týsdagur 21. november 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2006
35
vinnusíðurnar
Íslendska fyritøkan
Frost hevur keypt
33% av partabrøv
unum í tí føroysku
køli- og frysti
fyritøkuni við sama
navni. Hetta fer at
gera fyritøkuna nógv
betri fyri, tá tilboð
skulu gevast uppá
størrri arbeiði
Samanlegging
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sp/ Frost varð stovnað fyri
5 árum síðani. Eirikur S.
Hansen úr Havn og Ólavur
Durhuus úr Vestmanna
stovnaðu felagið.
Teir eru báðir útbúnir
kølimontørar og hava alt
sítt lív arbeitt við køling
í Føroyum, Danmark og
Norra. Í felagnum arbeiða
4-5 fólk. Frost leverar køli-
og frystiútbúnað til virki,
skip og handlar.
Í gjár seldu Eirikur og
Ólavur 33% av partabrøv
unum til íslendska felagið
við sama navni Frost. Enda
málið við søluni er, at Frost
í Føroyum fer at bjóða seg
fram í samband við tey stóru
køli- og frostprojektini í Før
oyum í framtíðini.
Johannes
Jensen
er
nevndarformaður í Frost, og
hann er sera fegin um nýggja
samstarvið við íslendingar,
sum hann heldur fer at geva
føroyska felagnum nógv
fleiri møguleikar. Við tætta
samstarvinum við Frost í
Íslandi fær Frost í Føroyum
vitan og orku til at átaka sær
flestu uppgávur í Føroyum.
Á industriella marknaðinum
er nærum bert ein aktørur
sum er. Nevndarformaðurin
sigur, at Frost metir, at
pláss eigur at verða fyri
tveimum sterkum veitarum
á industriella marknaðinum
í Føroyum.
Tað er so heldur ikki ein og
hvør, sum føroyska felagið
nú er farið at samstarva
við. Frost í Íslandi hevur
nevniliga drúgvar royndir
innan fiskivinnuna. Har
arbeiða í dag umleið 30-
35 fólk og eru teir størsti
veitarin í Íslandi við verk
ætlanum
í
Russlandi,
Pólandi og aðrastaðni. 13 av
starvsfólkunum hjá Frost í
Íslandi, harímillum leiðslan,
eiga 67% av felagnum.
Johannes Jensen sigur við
Vinnusíðurnar, at Frost í
Føroyum hevur valt at verða
partur av globaliseringini,
har landamørk ikki eru ein
forðing, og har førleikin
við vitan og kapasiteti verð
ur munandi øktur frá at
vera 4-5 starvsfelagar til at
verða 35 starvsfelagar. Tað
verður eisini talan um nógv
størri trygd fyri kundarnar í
Føroyum, tá Frost hereftir fer
at geva tilboð og bjóða seg
fram at gera arbeiði og veita
tænastur, tá man hevur ein so
stóran og sterkan íslendskan
veitara aftanfyri seg.
Samstarv um innkeyp og
tænastur fer tí eisini at betra
um kappingarførið hjá Frost
í Føroyum í framtíðini.
Størri bakland
Annar av føroysku eigarun
um, Ólavur Durhuus, dylur
ikki fyri, at hann er sera
fegin um avtaluna teir hava
gjørt við íslendska felagið.
Hetta fer at geva teimum
nógv betri møguleika á
marknaðinum, tí við einum
nógv størri baklandi ber til
at bjóða uppá fleiri og størri
uppgávur. Sjálvur heldur
hann eisini tað er sera sunt
við kapping á føroyska
marknaðinum, og heldur
fyri, at tað er pláss fyri fleiri
fyritøkum av hesum slag, tí
tað fer í síðsta enda eisini at
gagna brúkaranum.
Hetta byrjaði annars hjá
Leif Mohr, har teir báðir
arbeiddu áður. Teir fóru so
undir egið virki, sum nú er
komið so mikið væl fyri
seg, at íslendingar nú síggja
stórar møguleikar at vera
við í felagnum. Kappingin,
sum Frost nú fer at taka upp
við eitt nú fyritøkuna York,
sum hevur verið nærum
einsamøll á marknaðinum,
verður um at bjóða uppá
stórar verkætlanir og annars
at kunna veita tænastur í
sambandi við umvæling.
Umframt handilsvinnuna
ætla Frostmenninir eisini
at bjóða seg fram í fiski
ídnaðinum. Og her meta teir,
at samstarvið við íslendingar
kann koma sera væl við.
Íslendingar sjálvir meta tað
vera skilagott at samstarv við
føroyska virkið, tí fyri teir er
tað heilt náttúrligt at arbeiða
í Føroyum. Teinurin at fara
til kundan í Føroyum er ikki
longuri enn farið verður til
kundar í Íslandi.
Føroyska felagið Frost
hevur havt góðan byrð
seinastu árini. Á nýggj
árinum var eginognin um 2,1
mió. Kr. Í ár vænta teir at fáa
eitt gott ár, so um ársskiftið
verður eginognin helst einar
3 mió. kr. Annars hevur verið
trupult at fáa fólk til mongu
uppgávurnar. Hetta kann
samstarvið við íslendingar
bøta um.
– Vit hava verið í Íslandi og
hugt eftir teirra umstøðum.
Teir hava høvuðsstøð í Akur
eyri, og má sigast, at hetta
boðar frá góðum. Hetta sam
starvið kann koma at tilføra
okkum nógvar førleikar,
tí íslendingar eru sera pro
fessionellir á hesum øki
Køli- og frystimarknaðurin:
Íslendingar keypa seg
inn í føroyska Frost
Fegnast um samstarv við føroyingar
– Vit hava leingi havt áhuga fyri føroyska marknaðinum, og vit hava kannað, hvussu vit best
koma inn á henda marknaðin. Okkara niðurstøða er, at besti og einasti mátin er at fara í sam
starv við eina føroyska fyritøku. Og tí hava vit fingið í lag samstarv við Frost í Føroyum.
Tað verður so føroyska felagið, sum fer at standa fyri arbeiðinum og vit vera so eitt slag av
”backup” sigur Gunnar Larssen, stjóri í íslendska felagnum Frost. Hann leggur stóran dent á,
at báðir partar skulu kunnu fáa ganga av samstarvinum, og at teir síggja nakað stórt í tí. Fyri
okkum er tað ikki so langt at fara til Føroya og í nógvum líkjast hesir báðir marknaðirnir.
Hóast føroyski marknaðurin er lítil í mun til tann íslendska, kanska 25% av tí íslendska, so
sær Gunnar kortini stórar møguleikar her. Frost í Íslandi hevði í fjør ein umseting uppá einar
45 mió. kr. Fyritøkan hevur stórar royndir við stórum industriellum anleggum, og hetta kann
koma Frost í Føroyum væl við.
Ólavur Durhuus og Eirikur S. Hansen saman við sølustjóranum hjá íslendska Frost, Guðmundi Hannesson
Mynd Jensk Vang