxe5 Fxe5
20.Bf4 Fa5 21.Rige2 Bf7
22.Bg4! e6 23.Rid4 Ric5
24.Bd6 h5 25.Bh3 Rxd6
(Panikkur. Men svartur
hevur tapta støðu. Hvítu
brikkarnir samvirka sera
væl) 26.Fxd6 Rd8 27.Fe7
Rd7 28.Ff8+ Fd8 29.Fxc5
(Torkil kundi havt givið
upp, men hann treiskast
nakrir leikir aftrat)
29...Fh4 30.Ff8+ Kc7
31.Ridb5+ (Steintór var
veruliga í hopla hendan
dagin. Taktiska snildið
bilar als ikki) 31...cxb5
32.Rxd7+ Kxd7 33.Fxf7+
Kd8 34.Ff1 Ke7 35.Rixb5
g5 36.e5 g4 37.Bg2 a6
38.Rid6 1-0
Nú trý umfør eru
telvd, eru klaks
víkingar eina sponn
framanfyri vestmenn
ingar
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Kollafjarðar Talvfelag er
í stórari kreppu. Torført er
hjá Hans Kristian Simonsen
og hinum kollfirðingunum
at manna tað eina liðið teir
hava í FM-liðkappingini. Tá
stendur sjálvsagt sera illa
til. Fyrst í øldini var KT eitt
hitt fólkaríkasta talvfelagið
í landinum við umboðan í
øllum deildunum.
Tá vestmenningar komu
á vitjan í Kollafirði leygar
dagin manglaðu heimaliðið
mannin á 4. borði. Sjúrður
Thorsteinsson - sum saman
við John Rødgaard var kom
in úr Suðuroy - vann tískil
talvið uttan at flyta ein leik.
Hans Kristian leikti
somikið væl byrjanarspælið
við svarta fólkinum, at John
Rødgaard sá seg ikki føran
fyri at fáa nakran serliga
fyrimun. Teir samdust um
ein skjótan javnleik. Jákup
á Rógvi Andreasen vann á
3. borði trygt á Árant Djur
huus.
Longsta talvið varð millum
Eyðálvur Johannesen og
Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Seinast nevndi hevði lítlan
fyrimun í miðspælinum,
men eitt mistak viðførdi, at
Eyðálvur fekk betri støðu.
Støðan tyktist tó at vera í
javnvág, tá teir samdust um
javnleik í fjórða tímanum.
Vestmenningar hava nú 8
stig, meðan kollfirðingtar
hava -1 stig. Orsøkin til min
usstigið er, at stig verða tikið
frá liði, sum ikki megnar at
møta fullmannað til dyst.
Sandavágsmenn
høvdu møguleikar
Klaksvík 1 vann á heima
vølli stórsigur 3,5-0,5
á
sandavágsmonnum.
Hugdu tú at støðunum á
talvborðunum hálvan tíma
undan seinasta talvið var
liðugt, hevði tú ikki væntað
slíkan stórsigur. Eitt nú hevði
Bernhard Augustinussen
vinnandi støðu ímóti Finn
bjørn Vang, og javnvág var
í talvinum millum unga
evnaríka Rógva E. Nielsen
og Ólavur Simonsen.
Men við eitt varð vent í
holuni. Bernhard misti sín
riddara á miðjum borði, og
Rógvi yvirspældi sína støðu.
2-0 til KTF. Og stutt aftan
á vann Steintór Rasmussen
á Torkili Nielsen. Steintór
telvaði sera optimistiskt og
væl.
Olaf Berg, sum nú telvar
við ST, og Heini Olsen leiktu
ein áhugaverdan javnleik á
1. borði. Klaksvíkingar tykj
ast væl fyri í ár, og torført
verður ivaleyst hjá verandi
føroyameistarunum úr Vest
manna at endurtaka flotta
FM-sigurin. KTF 1 og KT
hittast í 4. umfari. ST og
KTF 2 verður ein spennandi
og opin dystur.
Styrkt havnarlið
vann stórsigur
Havnarmenn hava styrkt sær
liðið við hvalvíkingunum
Finnbjørn Zachariassen og
Martin Brekká. Klaksvík 2
fekk einans hálvt stig norður
við til Klaksvíkar aftur.
Martin Poulsen hevur
fingið eina góða kapping
arbyrjan við 2,5 stigum av
3 møguligum. Hann vann
uppgerðina á 1. borði ímóti
Terja Petersen.
Við sigrinum hava havn
armenn 6,5 stig og nærk
ast nú toppinum. Megna
teir støðugt at hava somu
manning, kunnu teir sakt
ans fáa oddaliðini aftur.
Komandi leygardag hava
havnarmenn møguleika at
ota seg enn longur fram, tá
ið teir vitja í Vestmanna.
Klaksvík 2 er framvegis
væl fyri við sínum 5,5
stigum.
2. deild
Vestmenningar hava tvey
lið í 2. deild, og sigast má,
at munur er á liðunum. Tað
eina er nevniliga fremst,
meðan hitt er aftast. Havn
in 3, Sandavágur og Havn
in 2 fylgja tó væl við odda
liðnum.
Sandavágur er fremst í
unglingadeildini, meðan
Klaksvík 3 hevur leiðsluna
í 3. deild.
Klaksvíkingar á odda
Talvúrslit og –støður
1. deild
Kollafjørður - Vestmanna
0-3
Klaksvík 1 - Sandavágur
3,5-0,5
Havnin – Klaksvík 2
3,5-0,5
Støðan
1 Klaksvík 1
8,5
2 Vestmanna
8,0
3 Havnin
6,5
4 Klaksvík 2
5,5
5 Sandavágur
3,5
6 KT
-1,0
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
1 VÍF
6
4
-
1
-
1
172
159
13
2 StÍF
6
3
-
3
-
0
167
164
3
3 Neistin
6
4
-
0
-
2
197
172
25
4 KÍF
6
2
-
1
-
3
158
163
-5
5 H71
6
1
-
1
-
4
162
177
-15
6 Kyndil
6
1
-
0
-
5
163
184
-21
Martin Poulsen hevur fingið eina fína byrjan
í liðkappingini. Higar til er úrtøkan 2,5 stig
av 3 møguligum