Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 21 vinnusíðurnar Dávur Emil ger klárt at fara út á Toftir við skinnunum. Hóast prísurin helst kundi verið hægri, fær hann kortini nakað burtur úr hesum arbeiðinum Góðar orsøkir Norska Kroll Ontrack Data Recovery hevur serfrøði í at bjarga tilfari av harðdiskum, tá hesir annars tykjast vera oyðilagdir. Umberingarnar fyri hendingarnar kunnu vera heilt nógvar, og nú hevur felagið almannakunngjørt 10 tær mest ótrúligu frágreiðingar, sum tey hava fingið frá illa sperdum viðskiftafólkum. Millum bestu orsøkirnar munnu teljast hendingin, tá ein telda varð mist úr eini tyrlu. Tá ein rotin banan oyðilegði diskin og um ein kunda, sum hevði formaterað diskin ikki minni enn 10 ferðir, áðrenn hann kom í tankar um, at hesin goymdi týdningarmikil data. Fullfíggjaði listin kann annars lesast á www.dagensit.no. Vandamikil sethúsaskuld Tað tykist, sum eru danskir húsaeigarar í ferð við at uppliva eitt veruligt bakkast. Seinastu árini hava húsaprísirnir vera vaksandi, meðan rentustøðið hevur verið fallandi. Hartil hava bankarnir veitt hópin av nýggjum lánitilboðum. Nú tykist vend tó vera komin í. Rentan er kvinkað uppeftir, og tá sethúsaprísirnir nú eisini falla nakað, er talan um stóran virðismiss hjá nógvum. Ikki minst hjá teimum, sum hava nýtt flex-lánini. Í høvuðsstaðarøkinum verður roknað við, at hesi koma at hava ein ognarmiss á 165 tkr. komandi árið.