týsdagur 21. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
Vinnusíðukronikkin
Tórbjørn jacobsen
Í einum landi, sum frá
natúrunnar hond er ríkað við
tilfeingi, í okkara føri livandi
tilfeingi, er sjálvsagt, at tað
støðugt verður kjakað um,
hvussu frægast verður farið um
stovnsfæið og hvussu tøkan úr
stovninum verður samfelagi,
vinnu og fólki til fremsta frama.
Øll kenna søguligu
gongdina, frá tí at føroyska
samfelagið flutti seg úr
landbúnaðarsamfelagnum, við
smávegis útróðri, til eitt meira
og meira framkomið samfelag,
sum fyri stóran part hevur staðið
á inntøkunum frá fiskiskapi og
fiskavirking. Í næstan hundrað
ár á teimum frælsu høvunum og
síðani innanvert avmarkingarnar,
sum vóru ásettar, táið lond til
endans fluttu fiskimørkini út á
200 fjórðingar. Síðani hava vit í
stóran mun liva av tilfeinginum
á landgrunninum og á Føroya
Banka og av fiskiveiði í
fremmandum sjógvi, ið sum frá
er liðið, at kalla øll, er íkomin
eftir umbýtið við fremmand
veiðirættindi í føroyskum sjógvi.
Onkur søgulig rættindi í altjóða
sjógvi tó undantikin.
Føroyingar høvdu ikki fyrireika
seg til tað stóra umskiftið. Til
avmarkingarnar. Flotin, sum nú
mátti lívbjarga sær innanvert
200 fjórðinga markið, var
ætlaður til heilt aðrar umstøður
og hartil mundi veiðiorkan
vera í størra lagi. Valið stóð
ímillum at gera neyðugu
strukturbroytingarnar, ella
onki at gera, tvs. at gjalda seg
burturúr ný íkomnu støðuni.
Seinra loysnin varð vald. Og
tað er ikki ov nógv sagt, at tað
fossaði út í báðum borðum.
Bæði úr fiskastovnunum og úr
einum meira og meira sperdum
landskassa.
Brakið í 92 er uppá seg ein hin
størsta búskaparliga tragedian
í Evropu í nýggjari tíð. Eftir at
milliardir – onkur segði góðar
13 milliardir - vóru brendar
av og 7 túsund føroyingar av
vantrivnaði og svongd leitaðu
sær í fremmand lond at finna
sær lívslunnindi, varð farið
undir at finna aðrar skipanir - at
loysa Ráfiskagrunnakonseptið
av. Føroyar vóru settar undir
fremmanda umsiting, og
finnast skuldi ein farvegur
burturúr tíðini við almennum
veðhaldum, almennum
lánum, rakstrarstudningum,
kilostudningum, oljustudningum
og øðrum skipanum, sum í
alt ov drúgva tíð høvdu hildið
einum skeivum flota gangandi.
Eftir at ein tíð var fráliðin,
og eftir fleiri vambakast,
gjørdust menn til endans
samdir um, at hin nú so kenda
fiskidagaskipanin var rætta
leiðin at ganga. Menn royndu at
fáa flotan útaftur, skipini, sum
fyri stóran part vóru snúraði
ígjøgnum konkurskaruselluna,
vóru latin monnum lagaliga og
semja varð til endans um, at
fiskiloyvini skuldu galda 10 ár
fram. Rímiligar treytir. Teir, sum
átóku sær at virka í vinnuni
um tað mundið, sum stóðu
við skivuna táið loyvini vóru
útflýggjaði, fingu óskerdan
brúksrætt til tilfeingið, fólksins
ogn, í eitt tíggju ára skeið. Við
økisfriðingum og einum nógv
skerdum dagatali hesi árini,
er tað mangt sum bendir á, at
skipanin í mangar mátar hevur
virkað. Bæði búskaparliga og
stovnsrøktarliga. Í stórt mát
hevur flotin havt tað gott hesi
árini og tað hevur endurspeglað
seg í samfelagnum.
Í eina tíð hevur verið kjakast
um, eitt slag av endurmeting
– evaluering - ber til at siga,
hvørt ábøtur skuldu gerast í
skipanini. Mong hava hildið,
at hon var stirvnað, at hon var
umsitin nakað av leið. Serliga,
nú loyvini, soleiðis sum tey í
eina tíð hava verið handlað, eru
farin at líkjast meira einum
ognarrætti heldur enn einum
brúksrætti. Mangt bendir tí
á, at landstýrismenninir í
fiskivinnumálum og teirra
umsitarar hava knæsett eina
siðvenju, sum hevur flutt
ognarrættin frá fólkinum til
teirra, sum í síni tíð fingu
fiskiloyvini frá tí almenna.
