Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 226 - 22. november 2006 tíðindi Ætlanin verður fylgd Í sambandi við tað nógva kjakið um tørvin á einum nýggjum flogvølli, og hvar hann skal gerast, hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í dag gjørt vart við, at flogvøllurin í Vágum verður yvirtikin, longdur, útbygdur og dagførdur, soleiðis sum hann og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hava avtalað. Løgmaður leggur afturat, at kanningarnar av, hvar ein annar nýggjur flogvøllur skal gerast, halda fram, so politisk støða kann takast til tað. Heldur við tyrlu Gongst sum nakrir vinnulívsmenn í Århus ætla, verður fast rutusamband við tyrlu millum Århus og Keypmannahavn um stutta tíð. Ætlanin er at brúka eina tyrlu, sum tekur 12 ferðafólk, men tað er longu nú greitt, at tyrlurutan kann ikki kappast viðð tær vanligu flogruturnar í prísi. Sambært Erhvervsbladet fer tað at kosta 4.000 krónur at flúgva úr Århus til Keypmannahavnar og aftur. Men kortini verður mett, at rørvur er á rutuni. Einir 200 vágbingar høvdu leitað sær á borgarafund í Vági í gjárkvøldið um kommunu­ samanlegging, men hugurin at spyrja og fregnast var ógvuliga lítil Borgarafundurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hugurin at lurta var stórur, men hugurin at spyrja var lítil, tá ið Vágs Býráð skipaði fyri borgarafundi í gjárkvøldið, har stórmál var á skránni. Ætlanin var at tosa um komm­unusamanlegging í Suðuroy og til at kynda upp undir eitt kjak, hevði Vágs Býráð fingið fleiri mans norð­­aneftir at siga teirra hugsan. Har vóru kommunu­pol­it­ ikarar, og gamlir komm­unu­ p­olitikarar, sum bæði talaðu hjartaliga fyri eini komm­ unusamanlegging og har vóru kommunupolitikarar, sum vóru meiri ivingarsamir. Har var landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum sjálvur er suðuroyingur og sum ikki duldi fyri, at hann helt tað einasta rætta vera at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu. Við sær hevði hann ein embætismenn, sum greiddi frá tí lógartekniska partinum og síðani greiddi borgarstjórin í Vági frá støðuni hjá Vágs Býráði. Til at stýra kjakinum sat Sirið Stenberg við borð­ end­an, men hon fekk ikki sveittan fram, tí fundurin var ógvuliga spakur. Bara tveir av teimum 200 borgarun um í Vági nýttu høvi at seta fram spurningar og tá var tann eini enntá býráðslimur í Vági. Men pallborðið hevði nógv upp á hjartað og tí vardi fundurin kortini góðar hálvantriðja tíma. Men tað skerst ikki burtur, at pallborðið sóknaðist eftir at áhoyrarar søgdu sína hugs­ an, ella í minsta lagið setti nakarar spurningar fram. Men Kirstin Strøm Bech helt, at manglandi hugurin at spyrja, kundi vera ein avleiðing av, at hetta var so nýtt og í nógvar mátar eitt ókent kjakevni, hóast tað hevur verið umrøtt leingi. – So vil tíðin vísa, hvbat framtíðin hevur at bjóða á hesum øki, segði hon. Annan desembur skulu vág­bingar annars til fólka­ atkvøðu um komm­unu­ samanlegging. Har fáa teir tríggjar kostir í at velja. Í fyrsta lagi verða vágbingar spurdir, um Vágs Kommuna framhaldandi skal vera fyri seg sjálva. Men halda vágbingar, at kommunan skal leggja saman við aðrar kommunur, verða vágbingar spurdir, um teir halda, at Suðuroy skal vera ein ella tvær kommunur. Vágs Býráð ger eisini greitt, at hóast talan er um eina vegleiðandi fólka­ atkvøðu, ætlar býráðið at virða