Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 226 - 22. november 2006 Uppskotið hjá danska fólkaflokkinum um før­ oyska verjuskyldu er uttan iva ætlað sum ein provokatión. Danski fólkaflokkurin hevur altíð havt ilt av blokkinum og hevur so av og á tveitt slíkar brandar inn í viðurskiftini millum Føroya og Danmark. Løgting og landsstýri eiga uttan víðari at vísa hesum uppskoti aftur. Tað eru nógvar og góðar grundir til at ikki at góðtaka hetta uppskot. Fyri tað fyrsta er torført at taka uppskotið í álvara, tí uppskotið er sum longu nevnt ein opinber provokatión, hvør skal siga: føroyingar njóta bert rættindi, meðan teir ikki gera sínar skyldur í ríkisfelagsskapinum. Tað er ikki óhugs­andi, at nógvir danir, sum ikki kenna viður­skiftini millum bæði londini, fara at taka undir við hesum hugsunarhátti. Til hetta eiga føroyskir myndugleikar at svara, at føroyingar frá gamlari tíð hava havt ávís rættindi í ríkinum. Eini av hesum rættindum vóru júst hetta ikki at hava verjuskyldu. Vit eiga at halda fast um hesi gomlu rættindi. Herumframt eiga føroyingar at vísa á, at føroysk verjuskylda í Danmark er ein so grundleggjandi broyting av galdandi fortreytum fyri ríkisfelagsskapinum, at hetta í sjálvum sær talar ímóti uppskotinum hjá danska fólkaflokkinum. Spurt kann verða, hví uppskotið kemur júst nú? Hvør er orsøkin til hesa margháttligu timing? Danski fólkaflokkurin hevur frá fyrsta degi havt ilt av ríkisfelagskapinum. Í løtuni er rættiliga friðarligt millum londini, og tað tykist, sum flokkurin kundi havt áhuga í einum ávísum rumbli. Formaðurin í størsta andstøðu­ flokkinum hevur lagt ábyrgdina av uppskoti danska fólkafloksins á løgtingið, sum hann sigur hava samtykt mál, ið rudda vegin fyri føroyskari verjuskyldu. Løgmaður hevur sum vera man víst hesum aftur. Samantikið má sigast, at tað er torført at taka uppskotið fyri fult. Hinvegin er uppskotið væl egnað at grugga tey rættiliga góðu viðurskiftini, sum í løtuni valda millum tjóðirnar báðar. Tískil má løgmaður taka alt hetta í álvara, bæði danska fólkaflokkin og føroyska tjóðveldisflokkin. Sosialurin Uppskotið um verju­ skyldu ein provokatión Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Danskir politikarar krevja nú herskyldu fyri føroyingar og siga før­ oyingar vera danir. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at Løgtingið samtykti lógir um Føroyar sum danskan landslut, og at ST fekk fráboðan um, at vit eru undirskipaður partur av danska eindarríkinum. “Tit hava sjálv valt tað, og nú mugu tit liva upp til tykkara skyldur”, eru afturvendandi boðini á Fólkatingi Ávaringarnar og mótmælini trutu ikki, tá løgmaður í 2005 í óðum verkum legði uppskot um danskar lógir fyri fyri tingið, ið staðfestu Føroyar sum ein samrunnan og undirskipaðan part av Danmark. Hetta vóru lóg­ ir, ið danska stjórnin síð­ ani 1998 hevði roynt at fingið ígjøgnum til tess at steðga fullveldisgongdini og parkera Føroyar sum “moderniserað heimastýri” í danska eindarríkinum. Í viðmerkingunum til donsku lógirnar var á tíggju­ tals síðum sligið rimmarfast, at føroyingar vóru ikki til sum tjóð, men vóru ein partur av donsku tjóðini, og at føroyskir myndugleikar bert hava “fingið” ávísar heimildir frá donskum ríkismyndugleikum at pjøss­ ast við síni lokalu viður­ skifti. Longu í 2004 hevði løg­maður eisini boygt seg fyri trýsti frá donsk­ um myndugleikum í hern­ aðarmálum. Løgtingið hevði í eini røða av sam­ tyktum síðani seinna ver­ aldarbardaga tvíhildið um, at føroyingar ikki hava tikið undir við hernaðarvirksemi av nøkrum slag, og at Før­ oyar ikki