Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 225 - 21. november 2006 lýsingar Almannastovan Stuðul til uppihaldspening Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinra hálvár 2006 saman við kvittanum fyri goldnan barnapening, skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 1. desember 2006. Um goldið er til Toll- og Skattstovu Føroya, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Umsóknir sum eru Almannastovuni í hendi innan nevndu freist verða avgreiddar í desember 2006. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desember og verða umsóknir, sum verða móttiknar aftaná 1. desember 2006 ikki avgreiddar fyrr enn í juni 2007. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald/-gjøld ella hjúnamakagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðuni www. almannastovan.fo undir teiginum oyðibløð og fáast við at venda sær til økisdeildirnar. Almannastovan Økisdeildin í Tórshavn Økisdeildin í Norðoyggjum Tinghúsvegur 14 Klaksvíksvegur 78A 100 Tórshavn 700 Klaksvík Tlf. 35 35 70 · Fax 35 35 71 Tlf. 45 72 40 · Fax 45 72 41 Økisdeildin í Eysturoy Økisdeildin í Suðuroy Heiðavegur 800 Tvøroyri 620 Runavík Tlf. 35 35 60 · Fax 35 3561 Tlf. 47 47 10 · Fax 47 47 11 Leiðari til barna­ garðin á Gásamýri Leirvíkar Kommuna søkir eftir leiðara til barnagarðin á Gásamýri at byrja 1. januar 2006 ella skjótast tilber. Arbeiðið er 30 tímar um vikuna og umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Vit ynskja at tú: • hevur hug og hegni at leiða, at samskipa og ert fyrikomandi • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu • hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð • kanst arbeiða sjálvstøðugt Í barnagarðinum á Gásamýri eru 32 børn í aldrinum 3-6 ár. Barnagarðurin er ov lítil til tørvin á ansing og tí fyrireikar Leirvíkar Kommuna bygging av størri barnagarði. Nýggi leiðarin fær soleiðis góðan møguleika at ávirka nýggja barnagarðin. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006 ella til borg- arstjóran tlf. 743006. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. december 2006. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Skattalistin fyri 2005 Skattalistin 2005 fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi til alment eftirlit frá hósdegnum 23. november til fríggjadagin 8.desember 2006, báðar dagaríroknaðir. Listin liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum allar gerandisdagarfrákl.9.00tilkl.16.00,tóhósdagartilkl.18.00.