Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 22. november 2006 7 tíðindi Til Skarvanesar Sunnudagin 26. november verður skipað fyri einum gongutúri til Skarvanesar. Tað eru Sandoyar Kunningarstova og Sandoyar Sýslu Ferðalag, sum skipa fyri túrinum. Fyrireikararnir siga, at ætlanin er at fáa gongutúrin í lag, hóast veðrið hevur verið sera ólagaligt, men teir vóna, at tað fer at skikka sær frægari, og at tað verður eitt sindur turrari leygardagin. Gongurúrurin byrjar við Skarvanesvegin kl. 14, og ferðaleiðari kemur við. Noyddist frá Aðalskrivarin í finska Savningarflokkinum kunngjørdi í gjár, at hann hevur gjørt av at leggja frá sær. Sjálvur segði hann eisnki um orsøkina, men finsku fjølmiðlarnir eru ikki í iva um, at Harri Jaskari er farin frá, tí tað er komið fram, at hann er farin illa við fyrrverandi unnustu síni, og at hann eisini skal hava verið heldur harðligur við onnur. Løgreglan hevur verið uppi í málinum og handaði í gjár ákæruvaldinum eina frágreiðing. Nes kommuna hevði ein nettovøkstur í fólkatalinum í 2005 upp á tilsamans 16 fólk Kommunur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í ársfrágreiðingini til rokn­ skapin fyri 2005, stað­ festir Nes kommuna, at rættilig ferð er komin á sethúsabyggingina í komm­ ununi. - Fleiri nýggj sethús vórðu bygd í 2005, og fleiri eru í gerð og verða liðug í ár, sigur kommunan. Lagt verður aftrat, at eftir­ spurningurin eftir grund­ økjum er stórur, og fleiri umsóknir um byggiloyvi eru játtaðar í útstykkingini, Kvíggjarheyggur/ Gadd, har nógv sethús eru bygd seinastu árini. Skipanin broytt Nógv fólk hava eisini biðið um grundøkir aðrastaðni í kommununi – uttanfyri útstykkingina, sum komm­ unan hevur. Í slíkum føri hevur ver­ ið vanligt at søkja um grund­økini og keypa tey frá Búnaðarstovuni og Ogn­ini. Men nú hevur Bún­ aðarstovan broytt manna­ gongd, soleiðis at stovnurin framyvir ikki selir til privat­ fólk, men bert til komm­ ununa. - Hetta viðførir, sigur Nes kommuna, at borgarar, sum ætla sær at keypa grundøki á henda hátt, venda sær til kommununa, sum síðan keypir økið frá Búnaðarstovuni og selir víðari til tey, sum ynskja at byggja. Fólkatalið veksur Fólkatalið í Nes kommunu vaks í 2005 – úr 1.215 fólkum upp í 1.231 fólk. Í farna ári vórðu 27 børn fødd, og 8 fólk andaðust. - Tilflytingin úr útland­ inum var 29, meðan fráflyt­ ingin til útlandið somuleiðis var 29. Tilflytingin úr øðrum kommunum í Føroyum var 54 fólk – og fráflytingin úr Nes kommunu til aðrar kommunur í Føroyum var 57 fólk. Kommunan vísir á, at hetta tilsamans gevur ein nettovøkstur í 2005 upp á tilsamans 16 fólk. Býarætlan Ein býarætlan fyri alla komm­ununa varð løgd fram til alment eftirlit í 2004, og viðmerkingar frá borgarum til ætlanina komu inn í 2005. - Hesar vórðu í ávís­an mun tiknar við í enda­ligu býarætlanina, sum Inn­ lendismálaráðið endaliga góðkendi fyri góðum ári síðan, sigur kommunan. Soleiðis er nevnda býar­ ætl­an nú galdandi fyri Nes kommunu. - Virkini, skipini og bátarnir sam­ an við øðrum arbeiðsplássum á landi, eru fíggjarliga grundarlagið undir inntøkunum hjá kommununi, ásannar Nes kommuna Kommunur Vilmund Jacobsen Síðan tíðliga í nítiárunum eru nógv nýggj virkir bygd á havnalagnum á Toftum, og nógv skip eru komin til bygdar í hesum tíðarskeiði. - Virkini høvdu nógv virksemi í 2005, og hetta gav arbeiðsfólkinum á landi so gott sum støðugt arbeiði, sigur Nes kommuna. Alt er sjálvandi relativt, sum klók høvd hava sagt. At støðugt arbeiði er í fiska­virkisvinnuni í eini kommunu, merkir, at hetta er støðugt í mun til arbeiði í hesi vinnu í Føroyum sum heild. Nýggj skip Í ársfrágreiðingini hjá Nes kommunu fyri 2005 verður víst á, at fimm nýggj skip komu til bygdar í 2005, tríggir trolbátar og tvey línuskip, sum saman við verandi skipum góvu sjó­ fólk­unum eina góða inn­ tøku. - Fiskiskapurin hjá skip­ um og útróðrarbátum var hampiliga góður, og fiski­ skapurin var nakað betri í 2005 enn í 2004. Útróðurin var eisini á leið hin sami sum undanfarin ár, og allir egningaskúrarnir hjá kommununi eru útleigaðir. Nes kommuna leggur dent á, at virkini, skipini og bátarnir saman við øðrum arbeiðsplássum á landi, eru fíggjarliga grundarlagið undir inntøkunum hjá komm­ununi. Rættilig ferð komin á sethúsabygging Í 2005 vórðu 27 børn fødd í Nes kommunu - og 8 andaðust. Nøkur fluttu til kommununa, og onnur fluttu úr kommununi. Nettovøksturin var 16 fólk Mynd: Vilmund Jacobsen Fimm nýggj skip komu til bygdar Síðan tíðliga í nítiárunum eru rættiliga nógv virkir bygd á havnalagnum á Toftum, og hesi saman við skipum og bátum eru lívæðrin í kommununi Mynd: Vilmund Jacobsen