mikudagur 22. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 226 - 22. november 2006
tíðindi
FØROYA TELE
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í morgun gjørdist greitt, at
Kristian Davidsen verður
nýggjur stjóri á Føroya
Tele. Hann skal taka við
tann 1. desember. Verandi
stjórin, Andras Róin segði
upp herfyri. Sosialurin setti
seg í samband við nýggja
stjóran í morgun, eftir at
tað gjørdist greitt, at nýggja
nevndin hevur valt hann.
- Eg fekk at vita mána
kvøldið, at eg skal verða
nýggi stjórin á Føroya Tele.
Eg ivaðist ikki, tá ið hetta
starv stóð mær í boði, sigur
Kristian Davidsen.
Kristian ætlar ikki at koll
velta fyritøkuna, nú hann
kemur at sita við stýris
vølin.
- Yvirordnað er ætlanin
at
víðarimenna
okkara
virksemi á føroyska mark
naðinum. Afturat tí skulu
vit hava eitt økt fokus á at
gera Føroya Tele til eina
altjóða fyritøku, sigur Krist
ian og heldur fram:
- Meira ítøkiliga merkir
hetta fleiri sáttmálar við
útlendskar fyritøkur og
fleiri íløgur uttanlands.
Sum heild vilja vit skapa
meira virksemi, sum er
inntøkuskapandi, uttanfyri
landoddarnar, sigur hann.
Einskiljing
Nógv hevur verið tosað
um einskiljing av Føroya
Tele. Andras Róin hevur
arbeitt miðvíst fram móti
einari einskiljing av fyri
tøkuni. Nýggi stjórin hevur
eisini sína meining um
einskiljingina, men hetta
metir hann vera upp til
eigararnar at avgera.
- Mín prinsipiella støða
til hetta er, at fyritøkur eiga
at vera einskildar. Hetta er
eisini galdandi fyri Føroya
Tele. Tó skal hetta vera upp
til eigararnar at avgera. Eg
meti, at uppgávan hjá stjórn
og nevnd er allatíðina at
menna og vaksa um virði á
fyirtøkuni, sigur Kristian.
Starvsfólkarøkt
Starvsfólkarøkt og at fylgja
við tíðarandanum hevur eyð
kent Føroya Tele, meðan
Andras Róin var stjóri.
Hetta fer ikki at broytast,
nú Kristian tekur við.
- Føroya Tele er ein
modernað fyritøka. Vit
vilja eisini reka hana sum
eina modernaða fyritøku.
Starvsfólkarøkt er sera týdn
ingarmikið. Starvsfólkini
er okkara besta aktiv, og vit
vilja, at øll skulu trívast á
arbeiðsplássinum, so at vit
fáa mest møguligt burturúr
teimum, sigur Kristian,
sum heldur at undanfarna
leiðsla hevur gjørt eitt gott
arbeiði.
- Eg haldi, at leiðslan
hevur gjørt eitt sera gott
arbeiði. Persónar eru tó
ymiskir, og tað eru leiðarar
eisini. Tí skal eg ikki siga,
at alt verður tað sama, nú
eg verði stjóri. Mín fyrsta
uppgáva verður at tosa við
nógv fólk í fyritøkuni -
kanska serliga leiðararnar.
Eg fari helst ikki at siga so
øgiliga nógv og heldur ikki
at vera so markantur fyrstu
tíðina. Síðani skulu vit
saman finna útav, hvussu
vit best kunnu menna Før
Kristian Davidsen:
Vil altjóðagera
Føroya Tele
Nýggi stjórin á Føroya Tele eitur Kristian
Davidsen. Hann er útbúgvin sivilverkfrøðingur
og hevur royndir við altjóða arbeiði innan
vinnuna. Hann fer serstakliga at leggja dent á
at altjóðagera fyritøkuna við inntøkugevandi
virksemi uttanfyri landoddarnar
Tíðindaskriv
Bjarni Bogason og Andreas Arge komu viðari eftir annað undanumfarð í
karaoke kappingini í Glitnir seinasta hóskvøld.
Tað var, eins og í fyrsta umfarinum tætt millum luttakararnar, tá avgerðin
skuldi takast um hvør hevði vunnið seg í finaluna. Seks fólk sungu framúr
og gjørdu sítt til at løtan var góð og ikki minst spennandi. Men tá avtornaði
vóru tað Bjarni Bogason og Andreas Arge, ið komu í finaluna.
Nógv fólk var komið saman í Glitni seinasta hóskvøld. Karaoke er
veruliga nakað sum samansjóðar og fær gott lag í.
Sostatt hava 4 luttakarar hava vunnið sær pláss í finaluni. Mikkjal Viderø
og Allan Davidsen komu víðari frá fyrsta undanumfarið.
Seinasta undanumfarð, áðrenn finaluna verður komandi hóskvøld 23.
november. Listin er um at vera fullteknaður, men pláss er fyri 3 luttakarum
afturat. Tekning ferð fram hjá Kenneth á 504334 ella hjá Terja á 268889.
Kappingin ferð fram á tann hátt at lutttakararnir syngja sangir, sum teir
sjálvir velja frá av langa listanum hjár Glitnir. Luttakararnir syngja tveir
sangir í tveimum umførðum.
Bjarni og Andreas í finaluni