týsdagur 21. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
17
Í einari høll á eystara
armi á Borðoyarvík
eru nakrir menn hjá
KJ Hydraulik í ferð
við at gera ein alibát.
Hetta er ein sokallað
tvíkilja, og hon er
tann fyrsta, sum
verður smíðað eftir
steðg í næstan fýra ár
Alivinnan
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
KJ Hydraulik á Kambsdali
og Hydrotech á Eiði vóru
tvey av feløgunum, sum
fingu at kenna sviðan av
bakkastinum í alivinnuni
fyri nøkrum árum síðani.
Hydrotech hevði tá bygt 17
bátar til alivinnuna, men
tá tann seinasti varð latin
íslendingum í februar í
2003, var eingin bílegging
eftir.
Tí varð avgjørt at lata
virkið á Eiði aftur, og
bygningurin varð seldur
felagnum
Faroe
Marin
Products. Feløgini Hydro
tech og KJ Hydraulik
vórðu løgd saman í eitt, og
virksemið, sum var eftir,
varð savnað á Kambsdali.
Útlitini í alivinnuni vóru
døpur, og útlitini fyri, at
KJ Hydraulik skuldi byggja
fleiri alibátar, vóru eisini
døpur.
Vend í
Nú hevur alivinnan fótað
sær aftur. Útlitini eru góð, og
eins og KJ Hydraulik kendi
sviðan av bakkastinum í
alivinnuni, fær felagið nú
ágóðan av vendini.
Í einari høll hjá felagnum
Skarðhamri í Klaksvík eru
menn hjá KJ Hydraulik í
ferð við at gera eina tvíkilju
til alifelagið Pan Fish Faro
es, ið skal brúka hana til
alingina á Oyndarfirði.
Hon skal latast eigarunum
tann 25. januar. Tann næsta
tvíkiljan er eisini bíløgd.
Hana skal alifelagið Luna
í Gøtu hava. Skrokkurin
kemur til Føroya um árs
skiftið, og hon skal latast
eigarunum síðst í mars
næsta
ár.
Kostnaðurin
fyri hvørja liggur um fýra
milliónir krónur.
Ólavur Asafsson Olsen,
stjóri í KJ Hydraulik, sigur,
at teir hava ikki fingið
fyrispurningar um fleiri
tvíkiljur til alivinnuna enn,
men hann hevur kortini
vónir um, at onkur kemur
afturat.
Úr Letlandi
Skrokkarnir til tvíkiljurnar
verða gjørdir á einari lítlari
skipasmiðju í Letlandi og
fluttir við farmaskipi til
Rotterdam og síðani til
Føroya. Letlendska hand
verkið er gott, og tað
hevur eisini víst seg, at
skipasmiðjan klárar at lata
skrokkarnar til ta ásettu
tíðina. Tann, sum nú verður
gjørdur liðugur í Klaksvík,
varð latin tveir dagar fyri
tann ásetta dagin.
Skrokkarnir eru úr stáli,
men onkur alari hevur
spurt seg fyri um at fáa
eina tvíkilju úr aluminium.
Men
Ólavur
Asafsson
Olsen sigur, at skulu teir
lata tvíkiljur úr aluminium,
noyðast teir at finna onkra
aðra skipasmiðju til at gera
skrokkarnar, tí tað megnar
tann letlendska ikki.
Ein av tvíkiljunum, sum
Hydrotech á Eiði gjørdi í
sínari tíð, var úr aluminium,
og tað er ikki óhugsandi, at
hetta verður tikið uppaftur.
Ólavur Asafsson Olsen sig
ur, at tey hava umhugsað
at fáa útlendskar sveisarar
til Føroya eftir sama leisti,
sum skipasmiðjan á Skála
brúkar, nú hon fer undir at
byggja eitt veitingarskip til
Thor í Hósvík, men enn er
eingin avgerð tikin um tað.
Væl egnaðar
Tvíkiljur eru sera væl egn
aðar sum alivinnuna, tí tær
eru breiðar og hava tí góðan
stabilitet og góð berievni.
Harafturat orka tær væl at
toga. Tvíkiljurn, sum nú
verður gjørd til Pan Fish
Faroes, er 12 metrar long
og seks metrar breið, og teir
báðir motorarnir vera 270
hestar hvør. Tvíkiljan, sum
Luna hevur bílagt, verður
15,5 metrar long og seks
metrar breið og skal hava
tveir 300 hesta motorar.
Umframt sjálvan skrokk
in ger letlendska skipa
smiðjan tangar, lúkur, mast
ur og stýrihúsið. Motorarnir
verða settir í í Føroyum eins
og gervi, aksil, krani og
øll útgerðin í stýrihúsinum.
Motorarnir eru av slagnum
Iveco, sum KJ Hydraulik
umboðar, og kranarnir eru
av slagnum Pallfinger,
um fyritøkan á Kambsdali
eisini umboðar í Føroyum.
Hinir
veitararnir
eru
J-El á Eiði, sum ger tað
elektriska arbeiðið, Jón
Jacobsen á Eiði, sum ger
timburarbeiðið, P/F Sand
blásing,
Ljósá
stendur
fyri sandblásing og metali
sering, og Radiobúðin í
Runavík letur útgerðina í
stýrihúsinum.
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Byggja aftur tvíkiljur
til alivinnuna
Ólavur Asafsson Olsen, stjóri
Myndir: Høgni Thomsen