skulu nýtast til nakað hernaðarligt endamál uttan so, at Løgtingið hevur gjørt tað av. Hóast støðugt trýst frá donsku stjórnini, hevði Løg­ tingið staðið samt og hildið fast um ikki at góðtaka, at Føroyar vóru partur av donksum hernaðarmálum. Men eitt tað fyrsta nýggja samgongan gjørdi, var at leggja uppskot fram um nýggja hernaðarsamtykt, har alt vald varð latið upp í hendurnar á donskum myndugleikum, meðan før­ oyskir myndugleikar bert skulu kunnast og hoyrast, áðrenn avgerðirnar verða tiknar – t.e. at Løgtingið fær støðu sum ein almennur stovnur ella ein kommuna undirskipað einum øðrum valdi. Eftir allar hesar óvið­ gjørdu avgerðir, boðaði danska stjórnin ST frá, at føroyingar sjálvir hava valt at gerast partur av danska eindarríkinum. Tjóð­veldisflokkurin legði beinanvegin uppskot fyri tingið um at mótmæla beinleiðis hjá ST. Upp­ skotið varð felt, men Fólka­flokkurin boðaði fyri einum ári síðani frá, at Anfinn Kallsberg hevði “syrgt fyri”, at danska stjórn­in beinanvegin fór at senda nakrar føroyskar viðmerkingar (ið ikki eru stórt frægari) til ST. Hetta hevur higartil víst seg at vera bluff . Henda amatørkend gongd, ið stríðir móti øll­ um fólkaræðisligum grund­ reglum, hevur síðani givið at bíta millum danskar politikarar og í donsku stjórn­ini. Uttan mun til, hvat mál verður reist millum dansk­ar politikarar í dag á Fólka­ tingi, har víst verður til føroyskt fullveldisstríð, so verður tað beinavegin afturvíst og sligið upp í glens vísandi til, at Føroyar eru samrunnin partur av danska ríkinum og at Løg­ tingið hevur sjálvt samtykt tað. Millum stjórnarpolitik­ar­ ar og embætisfólk verður flent í kíki at, hvussu lætt tað eydnaðist at fáa enntá fyrrverandi løgmannin í full­ veldissamgonguni at bakka fyri øllum teimum krøvum, ið longu vórðu sett fram í 1998 frá Nyrup-stjórnini. Í seinastuni eru tvey ítøki­ lig dømi um hesa gongd: Danski Fólkaflokkurin krev­ ur herskyldu fyri føroyingar vísandi til, at vit “eru partar av danska ríkinum”. Og hvør skal siga tey ring fyri tað, tá tað eru boðini, ið Løgtingið hevur sent til Danmarkar? Og ein fyrrverandi ráð­ harri í Radikala Vinstra­ flokkinum, sigur í samrøðu við Dimmalætting: “Vit eru danskarar, tit eru danskarar, og tí er tað okkara skylda at hjálpa”. Hetta eru greflig dømi um ta kollvelting, ið er farin fram millum danskar politikarar, har allar roynd­ ir hjá fullveldisfólki at mótmæla, verða kveistr­ aðar til viks sum umboð­ andi “ein minniluta” mót­ vegis samtyktunum hjá sam­ gonguni. Tí eiga samgongan og løg­maður nú at ásanna sína ábyrgd fyri hesi ófrætta­ kendu gongd, ganga í seg sjálvan og gera greitt, at føroyska fólkið ongantíð hevur tikið undir við hes­ um skeivu avgerðum løg­ tingsins. Aftur í gráum kálvsskinni Høgni Hoydal Nú hendi tað aftur. Bjarni Djurholm vísir greitt, at hann ikki ynskir at fáa flog­ vøllin í Vágum útbygdan. Hann skyldar upp á flog­ skiparar og sigur, at teir ynskja annan flogvøll. Er hatta ikki tað, sum kallast fyri manipulatión? Sjálvur spurdi eg beinan­ vegin nakrar flogskiparar um teirra útsøgnir. Er tað so, at flogskiparar halda, at vit skulu hava annan flogvøll, so er tað ein staðfesting. Men at leggja teimum tað í munnin fyri at fáa fyrimun av egnum áhugamálum er at niðurgera teir. Men teir skulu hava tøkk uppiborna, at teir hava stigið fram í miðlunum og sagt, at Bjarni Djurholm blandar tingini saman. Teir vilja ikki hava annan flogvøll. Íhvørtfall ikki enn. Tað er útbygging av verandi flogvølli, sum er neygðugt at fáa gjørda beinavegin. Hvør kann royta Bjarna Djurholm undir armin? Heðin Poulsen