týsdagur 21. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
Flettingin er um
at vera liðug, og
tann afturvendandi
spurningurin er, hvar
ein kann sleppa av við
skinnini.
Í ár er tað AG-Kjøt
á Toftum sum tekur
ímóti. Hetta fegnast
seyðamenn sum
vera man um – eisini
Dávur Emil Hansen í
Tjørnuvík.
- Hetta er nógv betri,
enn bara at koyra tey í
skrell, sigur hann
Seyðahald
Orð og myndir:
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tjørnuvík: Tað er ymiskt,
hvat menn gera við øll
hesi túsundtals skinnini.
Summir salta, meðan aðrir
koyra tey burtur.
Undanfarin
ár
hevur
møguleiki verið at sloppið
av við skinnini í Kollafirði,
men í ár er tað altso eitt
felag á Toftum sum stendur
fyri hesi móttøkuni.
Í lýsing í bløðunum hava
teir boðað frá at teir tóku
ímóti hesum skinnunum
fyrr í mánaðinum á Toftum
og í hesi vikuni aftur á
øðrum støðum kring land
ið.
- Hetta er ein góð skipan,
sigur Dávur Emil.
Hann arbeiðir vanliga hjá
Sunda kommunu, men hann
hevur verið sjúkrameldaður
í nakrar vikur. Nú gjørdi
hann seg kláran at fara aftur
til arbeiðis.
Men fyrst máttu skinnini
fáast til høldar!
Gamal vani
Ein góðan fyrrapart fyrr í
hesum mánaðinum – rætt
ari sagt hósmorgunin 9.
november – var hann í ferð
við at gera klárt at selja øll
hesi skinnini.
Hann og brøður hansara
hava sjálvir flett einar
hundrað seyðir í heyst. Og
bygdarmenn hansara hava
eisini flett ein hóp av seyði
í ár, hóast fleiri teirra eru
givnir at salta skinnini.
- Íalt munnu vit hava
saltað eini 400 skinn í ár.
Hetta eru munandi fleiri
enn undanfarin ár.
- Og, sum hann sigur:
- Tað er altíð betri at selja
tey, enn bara at koyra tey í
ein bingju!
Hetta við at handfara
skinnini er nakað sum
Dávur Emil er vanur við
heilt frá barnsheini. Pápi
hansara plagdi tá at rota
skinnini til ymisk endamál,
men seinni fóru teir so
undir at salta skinnini.
- So vit hava ikki slept
endanum enn, sigur Dávur
Emil við einum brosi.
Rista saltið av
Um morgunin henda væl
signaða hósdagin var Dávur
Emil í ferð við gera klárt at
fara út á Toftir við øllum
hesum saltaðu skinnunum.
Skinnini vórðu saltað
inni í einum úthúsi, og nú
varð saltið rist av, áðrenn
tey verða lempað upp í ein
lastbil.
Ætlanin er so at fara út
til Alberg við skinnunum
seinni um dagin. Sum
skilst tekur Alberg ímóti
skinnunum frá kl. 15 og
nakað úteftir.
Fyrr koyrdu teir altíð
skinnini til MBM, men teir
taka ikki ímóti skinnum í
ár.
Nú er tað sum nevnt á
Toftum at ein kann sleppa
av við hesi skinnini.
14 kr.
Tá ein saltar skinn skal
sjálvandi salt til. Og tá ein
so selur skinnini, er altíð
ein spurningur um, hvat
fæst fyri tey.
Sum skilst fáa teir 14
kr. fyri hvørt saltað skinn.
Kanska ikki so nógvur
peningur, men kortini so
leiðis at menn eru hugaðir at
taka av hesum tilboðnum.
- Tað er ikki tann stóri
peningurin. Men heldur
enn at koyra skinnini á
brennistøðina, so fær ein
kortini eitt sindur burturúr
her, sigur Dávur Emil.
Teir hava nógvan seyð
standandi inni um veturin.
Peningin frá søluni av
skinnunum brúka teir til at
keypa kraftfóður, nakað av
hoyggi og annað.
Skinnini skulu hava ligið í
salti í minst tríggjar vikur.
Eftir tað eru tey klár til
útflutning
Betur at koyra á Toftir
enn í skrell
Kundarnir trýstu
Ikea-túr burtur
Tað varð ikki tikið væl upp, at Smyril Line aktivt royndi at fáa fólk
av landinum á innkeypsferð. Sum skilst, so gjørdu fleiri av stóru
fraktkundunum hjá Smyril-Line vart við hesa ónøgd, og hóttanir um
at nýta annað farmafelag fingu reiðaríðið at strika slíkar ferðir, skrivar
Vinnuvitan. Tummas Magnussen, stjóri á Smyril Line, sigur við blaðið,
at verður tosað ítøkiliga um Ikea-túrin, so var her talan um einvísa
lýsing fyri ávíst handilshús, og hesum er reiðaríið nú givið við.