Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2006 33 vinnusíðurnar Munurin minkar ES-mótstøðan í Noregi viknar, men enn eru norsku veljararnir ikki fyri, at landið gerst limur í ES Fjarstøðan millum mótstøðufólk og viðhaldsfólk í Noregi um ES-limaskap minkar. Í eini kanning, sum varð gjørd herfyri, var munurin á mótstøðu og viðhaldi minkaður við 3 prosentstigum. Hevði fólkaatkvøða verið í Noregi í dag, høvdu sambært kanningini 41,2% av norsku veljarunum atkvøtt fyri ES- limaskapi. -vilmund. - Allir partar mugu taka lut í tí miðvísa arbeiði, ið má gerast – bæði vinnan sjálv, fakfeløg og politiski myndugleikin, segði granskarin, Dennis Holm, tá ið hann legði fram kanningina, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt Fiskavirkisvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á vinnusíðunum í dag gera vit nógv burtur úr kann­ingini, sum Gransk­­ ingardepilin fyri Økis­menn­ ing hevur gjørt. Teir, ið standa aftan fyri kanningina og frágreið­ing­ ina, eru Dennis Holm og Bogi Mortensen. Tað var Dennis Holm, granskari, sum legði niður­ støðurnar fram á fundi í Vinnuhúsinum í síðstu viku, sum Ráfiskakeyparafelagið tók stig til. Trupul støða Andreas F. Hansen, virk­ is­leiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, er eis­ ini formaður í Ráfiska­ keyparafelagnum. Hann heldur tað vera trupult er at siga, hvat ítøki­ ligt spyrst burtur úr einum fundi sum hesum, men fegnast um, at bæði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Jacob Vestergaard, lands­stýris­ maður í útlendingamálum, vóru við og kundu lýða á, hvussu umboð fyri ar­beiðsgevarar og umboð fyri arbeiðstakarar lýsa aktu­ellu støðuna. Andreas sigur, at Jacob Vestergaard eisini hevði orðið á fundinum og greiddi frá, hvørjum landsstýrið arbeiðir við til tess at gera skipanina við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum meira liðiliga. - Hetta er áhugavert hjá okkum at hoyra – og tað er ikki minni átroðkandi at loysa málið, nú okkum vantar góðar reinskerarar hvønn dag. Úrslitið er, at vit fáa minni og minni fisk ígjøgnum maskinurnar, tí rein­skerararnir eru avger­ andi fyri, hvussu nógv fer í gjøgnum. Eingin tilgongd Sum virkisleiðari á tveim­ um fiskavirkjum, ásannar Andreas F. Hansen, at høvuðstrupuleikin hjá fiskavirkisvinnuni í Før­ oyum er hin sami, sum vit síggja í eitt nú Íslandi í Noregi. - Munurin er bara, at støðan, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini, longu kom til sjóndar í hinum báðum londunum fyri eini 10 árum síðan. Tey tóku avleiðingarnar og hava fylt upp við út­lendskari arbeiðsmegi, sum hevur verið við til at hildið fiskavirkisvinnuni – og øðrum vinnum – í hesum londum uppi. Hann vísir á, at eingin tilgongd er av fólki til fiskavirkisvinnuna í Før­ oyum. - Tá ið royndu fólkini fella frá, kemur eingin í teirra stað og tekur yvir. Tað merkir, at so hvørt, sum fólk eldast í vinnuni og ikki orka at arbeiða meira, minkar talið av rein­ skerarum, og tað er okkara stóri trupulleiki, sigur Andreas F. Hansen. Mugu tora Í niðurstøðuni í síni fram­ løgu, segði Dennis Holm á fundinum í Vinnuhúsinum, at tað, sum nú er avgerandi, er, at vit tora at arbeiða við loysnum. - Hetta er neyðugt, so arbeiðast kann miðvíst við teimum avbjóðingum, ið vinnulívið sum heild hevur. Dennis sipaði serliga til fiskivinnuna á landi og tey lokalsamfeløg, ið eru so nógv tengd at hesi vinnu. - Allir partar mugu taka lut í hesum miðvísa arbeiði, ið má gerast – bæði vinnan sjálv, fakfeløg og politiski myndugleikin, segði gransk­ arin í niðurstøðuni. Minni peningur til bjarging Bergen: Bjargingarfelagið fær minni pening yvir norsku fíggjarlógina í 2007, enn felagið hevur fingið í ár. Talan er um ein niðurskurð upp á heilar 10 mió krónur. Fiskarlaget Vest í Noregi góðtekur ikki hendan niðurskurð, men heldur, at hetta verður ein vanlukka fyri trygdina í økinum. Avleiðingin verður, at Bjargingarfelagið noyðist at avmarka arbeiði, og tað kann Fiskarlaget Vest slett ikki góðtaka. -vilmund. Allir partar mugu taka lut í loysnum Lesið meira á blaðs. 24 & 25 Føroyski Virðisbrævamarknaðurin fer at skipa fyri eini røð av fyrilestrum og evnisdøgum um kapitalgrunnar. Í hesum sambandi var danski professarin, Morten Bennedsen, í Føroyum í síðstu viku og greiddi frá Mynd: Jens Kr. Vang Ein partur á føroyska fíggjarheiminum lurtar eftir danska professaranum, sum greiðir frá um kapitalgrunnar - bæði í søguligum høpi, um bygnaðin og um fyrimunir og vansar við hesum Mynd: Jens Kr. Vang