mikudagur 22. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
5
tíðindi
Útbúgving, royndir
og ein hugburður,
sum sampakkar við
fyritøkuna, vóru
fremstu orsøkirnar,
tá Kristian Davidsen
varð settur í
stjórastarvið hjá
Føroya Tele
Starvssetan
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nevndarformaðurin í Før
oya Tele er sannførdur
um, at fyritøkan hevur
fingið rætta mannin, nú
Kristian Davidsen er sett
ur í stjórasessin.
- Síðani Andras boðaði
frá, at hann vildi gevast í
sessinum, hevur nevndin
sjálvandi viðgjørt málið
væl og virðiliga, sigur
Hákun
Steingrímsson,
nevndarformaður.
- Vit gjørdu tó tíðliga
av, at vit ikki vildu søkja
eftir stjóra, tí tá stendur
tú í eini støðu, har tú bara
mást krossa fingrar fyri,
at rætti maðurin søkir
starvið. Heldur valdu vit at
leita eftir stjóra sjálvir, og
her var Kristian rættiliga
skjótt við í myndini.
Og hvat gjørdi so í
seinasta enda, at tit valdu
hann fram um onnur
evni?
- Tað er ein blanding av
fleiri viðurskiftum. Krist
ian hevur bæði útbúgv ing
og royndir innan fjarskifti
og leiðslu, og tí er eyðsæð,
at hann hevur fakligu før
leikarnar til sessin. Hartil
er tað okkara fatan, at tann
mynd, sum hann kundi
hugsað sær av Føroya Tele
sampakkar við tær ætlanir,
sum nevndin hevur fyri
fyritøkuni.
- Tí haldi eg okkum
kunna siga, at vit eru
púrasta sannførdir um, at
hetta er rætti maðurin til
starvið.
Einki samband við
starvssetanina
Tað er annars heilt stutt
síðani, at sami Kristian
Davidsen varð settur í starv
sum Network Director
hjá FT-International, men
Hákun
Steingrímsson
avsannar, at tann starvs
setanin hevði nakað at
gera við ein ætlaðan stjóra
sess.
- Tað var stjórin í FT-
International
(Tróndur
Djurhuus, blðm), sum
setti Kristian í tað starvið,
og tað var ein avgerð, sum
nevndin ikki hevði nakað
sum helst við at gera. Tá
tað ræður um starvssetanir,
so er okkara setningur at
seta stjóra, og tað er so
tað, sum vit hava gjørt
í hesum sambandi, sigur
Hákun Steingrímsson.
Væl løntur sessur
Stjórastarvið á Føroya Tele er uttan iva eitt av teimum
størvunum, sum standa heilt ovarliga á prestisju-
listanum yvir privatar starvssetanir í Føroyum. Og tað
er eisini eitt av teimum, sum stendur heilt ovarliga á
topplistanum yvir lønir.
Sambært roknskapinum hjá Føroya Tele fyri 2005 var
lønin til stjóran 1.168 tkr. hetta árið – ella knappar 100
tkr. um mánaðin. Tá er løn, frítið, eftirløn og møguligir
aðrir ágóðar roknaðir við.
-mørk
Hava fingið
rætta mannin
oya Tele og skapa hendan
veruleika saman, sigur
Kristian.
Leiðsluroyndir
Kristian veit ikki sjálvur,
hví júst hann varð valdur.
Hann metir, at tað er upp
til onnur at siga, hvørjar
førleikar hann hevur, sum
gera hann egnaðan til
starvið. Hann hevur tó eitt
boð, tá ið vit spyrja hann
um hetta.
- Kanska tað hevur nakað
við mínar leiðsluroyndir at
gera og mín førleika innan
vinnugreinina. Eg havi
eisini nógvar royndir við
altjóða arbeiði frá tíðini, tá
ið eg arbeiddi hjá Ericsson,
sigur hann.
Eyðkennini hjá Kristiani
kunnu væntast at vera ein
altjóða
satsning
næstu
árini. Hesum er Kristian
ikki ósamdur í.
- Tað verður kanska ser
liga tað, sum eg fari at legg ja
dent á. Tað hevur nógv at
týða fyri meg, at fyritøkan
verður altjóðagjørd. Tað
meti eg eisini verður eitt
gott og rætt val, sigur
Kristian at enda.
- Kristian Davidsen, nýggi stjórin á
Føroya Telé: -Yvirordnað er ætlanin at
víðarimenna okkara virksemi á føroyska
marknaðinum. Afturat tí skulu vit hava
eitt økt fokus á at gera Føroya Tele til eina
altjóða fyritøku
Fleiri koralløki undir Føroyum eru oyðiløgd av botntroli,
men nú verður kannað, hvussu mong økir eru eftir, og
hvar tey eru.
Fyri seks árum síðani fekk Fiskirannsóknarstovan
upplýsingar frá skiparum um, hvar korallir eru undir
Føroyum, og hvar korallir hava verið, men eru birturi
orsakað av fiskiskapi. Hesi kortini vístu, at stór øki við
korallum eru burturi, men at nøkur eru eftir.
Í 2003 gjørdi Fiskirannsóknarstovan undirsjóvarupptøkur
av botninum í útnyrðing úr Mykinesi, og í fjør varð botnurin
á Suðuroyarbankanum kannaður. Á teirri fyrru leiðini var
lítið av korallum at sígg ja, men á Suðuroyarbankanum var
heldur frægari.
Kanningarnar av koralløkjunum við Føroyar hava hildið
fram í ár, og tær halda fram tey bæði næstu árini
fyri at fáa eina mynd av, hvussu støðan er, skrivar
Fiskirannsóknarstovan á heimasíðuni.
Nøkur øki við korallum eru stongd fyri troling, eftir at
skiparar hava víst á, at har eru ørørdar korallir.
Kanningarnar av koralløkjunum halda fram