Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 226 - 22. november 2006 tíðindi Í 2005 brúkti kommunan fíggjar­ ligu orkuna til eitt nú útstykking, skúla­ bygging, ídnaðarøkir og barna-og eldraøkið Kommunur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur væl í Nes kommunu. Roknskapurin hjá kommununi fyri 2005 vísir, at inntøkan gjørdist nakað størri enn metingin, sum bygdaráðið legði fíggj­ arætlanina fyri 2005 eftir. Orsøkin er, at virksemið var meira støðugt í 2005, bæði á sjógvi og landi. Í frágreiðingini til rokn­ skapin fegnast bygdarráðið um, at so gott sum einki arbeiðsloysi var í komm­ ununi í 2005. - Kommunan hevur eingi lán havt hesi seinastu árini, men í sambandi við víðk­ anina av skúlanum hevur bygdarráðið samtykt at taka eitt lán upp á 25 mió krónur, sum soleiðis er nakað minni enn skattaálíkningin. Upplýst verður í ársfrá­ greiðingini, at ein álíkning við skattaprosentinum 23, svarar til 32 mió krónur. - Vit hava heldur onga langfreistaða skuld, men rinda okkara rokningar eina­ ferð um mánaðin. Skattainntøkan hjá Nes kommunu í 2005 var 27,9 mió krónur – og var hetta 2,5 mió krónur meira enn mett. Skattaprosentið var 19,9. Lægri útreiðslur Í 2005 brúkti kommunan fíggjarligu orkuna til eitt nú útstykking, skúlabygging, ídnaðarøkir og barna-og eldra­økið. Samlaða íløguupphæddin á fíggjarætlanini fyri 2005 var 14,6 mió krónur, men brúktar vórðu bert 8,7 mió krónur. Orsøkin er í fyrsta lagi, at skúlabyggingin ikki byrjaði til ásettu tíðina, og tí vórðu bert 4 mió krónur brúktar í mun til tær 12, sum vóru í fíggjarætlanini. Samlaði kostnaðurin av rakstri og íløgum hjá Nes kommunu í 2005 var upp á 26,7 mió krónur, men í fíggjarætlanini fyri árið varð roknað við, at hetta tal koma upp á stívliga 33 mió krónur. Minniútreiðslan í 2005 var soleiðis upp á tilsamans 6,4 mió krónur. Við árslok 2004 átti Nes kommuna 17,4 mió krónur á konto – og við árslok 2005 var upphæddin 17,9 mió krónur. Spyr um free-pass Løgtingsmaðurin Olav Enomoto heldur, at Føroyar eiga at hava eina skipan við free-pass, og hann hevur tí spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um hann er sinnaður at seta eina slíka skipan í gildi, og nær hon kann koma. Free-pass er ein skipan, ið gevur ferðafólki møguleika at keypa ein ferðaseðil, sum er galdandi fyri allar almennar farleiðir í landinum í eitt ávíst tíðarskeið. Hon hevði verið góð fyri ferðavinnuna, heldur tingmaðurin. Framsýning Leygardagin 25. november letur ein listaframsýning upp í Norðurlandahúsinum í Havn. Framsýningin er við grafikki, sum listamenninir Tóroddur Poulsen og Bjarne W. Sørensen hava gjørt á Grafiska Verkstaði Føroya. Í sambandi við framsýningina verður bókin ”Súgur”, sum teir báðir hava gjørt, eisini til keyps. Framsýningin við grafikki hjá teimum báðum, sum letur upp leygardagin klokkan 16, er opin til 31. januar næsta ár. Nes kommuna væl fyri fíggjarliga Rundkoyring skal byggjast, har Høganesvegur kemur oman í landsvegin innanfyri Oyrarnar Kommunur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nes kommuna er farin undir at gera eitt ídnaðarøki millum Oyrarnar og Rætt. Hetta arbeiðið er boð­ ið út og er nú í gongd. Seinni er so ætlanin at fara longur inneftir við ídnaðarøkinum. - Vit fáa ikki so nógv burtur úr hesum partinum av økinum sum ætlað, tí samtykt er at gera eina rund­ koyring, har Høga­nesvegur kemur oman í landsvegin innanfyri Oyrarnar. Tað er her, at nýggja innkoyringin til ídnaðarøkið Oyrarnar/ Rætt og Rætt/ Saltnes, kemur at verða. Góð loysn Kommunan metir, at rund­ koyringin verður ein góð loysn, sum eisini kemur at tálma ferðini út í Toftatún. - Landsverk metir hetta vera eina góða loysn, og tá ið hetta er landsvegur, verður tað Landsverk, sum kemur at byggja rund­ koyringina. Í Nes kommunu bíða tey spent eftir, nær Landsverk fær pening til at gera hetta arbeiði. Fólk í Nes kommunu fáa eina rundkoyring á vegastrekkinum, har Høganesvegur kemur oman í landsvegin innanfyri Oyrarnar. Haðani verður so eisini omankoyringin til nýggja ídnaðarøkið í kommununi Mynd: Vilmund Jacobsen Nýtt ídnaðarøki og rundkoyring Soleiðis sá út við bryggjukantin á Toftum í morgun. Nógv virksemi er í kommununi, og arbeiðsloysi er so gott sum einki Mynd: Vilmund Jacobsen Nes kommuna hevur eingi lán havt hesi seinastu árini, men í sambandi við víðkanina av skúlanum hevur bygdarráðið samtykt at taka eitt lán upp á 25 mió krónur Mynd: Vilmund Jacobsen