Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 22. november 2006 9 tíðindi ir og vansar við at leggja kommunur saman. Frá vinstru eru tað Hilmar Høgenni, embætismaður í lum, Rodmundur Nielsen, gamal borgarstjóri í Runavík og og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Mørkøre, bygdaráðslimur á Eiði og Johan Christiansen, bygdaráðslimur í Leirvík, sum báðir hildu, at Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Við borðendan er tað Sirið Stenberg, orðstýrari. – Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman og tað er ein stórur trupulleiki, heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, heldur, at ein høvuðstrupulleiki er, at suðuroyingar hava ikki álit á hvørjum øðrum Suðuroy og samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman Tað heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið, helt hon, at hesi manglandi evnini at samskifta, var ein stórur trupulleiki fyri sam­starvinum ímillum kommunurnar í Suðuroy. Hon helt, at ætlanin at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy var eitt gott dømi um hetta. – Í Vágs Býráði vóru vit ikki nøgd við uppleggið, men tað var ongin møguleiki at broyta tað, tí aðrar kommunur vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Hon helt, at hetta er eitt dømi um, hvussu vánaligt samskiftið ímillum tær ymsu kommunurnar er. – Tað er ótrúliga torført at finna felags loysnir fyri Suðuroy, leggur hon aft­ urat. Merkt av misálitið – Ein høvuðstrupulleiki er, at suðuroyingar hava ikki álit á hvørjum øðrum. Tað helt Dennis Holm, samfelasgsfrøðingur, ið var annar av teimum báðum áhoyrarunum, sum tók orðið á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið. Hann helt, at skulu vit tosa um at leggja komm­ unur saman, hevði besta út­gangsstøðið verið at suð­ uroyingar sjálvur settust at tosa um viðurskiftini. Stóru trupulleikin er, at vit hava ikki nóg stórt álit á hvørjum øðrum til at setast saman at viðgera støðuna. – Vágbingar eru bangnir fyri, at verður øll Suðuroy ein kommuna, verður komm­unuskrivstovan flutt norður á Tvøroyri. Hann samanber hetta við ætlanin at leggja fótbólts­ feløgini saman. – Á Tvøroyri eru tey bang­ in fyri, at verða fótbólts­ feløgini løgd saman, missa tey fótbóltin á Tvøroyri. Hann helt, at tað skínur allan vegin ígjøgnum, at misálitið er ov stórt. – Vit koma ikki víðari, fyrrenn vit fara undir eitt veruligt arbeiðið at byggja upp eitt álit ímillum suð­ur­ oyingar, helt hann. Men hann vísti eisini á, at hetta var ikki nakað ein­dømi, tí støðan hevði kanska verið hvaðna verri í Sundalagnum, fyri at nevna eitt dømi. Har hevði tilgongdin fram til eina kommunu­sam­ anlegging í Sunda komm­ unu verið bæði drúgv og long. – Tað byrjaði við einum kommunufelagsskapi, men tey fyrstu nógvu árini, gekk ótrúliga ringt at viðgera mál, tí ongin hevði álit á hvørjum øðrum og tað tók næstan 20 ár at partarnir fóru at tosa um eina veruliga samanlegging. Heðin Zachariasen ásann­ aði støðan hevði ikki altíð verið so góð, men hann helt, at tað hevði gingið ótrú­­liga væl og at tað gekk ótrú­liga skjótt at fremja samanleggingina. Jacob Vestergaard vísti á, at hava suðuroyingar ikki dirvi at sita við sama borð, hendir so onki. – Tað er ikki í innanoyggja í Suðuroy, at suðuroyingar skulu leita eftir sínum kapp­ ing­arenytum tí teir eru í mið­ staðarøkinum, segði Jacob Vestergaard. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, vm, heldur, at suðuroyingar koma ikki víðari, fyrrenn teir fáa bygt álitið á hvønn annan upp. Her er hann á borgarafundi í Vági, í práti við Hilmar Høgenni, embætismann í innlendismálaráðnum, í miðjuni, og Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda Kommunu Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman undir onkran annan, men at gera allar kommunur til ein part í eini størri eind, har allir borgarar fáa somu tænastur. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at hevði øll oyggin lagt saman, hevði skuldin verið minni enn eina álíkning tilsamans, hóast tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri. Tilsamans hevði Suðuroy tá havt eina fíggjarætlan upp á yvir 100 milliónir – Tað hevði verið ein mun­ andi betri útgangs­støð­ið fyri at bygt og og ment oynna, segði Jacob Vestergaard. – Sum støðan er nú, sita sjey bý- og bygdaráð í Suðuroy og stýra hvør sínum øki, uttan at hugsa um heildina í nóg stóran mun og uttan at lyfta í felag og uttan at tosa nóg nógv saman, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á borgarafundi í Vági í gjárkvøldið. Her er hann vinstrumegin, saman við einum av sínum næstu embætismonnum, Hilmar Høgenni Tjóðartingsvalið í Niðurlondum í dag verður sagt at vera sera spennandi. Alt bendir á, at teir kristiligu demokratarnir hjá Jan Peter Balkemende, forsætisráðharra verður tann størsti flokkurin eftir valið. Eftir meiningakanningunum fær flokkurin millum 41 og 43 av teimum 150 tingsessunum. Fyri bara fáum mánaðum síðani var annars nógv, sum bendi á, at forsætisráðharrin fór at tapa valið í dag, og flokkur hansara fekk eisini ein dyggan frammaná á kommunuvalinum herfyri. Men framgongd í búskapinum og minni kjak um teir nógvu innflytararnar hevur styrkt støðuna hjá teimum kristiligu demokratunum til valið í dag. Tann borgarligi stjórnarflkkurin VVD hevur harafturímóti lagt stóran dent á teir fremmandu innflytararnar, og tað kemur tí flokkinum illa við, at kjakið um innflytararnar er tagnað. Tí verður roknað við, at flokkurin fær eitt ringt úrslit í dag, og tað kann hava við sær, at Jan Peter Balkemende noyðist at leita eftir øðrum at samstarva við. Ein møguleiki er at skipa stjórn saman við VVD og nøkrum smáum flokkum ella sosialdemokratunum. Ein annar møguleiki er, at niðurlendingar fáa eina vinstrastjórn við sosialdemokratum, sosialistum og teimum grønu, um teir fáa tann neyðuga meirilutan Stórur spenningur í Niðurlondum