týsdagur 21. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
27
vinnusíðurnar
vindmyllum. Mett verður
at orsøkin til hetta er, at
rovfuglur ikki er vanur
við vandar og hóttanir úr
luftini.
Tað seinasta árið hevur
Talisman havt ein radara á
Beatrice pallinum. Hesin
radarin hevur fylgt við
og skrásett allan fugl,
ið ferðast á økinum alt
døgnið. Tað er fyrstu ferð
slík skráseting er gjørd, og
hetta arbeiðið fer at halda
fram í royndartíðini eisini.
Óljóð
Stórur
dentur
verður
lagdur á ljóðkanningar og
-árin, serliga í byggitíðini.
Mesti gangurin er frá stólp
unum, sum skulu sláast
niður í havbotnin fyri at
festa fundamentið til vind
myllurnar. Hagtøl frá frá
landavinnuni vísa, at óljóð
yvir 90dB órógvar serliga
súgdjórini í havinum. Har
næst kemur fiskur við sund
maga.
Fyri at minka um árinið
frá óljóði, varð avgjørt at
‘byrja varliga’, t.v.s. at gera
nøkur veik sløg fyrst, so
súgdjór og fiskur fáa tíð
at taka til rýmingar áðrenn
byrjað verður av álvara.
Fiskarí
Myllurnar verða avmerktar
á sjókortum og verða mál
aðar í litum sambært altjóða
reglum. Tað er eitt 500m
radius trygdarøki rundan
um Beatrice Alpha og el-
kaðalar verða grivnir 0,6m
niður í havbotnin.
Telesamskifti og loftferðsla
Tað er ein sannroynd, at
vindmyllur kunnu órógva
tráðleyst
telesamskifti,
radio og sjónvarp o.t..
Óvist er hvørja ávirkan
vindmyllurnar fara at hava
á radarsignal frá skipum
og flogførum. Tað er tó
ikki hugsandi, at tvær vind
myllur fara at hava stóra
ávirkan, men í fimmára
royndartíðini verður høvi
at kanna hetta.
Nýskapandi
royndarverkætlan
Beatrice vindmyllu royndar
verkætlanin er nýhugsandi
og stórsligin. Tað kann
tykjast løgið, at tað er olju
vinnan, ið gongur á odda,
men oljufeløg eru í dag
sera áhugað í at spjaða sítt
virksemi inn á alternativa
orku. Eitt stutt yvirlit yvir
bretsku oljusøguna kann
geva svarið
Umleið 35 milliardir
tunnur av olju eru komnar
úr bretska partinum av
Norðsjónum síðan fram
leiðslan veruliga tók dik
á seg í 1970. Sambært
Hubberts
modellinum
kom hendan framleiðslan
í hæddina í 1997. Hvussu
nógv olja er eftir veldst um
útrokningarháttin. Generell
semja er tó um, at 13,6
milliardir tunnur eru eftir í
verandi oljukeldum; nokk
til at gera Bretland út í 10
ár framyvir.
Áhugin fyri at leita eftir
olju á bretskum øki er tó
stórur. Roknað verður við
at 112 royndarboringar
verða gjørdar tey komandi
2 árini. Hetta kann geva
einar 1,5 milliardir tunnur.
Við hjálp frá
oljuvinnuni
Samstundis sum bretska
oljuvinnan roynir at fáa
sum mest burtur úr ver
andi oljukeldum og brúkar
nógva orku til at finna
nýggjar
oljuleiðir
úti
í heimi, so er hon eisini
sinnað at royna nýggjar
leiðir á orkuøkinum. Talan
er tá serliga um varandi
orku, so sum vind-, aldu-
og sólorku. Eisini brúka
oljufeløgini nógvan pening
til granskan og royndir til
CCS (Carbon Capture and
Storage), tað er at taka og
goyma CO2.
Eyðsæð er, at Beatrice
vindmylluverkætlanin er
eitt dømi um at oljuvinnan
er í broyting. Ikki so langt
sunnanfyri Morayfjørðin
hava vit kanska skjótt eitt
annað dømi um hetta - tann
ætlaða Peterhead Hydrogen
Power Station, hvørs høv
uðslutakari, umframt Scott
ish and Southern Energy
(SSE), er British Petroleum
(BP).
Peterhead brint el-
verks verkætlanin
Ætlaða brint el-verkið í
Peterhead er heimsins fyrst
vinnuliga verkætlan ið hev
ur til endamáls at minka
um útlátið av CO2 við at
skilja tað frá og goyma tað
burtur. Um alt gongur eftir
ætlan verður verkið klárt at
taka í nýtslu í 2010.
El-verkið fer at framleiða
jørðgass frá Norðsjónum til
brint og CO2. Brintið fer at
verða brúkt til at framleiða
475MW av elorku. CO2’ið,
1,3 milliónir tons árliga,
verður pumpað út aftur
í oljukeldurnar hjá BP á
Miller økinum. Har skal tað
goymast, samstundis sum
tað skal hjálpa til at kroysta
meira olju úr økinum.
