týsdagur 21. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
23
vinnusíðurnar
Nýtt felag er sett á
stovn, sum skal veita
góðskueftirlit til
stovnar og fyritøkur.
Talan er um FA. Dygd
við Johonnu Feilberg.
Felagið er tað fyrsta
føroyska felagið, sum
veitir tænastur av
slíkum slag
GÓÐSKUMETING
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Johanna Feilberg, sum er
stovnari av Fa. Dygd, er
útbúgvin laborant. Hon
hevur áður arbeitt hjá Faroe
Seafood. Nú roynir hon seg
sum tann fyrsta í Føroyum
innan góðskumeting av
matvørum. Øll virki, sum
framleiða matvøru, skulu
fylgja
ynsum
krøvum,
sum Heilsufrøðiliga Starvs
stovan. Johanna kann nú
hjálpa virkjum við teirra
góðskustýring, so at tey
lúka krøvini.
Dygd kann veita slíka
tænastu til fiskavirkir, baka
rí, kommunur og onnur.
Millumliður
Dygd kann vera ein mill
umliður millum virkini
einumegin og Heilsufrøði
ligu Starvsstovuna hinu
megin. Dygd kann gera
góðskukanningarnar fyri
virkið og síðani senda tað
til Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna. Tilvitaðir kundar
og økt kapping ger, at
størri krøv verða sett til
reinføri og góðsku. Tí kann
tað vera ein fyrimunur fyri
eina fyritøku at fáa onkran
uttanifrá at góðskumeta
sína vøru. Sí meira um
fyritøkuna á heimasíðuni
www.dygd.fo
Móttøka
hósdagin
Hósdagin verður
móttøka á
Skipasmiðjuni á
Skála í samband
við, at byggingin
byrjar. Mánadagin
koma 25
póllendingar. Í
gjár komu tríggir
póllendingar til
landið. Bilførarin,
arbeiðsformaðurin
og kokkurin. Teir
25 póllendingarnir
fara heim aftur á
jólum, og aftaná
nýggjár koma
50 póllendingar
til Føroya. Teir
búgva allir í
hotellskipinum
Explorer. Teir
skulu arbeiða 20
tímar um dagin
í skiftivaktum,
soleiðis at tað vera
tvey arbeiðstoymi.
Í frítíðini sleppa
teir millum annað
niðan í høllina ella
á vøllin.
Á heimasíðuni hjá Skipa
smiðjuni stendur soleiðis
um sáttmálan millum P/F
Thor og P/F Torshavnar
Skipasmiðju:
Um stívliga eitt ár fær
P/F Thor í Hósvík eina
skraddaraseymaða skipa
loysn frá P/F Tórshavnar
Skipasmiðju. Ein av høv
uðsorsøkunum til at stóri
sáttmálin varð veruleiki, er
at útlendskur undirveitari
smíðar skrokkin í Føroy
um.
Fyrrapartin mánadagin
17. juli 2006, skrivaðu P/
F Thor og P/F Tórshavnar
Skipasmiðja undir stóran
byggisáttmála í Hósvík.
Thor letur smíða stív
liga 55 metrar langt veit
ingarskip, sum felagið skal
nýta í virksemi sínum í
frálandavinnuni. Skipið er
eitt sonevnt kombinerað
support/chase-skip,
ella
eitt veitingarskip, sum tað
verður rópt um okkara
leiðir. Skipið skal mill
um annað sigla útgerð
til seismikkskip, ið sum
kunnugt sjáldan koma til
bryggju.
Alt arbeiðið verður gjørt
í Føroyum; eisini skrokk
urin, sum Tórshavnar Skipa
smiðja letur útlendskan
undirveitara gera á skipa
smiðjuni á Skála. Við at lata
alt skipið smíða í Føroyum,
heldur Hans Andrias Joen
sen, forstjóri í P/F Thor, at
heimsumfevnandi felagið
við høvuðsstøð í Hósvík
fær fleiri fyrimunir.
Farið verður undir at
smíða veitingarskipið í
heyst, og lidna skipið verður
ætlandi latið P/F Thor
15. november komandi
ár. Sáttmálaupphæddin er
tilsamans góðar 75 milliónir
krónur.
Kelda: www.skipasmidjan.fo
Sáttmálin virði á
75 milliónir krónur
Góðskumeting til
virkir og stovnar
Jóhanna Feilberg
Útbúgvin laborantur í
1993
Hevur arbeitt hjá Faroe
Seafood
Stovnari av Fa. Dygd, sum
heldur til í Skálafirði
FAKTA
Johanna Feilberg
úr Skálafirði hevur
stovnað nýtt felag,
sum skal veita
tænastur innan
góðskumeting til
virkir og stovnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Hotellskipið hjá póllendingunum. Hetta skipið, sum nevnist
“Explorer” er leigað úr Danmark
yggingina
Arbeiðsmenninir gera klárt inni í byggihøllini
10 teir størstu nørdarnir
Tað eru 10 menn, sum standa ovast á listanum, nú CNET hevur
gjørt ein lista yvir størstu nørdarnar í heimssøguni. Ovast á
listanum stendur Nikola Tesla, sum gjøgnum alt lívið gjørdi
hópin av royndum við streymi, og sum eisini var tann, sum
av fyrstan tíð skapti veksul-streymin, sum øll húsarhald í dag
nýta. Aðrir á listanum eru Steve Wozniak (apple), Alan Turing
(kotubrótar), Bill Gates (Microsoft) og Charles Babbage
(Matematikari)
Nikola Tesla
Knúsa fartelefonina
Svenska Aftonbladet skrivar, at tryggasta leiðin at
ganga, tá nýggj fartelefon verður keypt, er at knúsa
gomlu telefonina. Blaðið keypti herfyri 10 gamlar
telefonir, sum vórðu sendar til norska IBAS, sum
veitir serfrøði í at fáa fatur á annars mistum data. Og
á øllum telefonunum megnaði IBAS at finna gomul
SMS-boð, myndamoð og upptøkur frá myndatólinum í
telefonunum. Tí eru hyggjuráðini, um tilfar av hægsta
trúnaði er á gomlu telefonini, at knúsa hesa, heldur
enn at selja telefonina.