týsdagur 21. november 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
25
vinnusíðurnar
”
Í kanningini vórðu fiskafólk spurd, um tey
ynskja, at teirra egnu børn fara í fiskavirkis
vinnuna. Her svaraðu bert 7% ja, 62% nei – og
18%, at tey vita ikki.
(Kanningin hjá Granskingardeplinum)”
Av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, siga 50%,
at tey høvdu tikið av øðrum arbeiðstilboði, og
54% av teimum, sum eru millum 20 og 29 ár,
siga tað sama”
(Kanningin hjá Granskingardeplinum)
- Verandi ættarlið í fiskavirkisvinnuni
ynskir ikki, at børn teirra skulu arbeiða í
fiskivinnuni á landi – og tey ungu, sum eru
komandi ættarlið á arbeiðsmarknaðinum,
ynskja heldur ikki at arbeiða í hesi vinnu,
sigur Dennis Holm, granskari
Fiskavirkisvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í 2003 gjørdu Olga Biskupstø og Bjarni Mortensen
eina kanning millum øll, sum gingu í 9. flokki og í
3. flokki í miðnámsskúlunum. Tilsamans vórðu 998
spurnarbløð send út, og av hesum vórðu 899 svaraði.
Soleiðis var svarprosentið heili 90%.
- Henda kanningin vísir, at bert 3,2% av teimum
ungu ynskja at arbeiða innan fiskivinnuna á landi. Býtt
á kyn, er talan um, at einans 5,2% av dreingjunum og
1,7% av gentunum ynskja, at teirra framtíðarstarv skal
verða innan fiskivinnuna á landi.
Hetta vísti Dennis Holm, granskari, eisini á í framløgu
síni í Vinnuhúsinum í síðstu viku.
Hann segði, at heili 91% av teimum, sum vóru við í
kanningini hjá Olgu og Bjarna, svaraðu, at tey ætla at
fáa sær eina útbúgving. Hinvegin søgdu bert 1% seg
ikki ætla at fáa sær eina útbúgving. 8% vistu ikki.
Dennis Holm vísti í síni niðurstøðu á, at nútímans
samfelagið leggur upp til, at tann einstaki skal skapa
eitt so gott lív fyri seg sjálvan sum gjørligt. Hendan
stremban røkkur út um bygdarmarkið - og eisini út um
landoddarnar.
- Í kanningini svara nógv – væl fleiri gentur enn
dreingir, at tey ynskja at búseta seg uttanlands, tá ið tey
eru liðug við at útbúgva seg.
Tey allar flestu ungu ynskja at nema sær eina
útbúgving, soleiðis at tey kunnu fáa eitt arbeiði, sum
gevur góða løn og sum førir við sær spennandi og
avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
- Hetta merkir í nógvum førum frával av arbeiði
innan framleiðsluvinnurnar og somuleiðis eitt frával av
teimum lokalsamfeløgum, sum eru fiskivinnusamfeløg,
segði Dennis Holm.
Hann segði, at kanningarnar, sum Granskingardepilin
og Olga saman við Bjarna hava gjørt, vísa, at ein
munandi partur av teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni
á landi ynskja annað arbeiði – hóast trivnaðurin er
góður.
- Verandi ættarlið í fiskavirkisvinnuni ynskir ikki, at
børn teirra skulu arbeiða í fiskivinnuni á landi – og tey
ungu, sum eru komandi ættarlið á arbeiðsmarknaðinum,
ynskja heldur ikki at arbeiða í hesi vinnu.
Dennis Holm segði, at fiskivinnan á landi í framtíðini
fer at fáa enn størri trupulleikar við at fáa føroyska
arbeiðsmegi á virkini.
- Kanningin hjá okkum og kanningin hjá Olgu
Biskupstø og Bjarna Mortensen koma við áhugaverdum
niðurstøðum.
Men hesar kanningar seta eisini fleiri nýggjar
spurningar, segði Dennis Holm, granskari.
Fiskavirkisvinnan:
Enn størri
trupulleikar
at fáa fólk
at 5% av arbeiðsfólkunum
hava arbeitt í fiski longri
enn 25 ár, og 5% hava eisini
verið á sama fiskavirki
longri enn 25 ár.
Men kanningin vísir eis
ini, at fólk sum heild arbeiða
leingi á sama fiskavirki.
43%
hava
nevniliga
arbeitt á sama virki longri
enn 5 ár, og 19% hava verið
millum 6 og 10 ár.
Og tó; 27% av arbeiðs
fólkinum hava verið á sama
virki í stytri enn 2 ár.
Annað arbeiði
Tølini í kanningini vísa
eisini – kanska eitt sindur
óvæntað, at heili 77% siga,
at tey trívast heilt væl og
væl á fiskavirkinum, meðan
bert heilt fá siga, at tey
trívast illa og heilt illa.
Tað eru nevniliga 2%
sum siga seg trívast illa og
1% sum siga, at tey trívast
heilt illa.
