týsdagur 21. november 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 225 - 21. november 2006
vinnusíðurnar
Friðsæla, føroyskur
dansur, grindardráp,
homofobi, seyður,
láturligt landslið eru
orð í koma fram tá
vit og onnur royna at
lýsa Føroyar
Bogi Eliasen,
cand.scient.pol
be@implementer-ltd.com
Politikkur og ímynd
At heimurin er alheims
gjørdur merkir, at vit, um
vit vilja tað ella ikki, eru
ein samrunnin partur av
heiminum. Lond kunnu
so velja at fáa sum mest
burturúr støðuni sum hon
er, ella lata verða.
Annað enn marknaðir
Vanliga hugsa vit um
tann vinnuliga partin av
alheimsgerðini, so sum
betri
marknaðaratgongd
og at okkara vinnulív er
á altjóða støði. Tað er
sjálvsagt umráðandi at
hava
marknaðaratgongd
og at hava eitt vinnulív á
altjóða støði. Men krøvini
eru onnur eisini. M.a. at
gera vart við at ein er til í
heiminum.
Boðskap
Fyri at sleppa framat er
neyðugt at hava ein boð
skap, eina ímynd, okkurt
sum fangar minnið hjá
fólki, og at henda ímyndin
eisini onkursvegna speglar
føroyska veruleikan.
At marknaðarføra Føroyar
sum
skerpikjøtsmekka
heimsins er neyvan nakað,
sum gevur okkum tann
stóra vinningin. Tað skal
verða eggjandi at samstarva
við Føroyar. ”
Vit skulu verða ”the
edge”,
“creme
de
la
creme”
Um vit skulu marknaða
føra
okkum
sum
tað
besta, krevur tað eisini at
vit arbeiða fram ímóti, at
vit gerast tey bestu, tí at
marknaðarføra uttan at
veruleikagera málini, er
ikki nóg mikið og í besta
føri láturligt.
Góð við okkum
Tað krevur eina góða ímynd
av bæði almennu Føroyum,
vinnulívinum og Føroyum
sum eind. Tað hava vit ikki.
Tað krevur eisini at vit eru
góð við okkum sjálvi, og
trúgva uppá egnan mátt, tað
gera vit heldur ikki.
Tørvur
Tjóðarbranding kann verða
lívsneyðug og avgerðandi
fyri at fáa íløgur til landið.
T.d. hava almennu Føroyar
oftani havt trupulleikar av,
at ov fá vita at Føroyar eru
til. Tað munnu eisini verða
nógv atlas í heiminum har
Føroyar ikki eru á.
Tørvurin á tjóðarbranding
kemur tí at alheimsgerðin
og harvið eisini ein heimur
í frælsari kapping ger, at
allur heimurin kappast hvør
ímóti øðrum. Í hesi kapping
er altavgerðandi at hava
gott orð á sær, og serliga
avgerðandi at hava gott orð
á sær á teim vinnuøkjum
landið livir av.
Munurin
Og júst har er avgerðandi
munur og virkisbranding
og
tjóðarbranding.
Tú
kanst ikki bara keypa tær
ein lýsingaherferð. Ella tað
kanst tú, men tú fært neyvan
nóg nógv fyri pengarnar.
Føroyar eru stemplaði sum
fundamentalir homofobar í
norðanlondum, ein falskur
grindafilmur svimur á netin
um, og vit eru umhvørvis
svín sum ikki vilja seta í
gildi Kyotosáttmálan. Well,
okkurt er helst um tað
halda í hvussu so er fleiri
og vit hava einki at svara
aftur við.
Felags virðir
Tjóðar-branding
snýr
seg í stóran mun um at
finna felags virði í einum
samfelag og so fáa alt
samfelagið at samstarva
um at fáa hesi virðir fram
og miðvíst arbeiða við at
uppbýggja eina positiva
føroyska ímynd úti í heimi.
Hetta skal bæði gagna
okkara vinnulívi, men so
sanniliga eisini okkara
almennu- og politisku skip
an, tá hon samráðst úti í
heimi.
Tjóðarbranding snýr seg
um langtíðarætlanir og mið
víst arbeiði við at finna
og brúka føroysku virðini
úteftir, men krevur eisini at
allir samfelagspartar leggja
orku í eitt slíkt samstarv.
Marknaðarrák
Stórur spenningur var í farnu viku
í marknaðunum, tá prísvøksturin
bæði í USA og Evropa varð kunn
gjørdur. Íleggjarar eru í iva um,
hvat tjóðbankin í USA, Fed, fer at
gera við rentuna. Fed hevur hækkað
rentuna 4,25%-stig síðan 2004, men
hækkingarnar eru nú steðgaðar. Um
Fed fer at lækka rentuna, stuðlar
hetta vanliga undir bæði láns- og
partabrøvum. Fed sigur mest óttan
fyri prísvøkstri vera orsøkina til
hækkingarnar. Tí nýtir marknaðurin
prísvøksturin sum eitt barometur
fyri komandi rentugongdini, og
tískil eisini væntaðu gongdini á
virðisbrævamarknaðunum.
Prís
vøksturin báðu megin Atlantshavið
varð væl lægri enn væntað, eisini
frároknað olju og matvørur. Tað
løgna var, at hvørki lánsbrøv ella
partabrøv lótu serligt við seg koma.
Hetta kann benda á, at íleggjarar
fara at hyggja at øðrum enn prís
vøkstrinum komandi tíðina.
Lánsbrævarentur
Aftur hesa vikuna vóru lánsbræva
rentur støðugar. 10-ára rentan er
3,75%, og hon er sostatt 0,25%-stig
lægri enn 1-árs rentan. Í november
hevur 10-ára rentan hildið seg mill
um 3,75%-3,86%.
Vestas kunnger roknskap
Vindorkufelagið Vestas kunnger
roknskap
fyri
3.
ársfjórðing
mikudagin. Kaupthing metir at
útlitini hjá Vestas sum heild eru
góð komandi árini. Tó vilja fram
vegis
veitingartrupulleikar
frá
undirveitarum koma fyri summar
ársfjórðingar og hetta kann minka
um vinningin. Kursurin er hækkaður
X% síðan september. Hóast lang
tíðar útlitini eru góð, meta vit at
møguleikin fyri kurshækking í stutta
tíðarbilinum er avmarknaður.
Hesa vikuna
Evropa fer at seta dám á hesa
komandi vikuna, serliga Týskland.
Higani verða kunngjørd bæði
álitistøl, búskaparvøkstur og prís
vøkstur. Týskland er størsti búskap
urin í Evropa, og tí fer hetta at ávirka
evropisk partabrøv undir einum.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Prísvøkstur løgna ávirkan
Vika 47
Skerpikjøtsmekka og Tjóðarbranding