Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 31 vinnusíðurnar Fyri fjórðu ferð hevur fiskivinnuframsýning verið í Sisimiut í Grønlandi Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Myndir: S. í Dali Eins og í Føroyum er fiski­ vinnan tann berandi vinnan í Grønlandi, og hóast tosað verður um aðrar vinnur, verður fiskurin helst álitið í mong ár afturat. Eingin fiski­vinnu­tjóð uttan fiskivinnu­fram­sýn­ing­ ar, og soleiðis eisini í Grøn­ landi. Um vikuskiftið varð fyri fjórðu ferð skipað fyri framsýningini Polarfish í Sisimiut, sum er næststøsrti býur í Grønlandi. Býurin er sera virkin á vinnuøkinum og hevur stóra havn, har tað størsta rækjuvirkið í Grønlandi eisini er. Framsýningin var í ítrótt­ar­høllini í býnum, og framsýningarøkið var um 1.000 fermetrar. Tíggju føroyskir luttakarar vóru mill­um framsýnararnar. Níggju teirra vóru á einum felags føroyskum bási, sum Petur & Petur hevði skipað fyri. Teir níggju framsýnararnir á føroyska básinum vóru Tórshavnar Skipasmiðja, FJM, AWI Boats, MP-Teknik, North Atlantic Fish Fair, Sea Star Føroyar, Oilwind, Klaks­ víkar Kommuna og Menn­ ingarstovan. Trolvirkið Vónin, sum eigur fleiri trolvirkir í Grøn­ landi, hevði sín egna bás. 10 føroyskir framsýnarar á Polarfish Vónin hevði sín egna bás á Polarfish. AWI Boats í Runavík var millum framsýnararnar á føroyska básinum. Menningarstovan hevði part av føroyska básinum. Frá básinum hjá Oilwind í Miðvági. Gates: iPod er ótrúligur Hóast Microsoft júst er komin á marknaðin við Zune, sum av fleiri verður róptur fyri iPod-killer, so tykist Bill Gates ikki rokna við, at teir megna at senda útgávuna frá Apple í grøvina. Partvíst, so hevur sølan av Zune ikki verið so serstakliga stór, síðani hesin kom á amerikanska marknaðin, og hartil sigur Microsoft- stjórin sjálvur, at iPod er nakað fyri seg. Ófatuligt og fantastiskt var millum lýsingarorðini, sum Bill Gates nýtti, tá hann herfyri varð biðin um at siga sína hugsan um iPod. Gates enn ríkastur 310 mia kr. Tað er tað, sum samlaðu ognirnar hjá Bill Gates eru gjørdar upp til, nú hann enn einaferð stendur ovastur á amerikanska ríkmannalistanum. Samlaði listin við 15 teimum ríkastu, stendur nú at lesa á síðuni hjá Føroya Banka, og telur listin eisini eigararnir handan Dell, Oracle og Google. Vert er eisini at leggja til merkis, at Walton-familjan, sum eigur Wal-Mart ketuna, er sera væl umboðað á listanum. Ikki færri enn fimm limir í familjuni standa á listanum.