týsdagur 21. november 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
Millum spurning
arnar, sum Gransk
ingardepilin fyri
Økismenning setti
sær fyri at kanna
var, um arbeiðsfólk
í fiskavirkisvinnuni
ynskja, at teirra børn
eisini skulu arbeiða í
hesi vinnu. Bert 7%
svaraðu ja, 62% nei
– og 18%, at tey vita
ikki. Hóast tølini
vísa, at fólk sum heild
trívast væl á fiska
virkjunum, halda
kortini eini 600-800
fiskafólk, at tey kundu
hugsað sær annað
arbeiði, um hetta stóð
teimum í boði
Fiskaarbeiði
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í
síðstu
viku
skipaði
Ráf iskakeyparafelagið
fyri fundi í Vinnuhúsinum,
har
frágreiðingin
hjá
Granskingardeplinum fyri
Økismenning, ”Arbeiðs
megin á føroysku fiskavirkj
unum í framtíðini”, varð
løgd fram.
Tað eru teir báðir, Denn
is Holm og Bogi Mort
ensen, sum hava gjørt
kanningina og hava skrivað
frágreiðingina.
Á fundinum í Vinnuhús
inum legði Dennis Holm,
granskari,
fram
niður
støðurnar í hesi frágreiðing.
Bakgrund
- Eins og í vesturheiminum
annars, eru seinastu árini
farnar fram stórar broyt
ingar í Føroyum. Hesar
broytingar síggjast eisini
aftur í føroysku hagtølun
um, sum viðvíkja arbeiðs
marknaðinum.
Í framløguni segði Denn
is, at eitt skifti er farið
fram, har alsamt fleiri fólk
arbeiða innan almenna
umsiting og almennar tæn
astur, samstundis sum færri
og færri arbeiða í fram
leiðsluvinnuni.
Hann vísti á eitt býti av
løntakarum frá árinum 1990,
býtt í høvuðsbólkarnar,
1) bygging, handil, flutn
ingur v.m. (36,0%), 2)
framleiðsluvinnur (33,4%)
og 3) almennar tænastur
(30,6%).
15 ár seinni – ella í
2005 - er lutfalsliga býtið
av
løntakarum
broytt,
soleiðis at talið av fólki
í framleiðsluvinnuni nú er
minkað úr 33,4% niður í
27,0%, samstundis sum
størsti einstaki bólkurin
er
almennar
tænastur
(37,1%).
Býtið í 2005 er annars
hetta: 1) almennar tænastur
(37,1%), bygging, handil,
flutningur v.m. (35,9%) og
framleiðsluvinnur (27,0%).
Í 1990 vóru tilsamans
23.774 løntakarar í Før
oyum – og í 2005 var talið
24.541.
Ung í útbúgving
Í framløguni segði Dennis
Holm, at talið av ungum,
sum nema sær útbúgving,
er vaksið munandi sein
astu árini. Fleiri og fleiri
fara á miðnámsskúla – og
eftir hetta undir aðra før
leikagevandi útbúgving.
- Eitt av endamálunum við
Visjón 2015 er eisini at
hækka útbúgvingarstøðið í
Føroyum.
Granskarin reisti tí spurn
ingin, um hetta fer at fáa
ávirkan á møguleikarnar
hjá fiskavirkjum at fáa før
oyingar at arbeiða í fiski.
- Kanningin hjá okkum
er gjørd á 16 flaka-og
fiskavirkjum kring landið.
Tilsamans 708 fólk svaraðu
spurnarbløðunum.
Mett
verður, at eini 1500-2000
fólk arbeiða á teimum
traditionellu flaka-og fiska
virkjunum, og soleiðis hava
umleið 40% av arbeiðs
fólkunum luttikið í kann
ingini. 708 svaraði spurn
arbløð er eitt sterkt grund
arlag, halda Dennis Holm
og Bogi Mortensen.
Høgur miðalaldur
Um kynsbýtið á fiskavirkj
um og innan fiskavøruídnað
í juni 2006, sigur spurn
arblaðskanningin, at 65%
eru kvinnur og 35% menn.
Tøl hjá Hagstovu Føroya
siga hinvegin, at 57% eru
kvinnur og 43% menn.
Í kanningini er eisini spurt
um aldursbýti, og her vísir
tað seg, at miðalaldurin er
eini 39 ár. Um tey, sum eru
yngri enn 20 ár, verða tikin
burtur úr, er miðalaldurin
eini 43 ár.
86% av teimum spurdu
arbeiða á virkjunum sum
arbeiðskvinna ella arbeiðs
maður, 6% sum leiðarar
ella millumleiðarar og 8%
sum annað.
89% hava gingið í fólka
skúla (7 ár), 58% í fólka-
og framhaldsskúla (9-10
ár), 18% í miðnámsskúla,
6% hava handverksliga
útbúgving, 6% hava millum
langa hægri útbúgving, 1%
langa hægri útbúgving og
9% hava annað.
Ymiskt áramál
Í kanningini vórðu fólk eis
ini spurd, hvussu drúgvar
royndir tey hava á fiska
virki, og her vístu úrslitini,
at fleiri enn 80% hava
arbeitt á fiskavirki í fleiri
enn 2 ár, 60% í 6 ár ella
longri og sløk 40% í fleiri
enn 10 ár.
At enda kann nevnast,
Fiskavirkisfólk ynskja
ikki at teirra børn eisini
fara í fiskavirkisvinnu
”
Kanningin er gjørd á 16 flaka-og
fiskavirkjum. Tilsamans 708 fólk svaraðu
spurnarbløðunum – ella umleið 40% av
arbeiðsfólkunum í fiskavirkisvinnuni”
(Kanningin hjá Granskingardeplinum)
Kanningin hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning vísir, at 35% av
arbeiðsfólkunum innan fiskavirkisídnaðin eru menn, meðan 65% eru kvinnur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Boeing stjelur Airbus-kundar
Tað gongst einki serligt hjá Airbus fyri tíðina. Ferð eftir ferð
hevur felagið mist stórar ordrar, og tað var enn einaferð søgan,
tá Korean Air Lines Company herfyri gjørdi av, hvar tey skuldi
keypa nýggj flogfør. Samanlagt var talan um ordra upp á $
5,5 mia, og hesin peningur verður allur nýttur hjá Boeing.
Koreanska felagið hevur nevnliga bílagt 15 ferðafólkaflogfør og
10 fermaflogfør frá stóra amerikanska framleiðaranum.