úrslitið. Alt hetta hoyra vit um í dag og í Sosialinum í morgin. Bý- og bygdaráðs­ lim­ir í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn um árið og fyri tað upphæddina kundi ein ordilig umsiting verið í oynni og tað kundi skapt nýggj størv Suðuroy og kommunu­ samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Bý- og bygdaráðslimirnir í Suðuroy fáa tilsamans 3,6 milliónir krónur í løn. Tað fortaldi Jacob Vest­ er­gaard, lands­stýrismaður í innlendismálum, vág­ bing­um á borgarafundi í gjárkvøldið. Hann vísti á, at í Suðuroy eru tilsamans 42 bý- og bygdaráðslimir, sum stýra oynni og tað eru 10 fleiri enn tað eru løgtingslimir, sum stýra øllum landinum. Og tilsamans fáa hesir 3,6 milliónir krónur í lønum og nevndarsamsýningum. Tá eru lønir til komm­ unu­skrivararnar og skriv­ stovufólk ikki tald við. Jacob Vestergaard helt, at hesin peningur kundi verið betri farin. – Fyri hesa upphæddina kundi suðuroyingar lønt ein­ um felags komm­unu­­stýri við einum 11 lim­um og havt eina muna­dygga, professionella umsiting afturat sær, bæði við løg­frøðingi, búskap­ ar­frøðingi, eini tekniskari deild, o.s.fr. Men sum støðan er nú, sita sjey bý- og bygdaráð og stýra hvør sínum øki, uttan at hugsa um heildina í nóg stóran mun og uttan at lyfta í felag og uttan at tosa nóg nógv saman, so at borgarin í Suðuroy kann fáa tað bestu tænastuna. Landsstýrismaðurin duldi ikki fyri, at hann er heit­ ur talsmaður fyri at leggja Suðuroy saman í eina kommunu. – Suðuroyggin viknar meiri og meiri og skulu vit tosa um økismenning, hevði samanlegging í eina kommunu verið eitt stórt stig á leiðini, helt hann. Hann vísti á, at sum støðan er nú, er Suður­oygg­ in grundarlagið undir fleiri størvum í Havnini, tí so nógv málsøki í Suð­ur­oy verða umsitin í høvuðs­staðnum. – Men verður tey ymsu økini í landinum, eisini Suð­ uroy, løgd saman í størri og sterkari eindir, ber tað til at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita, so at fleiri væl lønt størv kunnu flytast úr Havnini út um landið og eisini til Suðuroyar. Endamálið er at leggja kommunur saman í sterkari eindir fyri at kunna skapa arbeiðspláss kring landið og fyri Suðuroy hevði tað merkt, at suðuroyingar í størri mun sluppu at umsita seg sjálvar, heldur enn at lata seg umsita og stýra úr Havnini. Spurningurin er, hvørji málsøki, politiskur vilji er at leggja undir kommunurnar at umsita. Í hesum sambandi eru fólkaskúlin og eldraøkið nevnd, men ongin støða er tikin til tað enn. Men hóast ongi øki verða løgd undir kommunurnar at umsita, er tað framvegis ein stórur fyrimunur at leggja kommunurnar saman. – Tíðin er komin at lyfta Suðuroy upp frá og leggja til rættis, hvar útbyggingar skulu gerast á vinnuliga- og mentanarliga økinum. Hann vísti á, at í løtuni tosa suðuroyingar við sjey raddum og eru ikki samdir. – Endamálið við eini sam­an­ legging skal vera at tosa við einari rødd. Endamálið skal ikki vera at leggja onkr­an inn Politikarar í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn Høvdu góðan hug at lurta men ongan hug at spyrja Tað var eitt vælmannað pallborð, sum greiddu vágbingum frá um fyrimun Innlendismálaráðnum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismál Kommunu, sum báðir eru heitir talsmenn fyri samanlegging, Jógvan K. M samanlegging var ikki so ljósareyð, sum summir høvdu hug at gera tað og K