týsdagur 21. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
19
vinnusíðurnar
ynski, høvdu verið so nógv
størri, um alt varð gjørt av
nýggjum.
Nógv fiskaarbeiði
Jóan Magnus Rasmussen
heldur, at enn er ov tíðliga
at siga, hvussu hetta árið
kemur at vignast fíggjarliga,
men hann dylur ikki, at
úrslitið verður á eini leið.
- Vit arbeiddu 6.500 tons
av gulllaksi í vertíðini í
ár, og sølan hevur gingið
væl. Nú arbeiða vit upsa,
og hóast fiskaprísurin er
munandi hægri, enn hann
hevur verið, hongur fram
leiðslan saman.
Á Tavuni arbeiða tey
í tvey-skiftivakt, og sum
skilst á stjóranum hevur
nógv arbeiði verið á virk
inum, síðan lagt varð um
til upsaframleiðslu fyrr í
heyst.
- Nú verður tað so upsi
teir næstu mánaðirnar – og
í øllum førum til og við
apríl mánaða, tá ið gull
laksavertíðin fer at byrja
aftur, sigur Jóan Magnus
Rasmussen, stjóri á Tavuni.
Tavan í Leirvík er gamla Frost. Nýggjasti parturin av
virkinum er fremstur á myndini. Hesin er bygdur síðst
í áttatiárunum. Nú nýggjur landsvegur kemur beint
omanfyri virkið, treingist um
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava teknað skitsur
av einum nýggjum virki,
og møguleikarnir at byggja
virksemi upp eftir okkara
ynski, høvdu verið so nógv
størri, um alt varð gjørt av
nýggjum, sigur Jóan Magnus
Rasmussen
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Politiskt ynskja
myndugleikarnir,
at samfelagið fær
sum mest burtur
úr rávøruni, men
her í Leirvík verða
møguleikarnir hjá
Tavuni skerdir,
nú landsvegur
skal byggjast
beint omanfyri
virkið, sigur Fríð
gerð Heinesen,
borgarstjóri í Leir
víkar kommunu
Fiskavirkisvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Vit ynskja, at vinnan í
kommununi hevur bestu
umstøður at virka und
ir, men nú vit fáa eina
landsvegagerð
beint
oman fyri Tavuna – við
ongari lokarennu, duga
vit væl at síggja, at hetta
kann koma at avmarka
møguleikarnar hjá virkin
um til útbyggingar og
nútímansgerð.
Hetta sigur borgarstjórin
í Leirvíkar kommunu,
Fríðgerð Heinesen, sum
ásannar, at útróðrarbygdin
Leirvík við landsvegi nið
ast í bygdini ikki verður
hin sama eftir, at lands
vegurin er komin.
- Neyst fella fyri vega
gerðini, havnalagið verður
broytt, og bygdin verður
skorin frá havnalagnum.
Leirvík verður ikki, sum
hon var. Tað verður ikki
so lætt longur hjá eldri
monnum,
sum
kundu
hugsað sær at egnt nakrar
línur – ei heldur børnum,
at sleppa millum bygdina
og havnalagið. Nú vit
mugu vit í størri mun
enn áður uppføra okkum
sum í ”stórbýnum”, sum
borgarstjórin tekur til.
Hon vísir á, at einki ser
ligt verður gjørt, soleiðis at
sleppast kann lætt tvørtur
um nýggja og ferðsluríka
vegin, sum kemur.
- Okkurt fótgangarafelti
verður, men sum eg havi
skilt, verður einki serligt
gjørt burtur úr, sigur hon.
Borgarstjórin
leggur
dent á, at tað er ein stór
misskiljing,
um
fólk
halda, at vegaføringin nú
verður líka so trygg og
góð, sum um vegurin varð
bygdur við lokarennu.
- Fingu vit ætlaðu loka
rennuna, hevði bygdin ikki
í sama mun verið avskorin
frá havnalagnum, og tá
hevði landsvegurin heldur
ikki í sama mun verið
ein bági fyri møguligum
útbyggingum av Tavuni.
Fríðgerð Heinesen sig
ur, at kommunan hevur
ikki møguleikar at keypa
bygningarnar hjá Tavuni
fyri nógvan pening, men
tey hava vent sær til Lands
verk um møguligt keyp.
- Higartil hevur Lands
verk ikki verið positivt,
sigur hon.
Borgarstjórin vísir á,
at landsmyndugleikarnir
ynskja,
at
samfelagið
fær sum mest burtur úr
rávøruni, men í Leirvík
verða møguleikarnir hjá
einum virki skerdir, nú
landsvegur skal byggjast
beint omanfyri virkið.
- Tavan hevur nógv jørn
í eldinum, og vit duga
væl at skilja, at leiðslan
kundi hugsað sær betri
møguleikar
á
nýggja
økinum norðanfyri fiska
virkið hjá Kjartani Joen
sen.
At enda leggur borgar
stjórin dent á, at hon
er sera fegin um tað
vinnuvirksemi, sum er í
kommununi, og hon vónar,
at loysnir kunnu finnast,
sum gera tað møguligt
hjá Tavuni at røkka sínum
vinnuligu málum.
- Hóast málið um vega
føringina
gjørdist
ein
stórur vavgreytur, kann
eingin siga, at málið ikki
er lýst – eisini úr einum
vinnusjónarmiði,
sigur
Fríðgerð Heinesen, borgar
stjóri.
Leirvíkar kommuna:
Ynskir vinnuni
bestu umstøður
á havnalagnum
– Neyst fella fyri landsvegagerðini, havnalagið verður broytt,
og bygdin verður skorin frá havnalagnum. Leirvík verður
ikki, sum hon var, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bora í oyðimørkini
Fyri fyrstu ferð er norska oljufelagið Statoil farið undir
at bora eftir olju uppi á landi, og felagið hevur valt eitt so
fremmant stað sum Sahara-oyðimørkina. Borað verður í
einum øki, har eitt algeriskt oljufelag hevur funnið tekin
um olju og gass, og Statoil ætlar at bora góðar tríggjar
kilometrar niður undir sandin. Statoil eigur 75 prosent
av leitingarloyvinum, og almenna algerska oljufelagið
Sonatrach eigur hin partin.
Mistaka seg
Ein nýggj kanning vísir, at rættiliga nógvar norskar
virkisleiðslur mistaka seg, tá tær seta fólk í týðandi størv.
Næstan 60 prosent av fyritøkunum siga, at tær mistaka
seg 10. hvørja ferð, tær seta fólk, og eitt prosent siga, at
tey hava mistikið meiri enn aðru hvørja ferð. Kanningin
vísir, at í teimum flestu førunumn kemst mistakið av, at
umsøkjararnir vísa seg ikki at hava teir eginleikarnar, sum
teir søgdu seg hava, tá teir søktu.