týsdagur 21. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
ORKA
Poul A. Mikladal
beo.fo@mac.com
Í lýsingini tann 5. desember
fer Norröna fram við heim
sins størstu vindmyllu á
djúpum vatni. Norröna
er tá, eftir ætlan, stødd á
Beatrice
oljuøkinum
í
Morayfjørðinum, á veg til
Invergordon, nakað innari
á fjørðinum. Fullmáni
er, so møguligt verður at
síggja hesa 170 metra høgu
vindmylluna í mánalýsinum
hendan morgunin.
Beatrice vindmyllan, ið
kann framleiða 5MW, er tann
fyrra av tveimum, ið verða
settar upp sum partur av eini
royndarverkætlan, ið skal
avgera møguleikarnar fyri
at gera eina vindmyllupark,
við 200 vindmyllum, á
hesum økinum.
Hendan
vindmyllan
stendur 22km úr landi á 45
metra dýpi. Hóast tað er
vorðið alt meira vanligt við
frálanda-vindmyllum, so er
hetta fyrstu ferð, at royndir
eru gjørdar á so djúpum
vatni.
Tað er oljufelagið Talis
man Energy (UK) Limited,
saman við el-felagnum
Scottish
and
Southern
Energy, sum stendur fyri
hesi royndarverkætlanini á
Beatrice oljuøkinum. Verk
ætlanin vil menna nýggja
tøkni og framleiðsluháttir
so Evropa kann hava ein
leiðandi leiklut á heims
marknaðinum tá talan er um
vindmylluparkir á opnum
havi og djúpum vatni.
Í verkætlanini eru eis
ini týðandi evropeiskir
granskingarstovnar,
eitt
nú Strathclyde Universitet
og Aberdeen Universitet.
Frálanda vindmilluparkir
eru ikki óvanligar, bæði í
Bretlandi og Danmark, men
tær eru á grunnum vatni,
nær við land. Beatrice
vindmyllu-royndarætlanin
er tann fyrsta á djúpum
vatni.
Nýtt ættarlið av orku
Meðan Føroyar framvegis
standa á gáttini til eina
møguliga komandi olju
vinnu er Bretland so smátt
farið at rigga av sítt ævintýr
við tí svarta gullinum.
Ikki tí at bretski parturin
av Norðsjónum er tómur fyri
olju; men tað gerst støðugt
torførari at útvinna hesa
olju, og hóast Bretland enn
er størsti oljuframleiðari í
Evropa, so brúka teir meira
olju og gass enn teir kunnu
framleiða sjálvir.
Talisman
er
ein
av
størstu olju- og gassfram
leiðarunum á bretska land
grunninum. Teir gjørdust
fyrst áhugaðir í vindmegi í
2001, tá oljuframleiðslan á
Beatrice økinum nærkaðist
upp høggingar tilgongdini.
Ætlanin er at vindmegin skal
leingja um lívið hjá Beatrice
oljukeldunum við at minka
um rakstrarútreiðslurnar,
samstundis sum verandi
undirstøðukervi og pallar
verða brúktir.
Tær báðar vindmyllurnar
(enn er bert onnur komin
upp at standa) verða ávíka
vist 1,3km og 2,3km frá
Beatrice Alpha pallinum og
verða báðar forbundnar til
hann við einum 33kV el-
kaðali. El-orkan, ið verður
framleidd av vindmyllunum
verður brúkt á pallinum
til at pumpa 5.600 tunnur
av olju um dagin inn til
oljugoymsluna í Nigg.
Hetta vil minka um
nýtsluna av el-orku, sum
pallurin fær úr landi, gjøg
num kaðalin frá Dunbeath,
og harvið eisini minka um
vandamikla CO2 útlátið frá
verandi el-framleiðarum.
Tað er eisini ein fyrimunur,
at stutt er millum el-fram
leiðslu og -nýtslu.
