mikudagur 22. november 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
11
Við 2. viðgerð mælir meiri
lutin í fíggjarnevndini til
at hækka ársfíggjarætlanina
fyri 2007 til 590 mió. kr.
Hetta er ein hækking uppá
57 mió. kr., sum kann lutast
í tveir partar.
Fyrri partur er hækk
ing av rakstrinum við 7
mió. kr., hetta vísir seg
at bera til út frá seinastu
upplýsingunum um m.a.
skattainntøkur og búskapar
útlit. Talan er um hesar
konti:
Viðmerkingar til nakrar av
hækkingunum:
Bussleiðin
Í eini roynd at tálma støðugt
vaksandi ferðslutrýstinum í
kommununi og at fáa økt
um nýtsluna av Bussleiðini,
mælir samgongan býráðnum
til, at verandi busskoyring
verður ókeypis fyribils í eitt
ár sum royndartíð, galdandi
frá 1. januar 2007.
Gluggahyljar, akvariið
Í 2006 varð skjøtil settur á
verkætlan at fáa kommununi
eitt akvarium. Talan var
um eitt privat initiativ,
sum kommunan valdi at
stuðla íverksetanina av. Til
Ólavsvøku var akvariið so
mikið liðugt, at opið kundi
vera fyri almenninginum
Ólavsvøkudagarnar, og und
irtøkan var sera góð. Mett
varð, at okkurt um 2.000-
3.000 fólk vitjaðu. Síðan
hevur verið arbeitt við at
gera akvariið liðugt. Miðað
verður nú eftir at kunna
taka úrvaldar skúlaflokkar
inn í desember, og at hava
opið fyri almenninginum í
jóladøgunum og frameftir.
Ætlanin er at brúka 2007
til at finna fram til eitt
fastari støði fyri bæði
útreiðslum og inntøkum, so
raksturin kann hvíla í sær
sjálvum. Mælt verður tí til
at lata Gluggahyljum eina
eingangsjáttan á 400.000
kr. í stuðli í 2007.
Ferðavinnan
Tórshavnar kommuna hev
ur sett sær sum mál at orða
eina
ferðavinnustrategi
fyri Tórshavnar kommunu.
Arbeiðið er komið væl
áleiðis og verður væntandi
liðugt til várs. Enda málið
er at fáa fleiri ferðandi til
Tórshavnar
kommunu,
og harvið økja um skatta
inntøkuna hjá kommununi.
Partur av hesum arbeiði
er at menna ferðavinnuni
í útøkjunum í Tk. Við hes
um kann Tk bæði bjóða
ferðafólki stórbýartilboð
og tilboð, sum eru knýtt
at nátturuni og bygda ment
anini. Arbeitt verður við
verkætlanum, sum bæði
skulu føra til ein øktan
kapacitet innan ferðavinn
una, samskipa og menna
tilboð, samstundis sum
dentur verður lagdur á at
góðskutryggja tilboðini.
Eitt av endamálunum við
arbeiðinum er harafturat at
styrkja og fjøltátta tilboðini
til ferðafólk í útøkjunum,
samstundis sum hetta er ein
roynd at gera ferðavinnuna
í útøkjunum fíggjarliga
burðardygga.
KT-verkætlan
Fyri at Tórshavnar kommuna
kann fylgja við í tøkniligu
menningini er neyðugt at
nýútvega kunningartøkni.
Nýútveganin
snýr
seg
grundleggjandi um at betra
kunningartøknina í komm
uni, so starvsfólk hava
tey neyðugu amboðini til
at veita borgaranum eina
munadygga tænastu.
Henda nýútvegan er neyð
ug sæð í mun til datavøkst
urin og talið av brúkarum,
sum í løtuni eru umleið 400
í tali. Við nýútveganini fær
TK ein munandi effektivari
rakstur av tøknini, so sum
teldum og prentarum, sam
stundis sum tænastan hjá
kt-deildini gerst munandi
betri, og brúkarin skjótari
fær svar uppá trupulleikar
og fyrispurningar. Nýút
veganin skal eisini geva KT-
deildini rúm til at kunna og
undirvísa starvsfólkunum í
teldum, programmum v.m.
Annar partur er hækking
av íløgunum við 50 mió.
kr. til íalt 150 mió. kr.
