týsdagur 21. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
Skipasmiðjan á Skála
fer aftur í gamlar
dagar, nú teir skulu
byrja at byggja skip.
Hetta handverkið
vóru føroyingar
kendir fyri fyrr,
men nú mugu teir
fáa fakkunnleika
frá póllendingum.
Sosialurin hevur
verið á Skipasmiðjuni
og loddað dýpið
eina viku áðrenn
póllendingarnir koma
SKIPASMIÐJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Á Skála eru teir í fult
sving við at gera klárt til
at byggja skip. Tað verður
hósdagin, at teir alment
fara at byrja uppá skipið.
Sveisararnir úr Póllandi
koma mánadagin í næstu
viku. Menn hava ruddað og
gjørt maskinurnar klárar til
fyrstu skipabygging á Skála
Skipasmiðju síðani 1988.
Teistin hevur so eisini verið
gjørdur á Skála, men tá
bleiv skrokkurin gjørdur í
Póllandi. Hesaferð verður
alt gjørt í Føroyum, men
póllendingar koma hendan
vegin at hjálpa til.
Skipasmiðjan byggir skip
ið fyri P/F Thor í Hósvík,
sum eigur og rekur skip um
allan heimin. Talan verður
um eitt veitingar skip.
Tveir mans byggja
einki skip
Nógv hevur verið tosað
um, at póllendingar koma
hendanvegin og arbeiða
undir pólskum arbeiðssátt
mála. Summi vilja vera
við, at teir taka arbeiði
frá føroyingum. Á Skipa
smiðjuni eru teir tó glaðir
um,
at
póllendingarnir
koma.
- Tað dryppar niður á okk
um, tá ið póllendingarnir
koma hendanvegin. Uttan
teir høvdu vit ikki fingið
hetta arbeiðið, søgdu nakrir
arbeiðsmenn við ein munn
í gjár, tá ið Sosialurin fór
ein túr inn á Skála.
- Uttan teir høvdu vit
ikki bygt nakað skip. Okk
um manglar sveisarar og
skipsbyggjarar. Vit eru
einans tveir lærdir skips
byggjarar eftir á Skipasmiðj
uni á Skála, sigur Johan
Medardus, sum er formaður
í byggihøllini.
- Tveir mans byggja einki
skip, sigur Fróði Guttesen,
verkfrøðingur og heldur
fram:
- Vit hava tørv á teirra
fakliga kunnleika. Tað kost
ar sjálvandi nógv at hava
pólendingarnar her og veita
teimum hotellskip og skipa
soleiðis fyri, at teir hava
okkurt at gera í frítíðini. Eg
skal ikki siga, at tað ikki er
ein fíggjarligur vinningur í at
fáa pólendska arbeiðsmegi,
men í løtuni hava vit ongar
føroyingar við teirra vitan,
sigur Fróði.
Nostalgi
Johan Medardus er ein av
teimum, sum hevur verið á
Skipasmiðjuni sera leingi
og arbeiddi eisini har, tá
ið teir bygdu tað seinasta
skipið í 1988.
- Eg havi verið við til at
bygt nøkur skip her. Hetta
er ikki sørt nostalgiskt, nú
vit venda aftur til gamla
handverkið. Tað kennist
tó sera undarligt at vera
noyddur at fáa hjálp frá
útlendingum til at byggja
eitt skip. Vit mugu tó
síggja veruleikan í eyguni.
Eg vóni tó, at vit einaferð
í framtíðini aftur sjálvir
verða førir fyri at byggja
skip, sigur Johan.
Byggihøllin hevur mest
sum staði í forfall síðani
1988. Nú sær hon tó snøgg
út, eftir at menninir hava
ruddað og riggað til.
- Tað hevur tikið einar
tveir mánaðar at gera alt
klárt. Vit hava verið noyddir
at keypa onkra nýggja
útgerð til byggingina. Nú
eru vit klárir til at byrja
byggingina, sigur Johan.
Nostalgi á Skipasmiðjuni
Menninir í smiðjuni gera rør og annað klárt
Teir í goymsluni eru eisini spentir til nýby
Jóhan Medardus er
formaður í byggihøllini
2,5 mia fyri kilo
Busines-Line skrivar á netinum, at norskir
granskarar nú hava funnið eitt serstakt evni
í toskalivur. Evnið verður brúkt til kanningar
í ílegugransking, og eydnasta at útvinna
nakað av hesum, er heilt nógvur peningur
at vinna. Cod Uracil-DANA N-glycosylase,
sum evnið eitur, kann nevnliga seljast fyri
2,5 mió fyri hvørt grammið, so einki er at
ivast í, at samanlagt ber til at forvinna stórar
peninganøgdir við hesum.
Amerikanar lækka
rentuna
Amerikanski tjóðarbankin fer helst at lækka rentuna í
fyrsta ársfjórðingini komandi ár. Handilsbankin metir,
at veiki amerikanski arbeiðsmarknaðurin fer at hava
við sær, at rentan verður lækkað. Eisini hóast seinasta
frágreiðingin um arbeiðsmarknaðin var óvæntað
positiv. Enn er eingin almenn útmelding tó komin frá
Tjóðarbankanum, og tí er óvist, hvørt hetta fer at ávirka
europisku rentuna.