Vindur og olja
í samstarvi
At frálanda oljuvinna og
frálanda vindorka kunnu
hava eitt munagott sam
arbeiði, kom serliga til
sjóndar undir upp setanini av
fyrru vindmylluni. Beatrice
Alpha pallurin hevur neyð
uga undirstøðukervið og
er støð fyri eftirliti og við
líkahaldi. Alt verður stýrt
frá pallinum. Í løtuni eru
4 pallar í økinum men tað
er bert Beatrice Alpa, ið
er mannaður. Har arbeiða
40 mans sum eisini taka
sær av, at oljan frá hinum
pallunum verður pumpað til
lands. Tað er ein tyrlupallur
á vindmylluni, so tað er
skjótt at hava eftirlit og
gera umvælingar.
Beatrice vindmyllan
Tann 5MW stóra vindmyllan
vigar umleið 144 tons.
Hon hevur tríggjar veingir
ið eru 63m langir. Tornið,
ið vigar 210 tons, er 88m
høgt og er 6m í tvørmáti,
í neðra. Fundamentið,
ein gittar konstruktión,
sum er teknað í Noregi og
framleidd í Nigg, er 64m
høgt. Veingirnir koma ong
antíð nærri vatnskorpuni
enn 28 metrar.
Útsetingin av vindmylluni
var eisini óvanlig, við tað
at hon er tikin til havs,
og sett á fundamentið, í
einum stykki. Arbeiðið við
at samla mylluna var gjørt á
Nigg Construction Yard.
Endamálið við royndar
verkætlanini
Verkætlanin skal fyrst
og fremst vísa hvørjar
umhvørvisavleiðingarnar
verða og hvørjir búskapar
ligu fyrimunirnir eru við at
hava vindmyllur á opnum
havi. Vitanin og royndirnar
frá
verkætlanini
verða
til gagns fyri evropeisku
luttakararnar í verkætlanini
og Talisman vónar at
menna tøknina og ganga
undan í framleiðsluni av
frálanda vindmylluparkum
á djúpum vatni.
Verkætlanin skal vara
í fimm ár og vil kosta
umleið
385
milliónir
krónur. Talisman hevur
fingið stuðul frá skotsku
landspartastjórnini, bretska
vinnumálaráðnum (DTI) og
evroparáðnum. Verkætlanin
er eisini partur av tí
evrope iska
framtakinum
DOWNVInD (Distant Off
shore Wind farms with No
Visual Impact iN Deep
water). DOWNVInD fram
takið er samansett av 15
ymiskum fyritøkum í seks
evropeiskum londum.
Nágreiniligar
ætlanir
og kostnaðarmetingar eru
eisini gjørdar um burturtøku
av vindmyllunum, tá tær
einaferð mugu metast at
hava tænt sínum endamáli.
Um úrslitini frá royndar
verkætlanini eru jalig og
nøktandi, er ætlanin at
framleiða 200 vindmyllur
av hesum slagnum og seta
tær út í Morayfjørðin.
Hendan ætlanin fer at kosta
umleið 10 milliardir krónur.
Orkan frá 200 vindmyllum
av hesum slagnum vil
nøkta 20% av skotska el-
tørvinum.
Beatrice
royndarverk
ætlanin verður ikki einans
mett sum ein fyrsta roynd
at framleiða stórar nøgdir
av varandi orku langt til
havs. Verkætlanin hevur
eisini møguleikar at loysa
vælkendu trupulleikarnar
við vindmyllum á landi;
nevniliga mótstøðu frá fólki
og torfør vindviðurskifti.
Vindmyllur langt til havs
eru minni sjónligar og har
er eisini meira og javnari
vindur. Fjarstøðan frá landi
hevur tó fleiri avbjóðingar,
eitt nú at leiða el-orkuna til
lands. Men, við at brúka
verandi
undirstøðukervi
hjá frálanda oljuvinnuni
er hesin trupulleikin eisini
loystur.
Týðandi altjóða
náttúruvirði
Strondin fram við Moray
fjørðinum hevur týðandi
altjóða náttúruvirði, við
stórum tali av umhvørvisliga
viðbreknum økjum. Har
eru eisini nøkur av teim
týdningarmestu reiðringar
plássunum hjá sjófugli í
Bretlandi. Stórt tal av kópi
heldur eisini til í økinum
Víttfevnandi økir fram
við
Morayfjørðinum
eru friðaði. Frá Wick til
Peterhead eru ikki minni
enn 30 økir sum eru friðaði
við lóg. Her er serliga talan
um øki, sum liggja undir á
flóð, men geva føði til fugl,
tá tað fjarðar út. Stórt tal
av flytifugli steðgar eisini
á her.