At pumpa CO2 niður í
oljugoymslurnar á Miller
økinum, 4km undir havin
um, fer at leingja lívið hjá
oljuøkinum við 15 árum
og gera tað møguligt at
framleiða
40
milliónir
tunnur aftrat, sum annars
høvdu verið torførar at
fingið fatur á.
Hetta vil verða tann
størsta EOR (Enhanced
Oil Recovery) verkætlan
í Norðsjónum og verkið í
Peterhead vil verða heim
sins størsta brint-el-verk.
Kjarnorka
Á jólatúrinum hjá Norrönu
verður ikki farið longur
enn til Invergordon, so
høvið verður ikki at síggja
Peterhead, har milliarda
verkætlanin hjá BP og SSE
eftir ætlan skal verða. Men
farið verður tætt framvið
einum heilt øðrum slagi
av orku – kjarnorkuverki,
Dounreay, á norðursíðuni á
Katanesi.
Verkið byrjaði sítt virk
semi í 1955 og í 40 ár gekk
Dounreay á odda í heimsins
gransking og menning av
kjarnorkureaktorum. Teir
sokallaðu fast-breeder reak
torarnir. Tveir reaktorar
vóru bygdir:
Tann fyrri var 15MW,
nevndur Dounreay Fast
Reactor (DFR), við tí eyð
kenda
hvíta
kuplinum.
DFR var virkin frá 1959
til 1977.
Tann seinna royndin var
ein 250MW, nevnd Proto
type Fast Reactor (PFR).
Hesin reaktorurin var virkin
frá 1974 til 1994.
Dounreay var fyrst og
fremst bygt til kjarnorku
gransking og -menning og
har var nógv virksemi í
seinnu helvt í síðstu øld.
Fólkatalið har í økinum
trífaldaðist eftir stuttari tíð.
Tá varð sagt, at el-orka
frá kjarnorkuverkum var
so bílig, at tað ikki fór at
loysa seg at hava el-málara
í húsunum. Í dag kunnu
vit kanska loyva okkum at
spyrja um tað finst nakar
málari, sum vísir okkum
kostnaðin av kjarnorku.
Seint í 80’unum avgjørdi
bretska stjórnin at steðga
stuðlinum til fleiri royndir.
Dounreay fekk ongantíð
loyvi at framleiða el-orku
á
handilsligum
grund
arlagi.
Miðskeiðis
í
90’unum fekst Dounreay
við vinnuvirksemi innan
endurvinning og framleiðslu
av orkuløðingum. Síðan
1999 hevur verið arbeitt við
upprudding og niðurtøku
av verkinum.
Mett verður, at upprudd
ingin verður liðug í 2036
og fer at kosta 30 milliardir
krónur. Økið skal síðani
liggja óbrúkt í 300 ár.
Men hetta er ikki endin
á kjarnorkuni í Bretlandi.
Bretski forsetisráðharrin,
Tony Blair, hevur fyri
stuttum boðað frá, at kjarn
orka verður partur av fram
tíðarorkuni - tað slepst
ikki undan. Tað gongur
alt ov striltið við at fáa
nakra munagóða varandi
orku ístaðin fyri tey gomlu
kjarnorkuverkini, sum nú
eru búgvin at taka niður.
Torv
Tað vildi verið ófyrigeviligt
at tosa um orkukeldur í
Skotlandi, uttan at nevna
torvið. Ikki tí, at tað er
stórur partur at teirra
‘orkublandi’ (energy mix).
Størsti parturin av torv
inum, ið verður skorðið,
verður brúktur í whisky
framleiðsluni. Ein lítil
partur verður eisini brúktur
til hita í sethúsum, serliga
úti á landinum.
Tað er høgligt at hava
orkukelduna við dyrnar.
Skotar siga, at skert tú títt
egna torv, verður tú heitur
tvær ferðir. Men lívfrøðingar
og umhvørvisfólk eru ikki
samd í hesum og siga, at
tú verður heitur tríggjar
ferðir:
1. tá tú skert torvið,
2. tá tú brennur tað, og
3. tá tú fært rokningina
fyri CO2 útlátið, verður
tú heitur um oyrini.
Lívfrøðingar og umhvørv
isfólk vildu helst, at torv
heiðarnir fingu frið, tí teir
eru bæði av søguligum og
lívfrøðiligum týdningi. Og
hartil er lítil brenniorka,
og harvið lutfalsliga nógv
CO2, í torvi.
Tann fyrndargamla og
søguliga
orkukeldan
-
torvið - er ikki tann ein
asta orkukeldan, ið bæði
hevur fyrimunir og vansar.
Hóast bæði fordómar og
misskiljingar verða rudd
aðar av vegnum, so eru
orkuspurningarnir
sera
fjøltáttaðir og torgreiddir.
Serliga er hetta galdandi
fyri tað varandi og ‘grønu’
orkuna.
Hartil kemur tann sann
roynd, at tað er torført at
kappast við ta orkuríku
oljuna, sum nógvastaðni
spríkir upp úr jørðini, bert
tað verður borað eitt hol.
Hetta venda vit aftur til
á hesum stað – men fyri
hesaferð: Góðan túr til
Invergordon!
Keldur
beatricewind.co.uk
bpalternativenergy.com
ukaea.org.uk
wikipedia.org
repower.de
størstu vindmyllu