týsdagur 21. november 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
tey sum í framtíðini ætlað
sær at gera íløgur í føroyska
vinnu hevði atgongdin verið
lættari, táið viðurskiftini eru
normaliserað og upphæddirnar,
ið skula forrentast og avskrivast,
aftur standa hóskiliga í mun til
rakstrarmøguleikan av keyptu
veiðirættindunum, sum øll nú
hava frælsa atgongd til. Mælt
varð til, at útbjóðingarskeiðið
ongantíð skuldi vera longri
enn ein ársfjórðingar, harvið
var tryggjað ein kontinuerlig
atgongd til sortimangið, sum
tilfeingisbúðin lá inni við.
Peningastovnarnir høvdu
komið í eitt meira realistiskt
viðskiftið við vinnuna, fingið
veð í veruliga virðinum og
ikki fyri mesta partin sum nú,
í einum hugsaðum politiskum
merglopnum ryggi. Regionalu
trupulleikarnir kundu verið
loystir, nú útjaðarin aftur hevði
fingið atgongd til og møguleikan
at keypa burturav tilfeinginum.
Rættarstøðan hevði verið eins
fyri allar borgarar. Ongin eigur
framíhjárættindi. Hetta hevði
javnað íkomna sosiala ójavnan
aftur, og dynamikkurin hevði
fingið eitt gypp í afturpartin,
táið skipanin sjálv hevði framt
útveljingina. Samsvarandi
dugnaskapi og effektiviteti.
Við tí lítlu umsiting sum
andstøðuflokkur hevur tøka,
til gerð av slíkum uppskoti,
í mun til orkuna í útinnandi
umsitingini, var sjálvsagt,
at okkurt kundi verið meira
umhugsað og snøggari ætlað.
Tí løgdu vit eina við, at hetta
var uppskot sum kundi mýkjast,
fyri at gera semjuna so breiða
sum gjørligt. Vit hildu og halda,
at uppskotið var ein reformur,
sum í størsta mun tænti fólksins
áhugamálum, vinnuni og
samfelagnum sum heild, og
væntaðu tí, at politiskar royndir
fóru at vera gjørdar fyri at røkka
eini semju. Men so eiðasørt.
Sum vanligt í føroysku politisku
skipanini varð uppskotið tægað
sundur, smávegis tekniskar
forðingar vóru funnar, og negldar
upp á bróstið, sum knakar, at
hanga uppskotið á, har tað nú
hongur sum ein gjørgnumjaglað
slintra. Niðurskotið.
Uppskotið var ikki ætlað at vera
ímóti nøkrum. Var bara ætlað
at lynna undir og at fáa lógina
um vinnuligan fiskiskap á beint
aftur. At fáa sjálvregulerandi og
sjálvberandi mekanismurnar at
virka aftur. At menna vinnuna
hagartil, at hon kom at geva
optimalt avkast til allar partar
í samfelagnum, ikki minst
vinnuna sjálva. Trupult er at
spáa um framtíðina, eisini
um uppskot okkara var rætta
leiðin at ganga. Vit ivast tó
framvegis ikki í, at hetta hevði
verið ein farvegur burturúr eini
eftirhondini sperdari lóg, í stóran
mun skeivglað av sjaldsamari
umsiting. Hetta hevði verið ein
nærum total liberalisering av
allari føroyskari fiskiveiði, hetta
hevði verið ein demokratisering,
sum hevði gjørt orðini hjá
Bresti og Gerhardi til veruleika:
Ongin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða. Í hesum
førinum stívnaðar lógir, sum
treingja til álvarsligar ábøtur.
Og í triðja lagi hevði uppskotið
tryggjað, at ogn Føroya fólks
varð flutt aftur, harið hon
hoyrir heima. Hjá fólkinum. Í
seinasta lagi var hetta eisini ein
roynd at tryggja tey nationalu
áhugamálini, sum mega vera, at
varðveita øll rættindi til tilfeingið
á føroyskum hondum. Gleppa
tey, av ósketni og lógligum
skilaloysi, bera vit ikki boðini
kortini, hvørki sum heimastýri
ella sum republikk. Enda sum
húskallar í egnum landi. Illa
trevsaðir av kapitaláhugamálum
í londum, sum eru ímillum tey
mest protektionistisku í øllum
heiminum. Har ongar dyr verða
gloppaðar fyri fremmandum
áhugamálum, serliga ikki,
táið um tilfeingisvinnur teirra
ræður. Tað stendst um at halda
javnvágirnar, eisini á hesum fyri
samfelagið so vitala øki. Bara
soleiðis verður tú tikin fyri fult í
grannalagnum, fyri ikki at siga í
tí stóra alheiminum.
