Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 29 vinnusíðurnar árini hevur ein vaksandi umsetiligheit tikið seg upp í skipanini. Flestu hava tikið undir við hesum. Hetta ger skipanina meira liðiliga og hevur ivaleyst ment dynamikkin í vinnuni - munandi. Spurningurin er bara, hvør ið skal skipa hesa umseting. Tey, ið frammanundan hava fingið rættindini frá tí almenna fyri onki, ella tær almennu Føroyar, vegna fólkið, sum sambært lógini er eigarin av øllum rættindum. Trupult er at broyta strukturarnar í eini altavgerandi høvuðsvinnu eftir einum degi. Skaðin kundi skjótt verið størri enn gagnið, tí er alneyðugt, at vinnan fær virkað í eini skiftistíð, har givnu loyvini verða niðurlagað eftir einum tíggjuára skeiði. Sohvørt verða tey gjørd umsetilig og handlað ígjøgnum tilfeingisbúðina, sum skal virka leys av politiska myndugleikanum, stjórna av nevnd, sum vinnan á sjógvi og landi setir og dagligum rakstrarleiðara, sum landsstýrismaðurin setir í starv. Í størsta mun verður hildið fæst um ásettu bólkarnar í lógini. Hildið verður fast um skottið millum húk og trol og millum útróður og aðra veiði og í 10 ára skiftisskeiðnum verður útróðrarflotin í bólki 5, bátar undir 15 tons, hildin uttanfyri skipanina Ivaleyst vilja tey flestu nú spyrja, hvørjir vansarnir í verandi skipan eru, í mun til fyrimunirnar, sum uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum kundi havt við sær. Vansarnir við verandi skipan eru, at eigarastruktururin í føroyskari fiskivinnu hevur cementerað seg hjá teimum, sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúksrættin til føroyskt tilfeingið. Tey 10 árini eru farin og ongin roynd at kjaka veruliga um støðuna, tíansheldur nakar politikkur, hevur verið kring málið, hvussu viðurskiftini skuldu skipast, eftir at 10 ára rætturin var farin. Skipanin rullar bara víðari, sum um onki var hent. Tó hevur landsstýrismaðurin havt eina nevnd sitandi í longri tíð, ið sigst vera komin undir land við sínum tilmæli, um broytingar í lógini, men er fyribils niðurstøðan, sum nevndin varpaði upp, táið málið gjørdist aktuelt aftur, orsakað av djúptøkna og vælfyrireikaða uppskotinum, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram stutt eftir Ólavsvøku, einasta úrslitið hendan nevndin higartil er komin til, er ikki væntandi, at nakrar broytingar koma frá núsitandi valdinum í bræði. Helst aldri, táið illa hugsandi er, at politiskar heimildir fara at finnast til tess, soleiðis sum valdið í Føroyum nú er skipað. Gongdin í seinastuni hevur annars verið rættiliga greið. Tað er farin og fer fram ein privat kapitalisering av rættinum at fiska. Ongin ivingur er um, at hetta er ein trupulleiki fyri fiskivinnuna, fyri tey sum starvast í vinnuni og fyri samfelagið alt. Trupulleikarnir, ið standast av hesum eru ein vaksandi monopolisering. Rætturin at fiska gerst til endans so dýrur, at ógvuliga fá hava møguleikan at koma inn í vinnuna, og soleiðis sum gongdin hevur verið í seinastuni, har veiðutól eru handlað fyri upphædddir, svarandi til 5- 10 ferðir tað sum tólini í sær sjálvum umboða í virði, er greitt, at kapitalsterk útlendsk feløg til endans seta seg á øll føroysk veiðirættindi. Váðin veksur, táið keyparin skal rinda fyri rættin at fiska í óendaliga tíð fram. Privata sølan av hesum almenna rætti, hevur Fiskimálaráðið vælsaktans blástemplað, tí er ongin orsøk at venda skjútsið móti teimum, sum hava selt við almennum vælsignilsi, tvørturímóti. Hinvegin fer hendan skýferðin í upphæddum at minka um møguleikarnar fyri fígging, hetta setir fíggjarkervið í óneyðugan vanda, har yvirfígging, virðisleys veð og møguligar trotabúða-spekulatiónir hanga sum damoklessvørð yvir høvdinum á teimum. Regionalu trupulleikarnir vaksa. Kapitaliseringin av rættinum at veiða, ið hongur neyvt saman við fiskiloyvunum, sum tær almennu Føroyar hava útlutað, hevur havt