Drangarnir við Duncans
by Head er eitt av kendastu
plássunum
í
Evropa
fyri svartfugl. Økið har
á leið lívbjargar 110.000
sjófuglum.
Umframt øki fram við
strondini í Morayfjørðinum,
er eisini innari parturin av
fjørðinum sjálvum friðaður.
Hetta øki hevur altjóða
áhuga, tí har húsast stórt tal
av hvessingi.
Fjørðurin verður eisini
brúktur til vinnuligan fiski
skap av skeljafiski, toski,
hýsu og hvítingi. 15 skipa
feløg (Smyril Line ikki
íroknað)
brúka
fjørðin
til flutning av ferðafólki
(cruise ship), oljuútbúnaði,
oljupallum og øðrum.
Frágreiðing um
umhvørvisárin
Environmental
Impact
Assessment (EIA)
Tann 4. juli í ár gav bretska
vinnumálaráðið
(DTI)
sítt samtykki til Beatrice
royndarverkætlanina. Av
tí, at øll orkan frá vind
myllunum skal brúkast í
oljuframleiðsluni er verk
ætlanin skrásett sum olju-
og gassvinna.
Áðrenn loyvið varð giv
ið frá vinnumálaráðnum
skuldi Talisman útvega eina
fullfíggjaða frágreiðing um
umhvørvisárin. Hendan
rúgvismikla
frágreiðing
lýsir út í æsir øll hugs
andi umhvørvisárin roynd
arverkætlanin kann hava.
Eisini vísir frágreiðingin á,
hvussu umhvørvið best kann
verjast móti møguligum
skaða frá virkseminum.
Upprit (Scoping Report)
Grundarlagið undir frá
greiðingina um umhvørvis
árin, er eitt upp rit. Upp
ritið setur karmarnar fyri
innihaldinum í frágreið
ingini um umhvørvisárin.
Endamálið við upp ritinum
er at:
• tryggja, at frágreiðingin
um umhvørvisárin leggur
áherðslu á evnir, ið við
koma verkætlanini;
• viðkomandi fólk, stovnar
og fyritøkur verða eft
irspurd og eru við í
tilgongdini;
• geva
fakfólki,
sum
skriva frágreiðingina um
umhvørvi, eina ábending
um ítøkilig vandamál;
• tryggja, at tíð og orka
ikki verður brúkt til
evnir, ið mugu metast at
vera týdningarleys fyri
verkætlanina.
Fyrsta stigið í fyrireikingini
til eitt upp rit er at upp lýsa
um
verkætlanina,
hava
borgarafundir, ráðføra seg
við allar viðkomandi partar
og samla viðmerkingar
o.s.fr..
Upp ritið eru treytirnar
ella
endamálsorðingin
(terms of reference) fyri frá
greiðingina um umhvørvis
árin. Frágreiðingin verður
eftirmett við støði í upp
ritinum.
Vert er at leggja afturat
her, at hugtakið umhvørvi
er bæði tað náttúrliga
og tað menniskjaskapta
umhvørvið.
Umhvørvisrokn
skapurin
Her skulu bert nevnast
nøkur fá tøl úr umhvørv
isroknskapinum:
Fuglar av altjóða áhuga:
Vípa
20.000
Fjallamurra
4.000
Tjaldur
10.000
Lógv
8.000
Spógvi
4.000
Lómur
2.000
Umframt hetta vóru umleið
50.000 sjófuglar skrásettir
í Morayfjørðinum veturin
2003-4.
Kanningar ið fyrr eru
gjørdar vísa, at fuglur klárar
vanliga væl at flúgva uttan
um vindmylluveingirnar.
Men rovfuglur hevur ikki
somu evnir at víkja fyri
Norröna framvið heimsins
”
»Ravmagnið
er helst tann
uppfinningin, sum
hevur havt við sær
størstu framgongd
og flest broytingar
kring heimin.«
Jóan Pauli Joensen, professari