Fríggjadagin 10. november
kom málið aftur úr vinnunevnd
løgtingsins. Uppskotið, sum
hevði demokratiserað og
liberaliserað karmarnar um
høvuðsvinnuna og samstundis
staðfest veruliga ognarrættin
til tilfeingið, fall táið bara
8 tjóðveldisfólk atkvøddu
fyri tí. Tey, sum høvdu roknað
við Javnaðarflokkinum fingu
eina langa nøs. Vallyftið
teirra, sum er endurstaðfest
á fleiri landsfundum, fekk
eina blanka atkvøðu, frá
John Johannessen. Teir báðir
miðflokkamenninir atkvøddu
somuleiðis blankt og mest
tragikomiska og paradoksala
atkvøðan mundi vera hon hjá
formanni Sjálvstýrisfloksins,
sum atkvøddi blankt, hóast
flokkurin í landsfundarsamtykini
kvøldið eftir sendi eina bulletin
út, sum var meinlík uppskotinum
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Restin atkvøddi ímóti. Og
sendi harvið tey boð út um
allar geilar, serliga út um
landoddarnar, at festararnir
av føroyska landgrunninum,
og føroyskum tilfeingi
yvirhøvur, nú eiga óavmarkaða
rættin at selja. Signalini
frá landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum síðani,
hava bara cementerað hendan
veruleikan uppaftur meira. Og
vargur er aftur komin í keyp og
sølur, og upphæddirnar sum
útlendingar nú sigast vilja keypa
føroyskt tilfeingi fyri eru so
ørandi, at tær standa ikki í mát
við nakran veruleika longur.
Roknast má við at landsstýrið,
nú embætismannauppskotið fer
at fáa eina politiska viðgerð í
samgonguni, fer at staðfesta,
at tilfeingið ikki longur er ogn
Føroya fólks, men hinvegin
ogn teirra, sum hava rullandi
loyvini um hendur higani og
til veraldar enda. Einaferð
var tað bjargingin at skekla
seg úr eini feudalskipan, men
sum lívið er skikkað, hevur alt
lyndið til at endurtaka seg, nú
eru vit ávegis inn í eina nýggja
feudaltíð, við sosialdemokratiska
Javnaðarflokkinum sum
galliónsfiguri og stavnamanni
Fólkafloksins sum róðurgangara.
Tann viðvenda verð. Nú
pendulið hjá hesum báðum
flokkum sveiggjar í takt, so
langt úti í høgra borði, at tað
nóg illa hómast fyri politiskum
fríggjarakondensi.
Framhald av síðu 29
”
“Heldur politiska skipanin, ella varnast hon, at
strukturarnir eru skeivir í vinnuni, og í øllum øðrum
samfelags høpum, somuleiðis, eigur hon at taka málið
upp umgangandi, og gera nakað við trupulleikan. Til
tað hava vit eina politiska skipan. Í hesum førinum
eigur høvuðsmálið at vera, at lynna sum frægast undir
hjá teimum sum ætla sær at reka vinnu heldur enn at
lynna undir hjá teimum, sum ætla sær at liva av at selja
almenn rættindi.”
USB-jólatræ
Jólini eru í nánd, og ikki óvæntað
gevur hetta eisini hugflog til ymsa
skrivstovuútgerð frá gadgets.dk. Millum
annað ber nú til at keypa sær eitt lítið
jólatræ, sum lýsir, tá tað verður sett
til USB-portrið á telduni. Fyri tær 99
krónurnar, sum træið kostar, fæst eisini
jólapynt, sum kann klippast út, áðrenn
tað verður hongt á træið, og so skuldi av
álvara verið klárt til jólamánaðin.
100 mió heimasíður
Enska Netcraft hevur síðani 1995 arbeitt
við at skráseta allar heimasíður á alnetinum.
Tá felagið byrjaði, taldi listin 18.000 síður,
men hetta talið er støðugt vaksið. Somikið
nógv, at talið í oktobur fór upp um 100 mió
heimasíður, og eingin orsøk er at halda, at
hetta tal fer at minka. Av skrásettu síðunum
er á leið 1% síður við pornografiskum tilfari.