Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 225 - 21. november 2006 vinnusíðurnar Virðisløn til Saab Elsta bilblaðið í Bretlandi, Autocar, hevur júst kosið Saab Aero X til flottasta konsept-bilin í 2006. Millum orsøkirnar verður sagt, at sniðgevingin á bilinum er framúr, og hetta er kanska heldur ikki heilt skeivt. Sniðgevingin hevur millum annað fingið íblástur frá flogverksmiðjuni hjá Saab. Tá talan er um konsept-bil, er tó óvist, hvørt hesin nakran tíð kemur í veruliga framleiðslu. Føroyski Virðisbræva­ marknaðurin er heimsins minsti marknaður av sínum slag, men fyri durum standa ein røð av einskiljingum, sum fara at bera við sær ein munandi størri marknað. – Tað hevur tískil stóran týdning at kunna føroyingar um, hvat ein størri virðisbræva­ marknaður hevur av ávirkan, og hvørji nýggj hugtøk og evni, vit skulu venja okkum við, sigur Føroyski Virðisbræva­ marknaðurin Kapitalgrunnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðsta hósdag skipaði Virðis­ brævamarknaður Føroya (VMF) fyri evnisdegi á Hotel Hafnia. Væl av fólki tóku lut í tiltakinum, og serliga vóru hetta fólk, sum onkusvegna eru partur av føroyska fíggjarheiminum. VMF hevði fingið ein so kendan mann á økinum, sum danan Morten Bennedsen at greiða føroyingum frá um kapitalgrunnar, bæði í søguligum høpi, um bygn­ aðin av slíkum grun­num og um fyrimunir og vansar við hesum. Morten er professari á Institut for Natio­nal­ økonomi á Handils­há­skúl­ anum í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin á heimsins besta búskaparskúla, Har­ vard University, og greinar hjá honum eru útgivnar í fleiri av fremstu tíðarritum í heiminum. Í løtuni fæst Morten nógv við at granska um ættarliðsskifti í vinnu­fyri­ tøkum, og á evnisdegnum í síðstu viku reisti hann eisini spurningin, um kapi­ talgrunnar og ættarliðsskifti kunnu ávirka hvørt annað. Nýggj hugtøk Føroyski Virðisbræva­markn­ aðurin er heimsins minsti marknaður av sínum slag, men fyri durum standa ein røð av einskiljingum, sum fara at bera við sær ein munandi størri marknað. VMF heldur tað ikki vera óhugsandi, at privat­ar fyritøkur áðrenn langt um líður verða skrá­settar á føroyska virðis­ bræva­markn­aðinum. - Tískil hevur tað stór­ an týdning at kunna føroy­ ingar um, hvat ein størri marknaður hevur av ávirkan, og hvørji nýggj hugtøk og evni, vit í Føroyum skulu venja okkum við. VMF sigur, at ætlanin soleiðis er at kunna føroy­ ingar um hesi hugtøk við eini røð av fyrilestrum og evnisdøgum, eins og gjørt varð í síðstu viku á Hotel Hafnia. - Kapitalgrunnar eru eina mest kendir um okkara leiðir fyri at keypa stórar fyritøkur, og eitt nú danski “risin”, TDC, varð soleiðis keyptur av einum samtaki av kapitalgrunnum. Hugsunarháttur Heri á Rógvi, sum lesur í Danmark og áður hevur skrivað fyri Sosialin, hevur havt samrøðu við Morten Bennedsen, sum var á Hotel Hafnia seinasta hósdag. Í samrøðuni sigur danski professarin, at ávirkanin av kapitalgrunnum er sjónlig. - Sum partur av sonevnda Private Equity-rákinum hevur nógv verið at hoyrt um kapitalgrunnar seinastu árini, ikki minst í sambandi við nógv umrødda keypið av TDC. Morten vísir á, at Private Equity er eitt ógvuliga breitt hugtak. - Hetta fevnir um øll sløg av kapitali, sum ikki er listaður á einum marknaði. Seinastu tíggju árini er orðið vorðið samheiti við kapitalgrunnar ella ”buy out” grunnar, sum hann tekur til. Sambært Morten Benned­ sen hava kapitalgrunnar ein grundleggjandi øðrvísi hugsunarhátt enn onnur. - Grunnarnir hugsa ikki um langtíðar perspektiv, og teir skulu vinna pening inn­ an heilt fá ár, sigur hann. Føroyskar fyritøkur Føroyski Virðisbræva­ markn­aðurin heldur tað ikki vera óhugsandi, at kapital­ grunnar eisini fara at fáa eyguni upp fyri føroyskum fyritøkum. - Tað er trupult hjá mær at siga nakað ítøkiligt um føroyskar fyritøkur, men eg vil meta, at kapitalgrunnar eru áhugaðir í eini og hvørjari fyritøku, sum hevur størri møguleikar fyri vøkstri enn tann vøkstur, sum fyritøkan hevur í løtuni, heldur Morten Bennedsen. Hann vísir á, at eitt nú íslendskir grunnar kundu verið ein upplagdur møgu­ leiki í Føroyum, har før­ oyskar fyritøkur eitt nú verða settar saman við øðr­ um líkandi fyritøkum. - Tað er tó ógvuliga ymiskt, hvussu væl egnað­ ar fyritøkurnar eru hjá kapitalgrunnunum, men um fyritøkurnar bert hugsa um føroyska marknaðin, eru vakstrarmøguleikarnir ikki so stórir, heldur danin. Einki at ræðast Morten Bennedsen legg­ ur tó aftrat, at tað ikki er óhugsandi, at kapital­ grunnar eisini fara at gera seg galdandi í Føroyum. - Men hesir grunnar eru einki at ræðast, leggur danski professarin, Morten Bennedsen aftrat. Danskur professari kunnaði um kapitalgrunnar