týsdagur 21. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
– Vit hava søkt Leir
víkar kommunu
um byggiøki til eitt
nýtt fiskavirki, men
treytin fyri at byggja,
er, at vit sleppa av
við gamla virkið,
sigur Jóan Magnus
Rasmussen, stjóri í
Tavuni
Fiskavirking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskavirkið Tavan í Leirvík
eigur bygningarnar á leig
aðari grund, sum virkið
húsast í á havnalagnum
í Leirvík. Hetta er gamla
fiskavirkið Frost, sum enda
liga læt aftur í september
mánaða 1993.
Frost var eitt av teimum
gomlu fiskavirkjunum, men
syðsti og nýggjasti parturin
av bygninginum er bygdur
seinast í áttatiárunum og er
soleiðis nógv nýggjari enn
virkið annars.
Umhugsa bygging
– Jú, vit umhugsa at byggja
okkum eitt nýtt fiskavirki,
men hetta letur seg neyvan
gera, fyrr enn gamla virkið
hjá felagnum er selt.
Tað sigur Jóan Magnus
Rasmussen, stjóri í Tavuni,
sum í summarhálvuni virkar
gulllaks og í vetrarhálvuni
upsa.
Hann váttar, at Tavan
seint í summar søkti Leir
víkar kommunu um byggi
øki til nýtt fiskavirki, men
umsóknin er treytað av, at
gamla virkið verður selt.
Stjórin sigur, at møgu
leikarnir á gamla virkinum
eru avmarkaðir, og nú lands
vegur skal byggjast beint
omanfyri
virkið,
metir
hann, at møguleikarnir ger
ast uppaftur verri.
Leiðslan á Tavuni vendi
sær í góðari tíð bæði til
kommunalu
myndug
leikarnar og landsmyndug
leikarnar, tá ið róð varð
uppundir at leggja nýggja
landsvegin
frá
Norð
oyartunlinum beint oman
fyri Tavuna.
Felagið metti, at við
ongari lokarennu fór ein
landsvegagerð so tætt upp
at virkinum at avmarka
møguleikarnar at útbyggja
og soleiðis nútímansgera
virkið.
Norðanfyri Kjartan
– Vit kundu hugsað okkum
eitt meira nútímans virki
– í fyrsta lagi við betri
møguleikum til meirvirking,
bæði av upsavørum og gull
laksavørum. Men hesir
møguleikar verða munandi
skerdir, nú landsvegurin
kemur at liggja so tætt
uppat okkum, sigur Jóan
Magnus.
Leirvíkar
kommuna
hevur fylt eitt meira enn
6000 fermetra stórt øki upp
norðanfyri fiskavirkið hjá
Kartani Joensen, og tað
er her, at stjórin í Tavuni
kundi hugsað sær, at nýggja
virkið hjá felagnum kemur
at standa.
Tavan hevur í fyrsta
lagi bjóðað kommununi
at keypa gamla virkið, og
kommunan hevur í fyrstu
atløgu vent sær til Landsverk
við fyrispurningi um, hvørt
stovnurin hevur áhuga í at
keypa virkið, eitt nú fyri at
geva nýggja landsvegnum
eina betri linjuføring.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur seg hava skilt, at
Landsverk ikki er serliga
positivt í spurninginum
um keyp, soleiðis at felag
ið kann fáa betri umstøður
longur norðuri á havna
lagnum.
Hann heldur, at sleppur
Tavan ikki burtur úr verandi
virki á líkinda hátt, tykjast
ætlaninar um nýbygging
ikki so nærliggjandi.
- Landsverk skal loysa
uppgávuna
við
nýggja
landsvegnum fyri 40 mió
krónur, og við hesi upphædd
trúgvi eg neyvan, at vit í
Leirvík kunnu vænta at fáa
meira enn eina vánaliga
vegaloysn, heldur stjórin.
Í einum plani
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at fyri Tavuna hevði
tað heilt avgjørt verið tann
besta loysnin at bygt eitt nýtt
og nútímans fiskavirki.
- Bygningarnir, sum vit
eiga á havnalagnum, eru
meira og minni ótíðar
hóskandi, og tað er serliga
í endanum av virkinum til
lidnu vørurnar, har virkið
er smalt, og umstøðurnar
eru trongar.
Hann sigur, at leiðslan á
Tavuni serliga kundi hugsað
sær betri umstøður til meir
virking av fiskavørum,
bæði upsa og gulllaksi.
- Vit kundu hugsað okk
um at gjørt meira við lidnar
vørur og lidnar rættir av
ymiskum slagi, sigur stjór
in.
Hann heldur ikki, at neyð
ugt er við einum nógv størri
virki enn verandi virki, men
hann kundi hugsað sær, at
fermetrarnir vóru í einum
plani.
- Vit hava teknað skitsur
av einum nýggjum virki,
og møguleikarnir at byggja
virksemi upp eftir okkara
Leirvíkingar
ætla at byggja
nýggja Tavu
Tavan umhugsar at byggja nýtt fiskavirki á økinum norðanfyri virkið hjá Kjartani Joensen, sum
Leirvíkar kommuna nú hevur fylt upp
Mynd: Vilmund Jacobsen
Góðar vikur
Hóast nótaskipini ikki fingu tann sama góða prísin fyri
makrel í heyst sum í fjør, vignaðist makreltíðin hjá
skipunum væl. Sambært Norðlýsinum landaðu Christian
í Grótinum og Norðborg fyri 35 milliónir krónur tær
tríggjar vikurnar, makreltíðin vardi í heyst. Skipini fiskaðu
makrelin í norskum øki, og fiskiskapurin var góður. Tey
føroysku skipini landaðu nógv tann størsta partin í Noregi,
men onkur last fór til Skotlands.
Lýðka tálmar oljuprísinum
Stórar goymslur og lýðka í USA gera, at oljuprísurin
hevur hug at fella. Í gjár fall hann eitt vet, soleiðis at
norðsjóvarolja, sum skal latast í januar, fór fyri 58,6
dollarar fyri tunnuna. Í USA eru tað yvirhøvur tey fram
við landnyrðingsstrondini, sum brúka nógva olju til hita
um veturin, men higartil hevur tað verið lýggjari har enn
um hesa tíðina í fjør. Samstundis hevur tað víst seg, at nógv
olja er á goymslu í USA, og tað ávirkar eisini prísin.