Hóast tølini vísa, at
fólk sum heild trívast væl
á fiskavirkjunum, halda
kortini eini 600-800 fiska
fólk, at tey kundu hugsað
sær annað arbeiði, um hetta
stóð teimum í boði. Hetta
er eini 39% av samlaða
talinum, sum liggur um
eini 1500-2000 fólk. Vert
er eisini at leggja til merkis,
at í kanningini siga 35%, at
tey vita ikki, um tey høvdu
tikið av einum øðrum
arbeiðstilboði – og 24%
siga nei.
Kanningin vísir, at tað
serliga eru tey ungu millum
20 og 29 ár og ung, sum eru
20 ár og yngri, sum kundu
hugsað sær annað arbeiði.
Av teimum, sum eru
yngri enn 20 ár, siga 50%,
at tey høvdu tikið av øðrum
arbeiðstilboði, og 54% av
teimum, sum eru millum
20 og 29 ár, siga tað sama.
Eldru støðast
Longur uppi í aldursbólk
unum eru fólk ikki so
avgjørd um onnur arbeiðs
tilboð.
Millum fólk, sum eru
í aldrinum 50-59 ár, siga
35,8%, at tey høvdu ikki
tikið av øðrum arbeiðstil
boði, 27,4% siga, at tey
høvdu – og tey seinastu
36,8% siga seg ikki vita.
Tey, sum eru 60 ár og eldri,
eru uppaftur meira avgjørd
um, at tey ynskja at vera
verandi í fiskiídnaðinum;
59,3% siga, at tey høvdu
ikki tikið av, 20,9% siga
seg ikki vita – og 19,8%
siga, at tey høvdu tikið av
øðrum arbeiðstilboði, um
hetta stóð teimum í boði.
Í kanningini vórðu fólk
eisini spurd, um tey vænta at
arbeiða í fiskavirkisvinnuni
um 5 ár.
Samanlagt siga 31% ja,
33% nei – og 38% siga, at
tey vita ikki.
Taka vit tey ungu burtur
úr, er eingin ivi. Tey ætla
sær ikki at vera verandi í
fiskavirkisvinnuni um 5 ár.
79,4% av teimum, sum
eru 20 ár og yngri, siga,
at tey vera ikki í fiska
virkisvinnuni um 5 ár. Bert
2% siga, at tey vænta at
vera verandi – eisini um 5
ár. Í aldursbólkinum 20-29
ár eru tølini eisini rættiliga
greið; har siga 49,3%, at
tey ikki ætla sær at vera í
fiskavirkisvinnuni um 5 ár,
meðan 13% vænta at vera
verandi.
Tann størsti bólkurin,
sum væntar at vera verandi
í fiski um 5 ár, eru tey, sum
eru millum 50 og 59 ár; har
siga 61,3% ja og 7,2% nei.
Ikki í fisk
Ein annar áhugaverdur
spurningur, sum Gransk
ingardepilin fyri Økis
menning setti sær fyri at
kanna er, um arbeiðsfólk í
fiskavirkisvinnuni ynskja,
at teirra børn skulu arbeiða
í hesi vinnu.
Og tað gera tey ikki.
Her svaraðu bert 7% ja,
62% nei – og 18%, at tey
vita ikki.
Sum heild siga fólk í fiskavirkisvinnuni
(77%), at tey trívast væl og heilt væl,
men kortini hevði ein stórur partur tikið
av øðrum arbeiðstilboði, um hetta stóð
teimum í boði. Tað visir kanningin hjá
Granskingardeplinum fyri Økismenning
Nýttu MP3-spælara til stuldur
Maxwell Parson hevur skelkað allan enska bankaheimin við einum
higartil ókendum hátti at stjala pening. Saman við sínum harkaliði nýtti
hann nevnliga MP3 spælarar til at taka upp elektronisku signalini frá eini
sjálvtøku. Tá signalini vórðu umsett til tekst, høvdu Parson og felagar
hansara øll neyðug data, og tí var eingin trupulleiki at stjala til samans 2
mió kr. frá ymsum kredit-kortum. Alt fekk tó ein enda, tá Parson av tilvild
varð steðgaður, tí hann hevði brotið ferðslulógina. Tá kom løgreglan
fram á følsk kredit-kort, og ein rannsakan í húsum hanara vísti seinni,
at maðurin hevði 18 onnur kort heima, umframt útgerð at framleiða hesi
við. Í rættinum varð Parson dømdur 32 mánaða fongsulsrevsing.
Kaupthing hóttir Ekstra-Bladet
Seinastu vikurnar hevur danska Ekstra-Bladet havt eina røð av
greinum um íslendskan búskap. Millum annað verður her sagt,
at Kaupthing hevur gjørt sær dælt av einum ávísum modelli
fyri skattaundandrátt, umframt at bankin hevur samband við
hvíttvasking av svørtum peningi úr Russlandi. Nú hevur bankin
svarað aftur, og umvegis advokatin hevur Kaupthing nú sent bræv
til Ekstra-Bladet. Har sigur blaðstjórin, Bent Falbert, at blaðið
einki skeivt hevur skriva, og at tað tí er ivasamt, hvørt tey fara at
laga seg eftir krøvunum frá Kaupthiing.