Heldur hendan gongdin fram,
og teir sum nú og í framtíðini
ætla sær at gerast aktørar í
føroyskari fiskiveiði, skula
gjalda risaupphæddir fyri
loyvir, sum fólkið upprunaliga
eigur, so legitimerar lógin eina
feudalskipan, sum ongantíð
var ætlað. Vit eru endað
í einum fólkaræðisligum
trupulleika. Hava fingið eitt
demokratiskt undirskot, sum
Gerhard Lognberg tók til í
einum lesarabrævi: Fer at
forða bragdarhuginum hjá
mongum ungum alva. Heldur
skipanin fram, sum nú er,
er vandi eisini fyri, at vinnan
ikki hórar undir skuldini, sum
nú verður upptikin, ímeðan
somu upphæddir vera slúsaðar
úr vinnuni. Hetta tænir ongum
endamáli, og kann í ringasta
føri leggja trýst á politisku
skipanina, um heilt stutta tíð,
um at endurtaka konseptið frá
miðskeiðis í sjeytiárunum fram
til hitt stóra brakið í 92.
Flestu eru samd um, at
eitthvørt má gerast fyri
at finna inn á beint aftur.
Fólkaflokkurin hevur skotið
upp at brandskatta sølurnar
við upp til 80%´um. Hesum
tekur Tjóðveldisflokkurin als
ikki undir við. Hetta hevði ikki
gjørt tað lættari hjá ungum
hugaðum fólki at komið sær
upp í vinnuna. Prísurin á
loyvunum hevði ikki lækkað,
heldur hækkað, tí sjálvsagt selur
seljarin fyri at fáa sum mest
burturúr. Eitt annað er uppskotið,
sum landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum er komin við,
um at leggja tilfeingisrentu á
fiskivinnuna. Hesum tekur
Tjóðveldisflokkurin heldur
ikki undir við, táið hetta kemur
at kennast sum ein skattur, og
bara kemur at gera raksturin
hjá flotanum tað tyngri. At
umsitingin skal áseta rentuna,
er eisini ein vansi, táið trupult
verður hjá uttanfyristandandi
at rokna seg fram til, hvat eitt
rímiligt gjald skal vera. Aðrir
hava tala fyri einum marknaði,
har øll rættindi, fiskidagar
og kvotur, á heima, mið- og
fjarleiðum verða seld, yvir eina
skivu, sum hitt almenna skipar,
vegna eigaran, sum sambært
lógini er Føroya fólk.
Sambært stevnumiðum
Tjóðveldisfloksins er greitt, at
vit stuðla hvørki brandskatting
ella tilfeingisrentu. Hinvegin
halda vit, at neyðugt er, at
seta í verk eina sjálvsjavnandi
skipan, har vinnan sjálv lagar
seg og umsetir innanfyri greiðar
almennar karmar og regluverk.
Veiðiloyvi og fiskidagar verða
almenn brúksloyvi og umsetingin
av hesum eigur at fara ígjøgnum
eina tilfeingisbúð – ein
gjøgnumskygdan fiskidaga- og
kvotamarknað, harið øll kunna
bjóða og sleppa framat eftir
føstum treytum. Sama skipan
eigur at galda fyri rættindini
hjá føroyingum á mið- og
fjarleiðum, sum í dag verða býtt
út til ávís feløg eftir politiskum
frymli. Hugsjónarliga stendur
hesin politikkur í fyrstu grein
í stevnu floksins - heilt frá
byrjan: Ongin einstaklingur
ella nøkur serstøk stætt eigur
framíhjárætt til vald landsins og
ognir. Føroyingar allir eiga somu
samfelagsrættindi og hava somu
samfelagsskyldur.
Bulurin, ella hjarta, í
uppskotinum sum Heidi
Petersen og undirritaði løgdu
fram á ting hin 4. august í ár
(løgtingsmál no. 6/2006) er
omanfyrinevnda tilfeingisbúð.
Ein búð sum tær almennu
Føroyar skipa. Eftir 10 árum
er ætlanin at øll rættindi, til at
taka úr tilfeingi føroyinga, tað
verið seg í okkara egna sjóøki
og í rættinum til tilfeingið, sum
heimastýrismyndugleikarnir hava
samrátt seg til í fremmandum
sjógvi, skula umsetast, handlast,
ígjøgnum búðina. Hesi seinru
Fólksins ogn – liberalisering og
Vantandi byggitilfar
Bíðitíð eftir tilfari og mangul upp á sama er
nú vorðin ein veruligur fløskuhálsur í donsku
handverksvinnuni. Ein kanning, sum danska
handverkarafelagið hevur latið gjørt, sýnir, at í
fýra út av fimm timbur- og snikkaravirkjum eru
trupulleikar við at fáa fatur á tilfari. Sum vit hava
skilt tað her á blaðnum, er trupulleikin heldur
ikki ókendur her á landi, men í stóran mun verður
hetta uppvigað av støðuga manglinum upp á
handverkarar
Útlendingar í fiski
Fiskiídnaðurin er tann vinnugreinin í Danmark,
sum lutfalsliga hevur flestar útlendingar í
arbeiði. Av teimum umleið 5.400, sum arbeiða
í fiskiídnaðinum, eru næstan 500 av útlendskum
uppruna, og tað er tríggjar ferðir fleiri enn
fyri tíggju árum síðani, skrivar Vinnuhúsið. Á
Rahbekfisk í Fredericia sigur stjórin, at tað er
ikki tilætlað, at tey hava so nógvar útlendingar í
arbeiði, men at tey hava valt tey bestu, og tey hava
so verið útlendingar.