eina miðsavning við sær. Miðsavnaði kapitalurin virkar sum ein flugufangari í hesum førinum, tað sigur seg sjálvt, og kapitalveiki útjaðarin stendur ikki ímóti trýstinum, bløðir loyvini burtur og fær í verandi støðu ikki hendur á teimum aftur, missir harvið øll lunnindi undir einum samfelagi, sum stendur á vinnuligum botni. Í evsta føri fer føroyskur kapitalur heldur ikki at standa seg í kappingini, upphæddirnar eru longu nú so ørandi, og astronomiskar, at bara útlendskur stórkapitalur, í strategiskum uppkeypi, kemur at standa seg í kappingini. Ein avleiðingin av hesi gongd verður við vissu, at vit fáa eitt skeivglað býtið av samfelagsins virðum. Bæði ímillum útjaðara og miðstaðarøkið og ímillum fólk yvirhøvur. Hetta, hóast øll upprunaliga skuldu eitast at eiga hesi rættindi, so flott sum tað verður staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap: Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Verður onki gjørt við hendan spurningin beinanvegin, kemur hetta at darva reiðaríunum sum virka í vinnuni, fiskimanninum, flakavinnuni og til endans samfelagnum. Heldur politiska skipanin, ella varnast hon, at strukturarnir eru skeivir í vinnuni, og í øllum øðrum samfelags høpum, somuleiðis, eigur hon at taka málið upp umgangandi, og gera nakað við trupulleikan. Til tað hava vit eina politiska skipan. Í hesum førinum eigur høvuðsmálið at vera, at lynna sum frægast undir hjá teimum sum ætla sær at reka vinnu heldur enn at lynna undir hjá teimum, sum ætla sær at liva av at selja almenn rættindi. Hetta kundi Føroya Løgting, har ræðið fólksins verður umsitið, gjørt við at stuðlað uppskotinum um eina tilfeingisbúð, sum eftir eitt 10 ára skiftisskeið, hevði fingið fult ræði á øllum rættindum og handlað við teimum samsvarandi prísum, sum vinnan til eina og hvørja tíð helt seg kunna gjalda fyri rættin at veiða. Allir føroyingar høvdu fingið rættin at bjóða, og marknaðartreytirnar, og ikki politiskar treytir, gjørdu einsamallar av hvussu leikur fór. Hvussu hesin marknaður reint tekniskt kom at virka, lá á teimum sum vald vórðu at stjórna honum. Tey skuldu finna frægastu, mest liberalu og ikki minst mest demokratisku loysnina fyri hesum marknaði við fólksins ognum. Marknaðir við uppboðssølu eru kendir um allan heim, og hildið verður av flestum, at hetta er frægasti sølu- og keypshátturin sum finst, fyri at menna dynamikkin optimalt í virkisøki sum hesum. Fyrimunirnir við uppskotnu skipanini eru eyðsýndir. Fyri demokratisering ! Framhald á næstu síðu ” “Vansarnir við verandi skipan eru, at eigarastruktururin í føroyskari fiskivinnu hevur cementerað seg hjá teimum, sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúksrættin til føroyskt tilfeingið. Tey 10 árini eru farin og ongin roynd at kjaka veruliga um støðuna, tíansheldur nakar politikkur, hevur verið kring málið, hvussu viðurskiftini skuldu skipast, eftir at 10 ára rætturin var farin. Skipanin rullar bara víðari, sum um onki var hent.” Dong ger um seg Tey seinastu árini hevur danska orkufelagið Dong gjørt stórar íløgur í norsku oljuvinnuna, men nú ætlar felagið sær at gera íløgur í norska vindorku. Kim Ernst, stjóri, sigur við Dagens Næringsliv, at saman við norskum samstarvsfeløgum er Dong uppi í vindorkuverkætlanum fyri 1,7 mia. krónur, men at ætlanin er at gera uppaftur størri íløgur. Hann ásannar tó, at Noreg hevur ikki so góðar stuulsskipanir um onnur lond í Evropa. Hýsa og rækjur til ES Í summar avtalaðu Føroyar og ES, at hýsa kundi innflytast tollfrítt til ES, og at kvotan á innfluttum rækjum til ES skuldi hækka, og nú er avgerðin komin í gildi. Frá september í ár kundu Føroyar byrja at útflyta hýsu til ES uttan toll, og frá 1. januar hækkar tollfría rækjukvotan til ES-marknaðin úr 3.000 í 4.000 tons. Brúka vit minst 80 prosent av rækjukvotuni, hækkar hon í 5.000 tons í 2008 og 6.000 tons í 2009.