Ætlaði íløgukarmurin fyri
2007 er hesin:
Kommunan tekur sínar
skyldur at stimbra og
menna virkis-, búsetingar-
og trivnaðarmøguleikarnar í
kommununi í størsta álvara
og metir tað tí umráðandi
at gera íløgur í skúlar,
eldrarøkt, vegir, kloakkir,
vatnveitingar,
tyrvingar
pláss og ítróttar- og frítíðar
virksemi.
Talan er m.a. um at upp
raðfesta tær stóru skúla
byggingarnar, sum hava
ligið á láni í alt ov langa
tíð. Hetta eru stórar íløgur,
sum verða gjørdar yvir eitt
lutfallsliga stutt tíðarskeið.
Vit hava valt at taka eitt
munagott tak, so vit fáa
hesar neyðugu útbyggingar
framdar, meðan ráð eru til
tess.
Hóast eldrarøktin er lands
mál, noyðist Tórshavnar
kommuna, eins og aðrar
kommunur, at taka stig til at
byggja ellis- og røktarheim,
soleiðis at okkara borgarar
kunnu fáa eins góða tænastu
á eldraøkinum og borgarar í
øðrum kommunum í land
inum.
Víðkanin av veganetin
um kring landið, nú undir
sjóartunnlar eru til bæði
Vágar og Norðoyggjar, seta
eisini sín dám á ferðsluna í
høvuðsstaðarøkinum. Sum
liður í at framtíðartryggja
veganeti í Tórshavn, er
tí farið undir at gera ein
ytra ringveg, sum eisini
verður høvuðsinnfallsvegur
til høvuðsstaðin. Í hesum
sambandi er kommunan
farin undir eina miðvísa
ætlan fyri bæði nýggjar
og verandi høvuðsvegir, at
binda í nýggja ytra ringvegin.
Arbeiðið er byrjað, og
neyðugt verður við íløgum
í høvuðsveganetið í nøkur
ár.
Kommunan hevur ver
ið í støðugum vøkstri
í nógv ár, og hetta setir
krøv til bæði vatnveiting
og kloakkskipanir. Fyri
framhaldandi at tryggja
borgarum og vinnulívi í
kommununi
drekkivatn
við høgari góðsku, standa
stórar verkætlanir til at
bøta um vatnveiting og
trygdarskipanir í hesum
sambandi fyri framman.
Kommunan ynskir at leggja
enn størri dent á hetta enn
tað vanliga loypandi árliga
virksemi sum hevur verið
higartil, og fer tí at seta
munandi upphædd ir av til
hetta økið á fíggjarætlanini
fyri 2007 og frameftir.
Øllum kommunum er
álagt at hava eitt fullfíggjað
og góðkent kloakknet í
2010. Kommunan byrjaði
í 2006 eina miðvísa ætlan
at
endurnýggja
gamlar
kloakkir og skipað allar
nýggjar kloakkir við tí fyri
eyga at hava eina góðkenda
skipan í 2010. Í 2007 verða
heili 10% av íløgukarminum
nýtt til kloakkskipanir,
og fyri tíðarskeiðið 2006-
2010 verður talan um
minst 80 mió. í íløgum í
kloakkskipanir.
Ítróttur- og frítíðarvirk
semi eru nakrir av horna
steinunum undir trivnaði.
Vit hava m.a. valt at gera
rennibreytina lidna í 2007
og somuleiðis at gera
nakrar smáar fótbóltsvallir.
Umframt stóru íløguna
í
rennibreytina,
ynskir
kommunan at seta skjøtil á
eina langtíðarrættaða árliga
avseting av peningi til aðrar
stórar íløgur til ítróttar-
og frítíðarvirksemi. Her
verður hugsað um at fara
undir høvuðsumvæling av
ítróttar- og samkomuhøllini
á Hálsi, at fara undir at gera
karmarnar hjá fimleikinum
betri, og at gera smáar fót
bóltsvallir.
Íløguhækkingin
uppá
50 mió. kr. verður fíggja
av tøkum peningi, sum er
uppspart av rakstraravlopi
gjøgnum nøkur ár.
Ársfíggjarætlanin 2007
Egningar
maskina og
svøvlalínu
Í samband við tað, sum
er ført fram í bløðunum
um sáttmálan hjá ísfiska
línuskipum kann tað vera
rætt at hyggja at søgu
ligu gongdini í hesum
spurningi.
Undan 1971 gav sátt
málin hjá ísfiskalínu
skipum 50% til mann
ingina, men tá skuldi
býtast til 2,5 eykapartar.
Við verandi manningar
tali vildi hetta svara til
42,4% til manningina
við javnbýti. Í mínum
fyrstu samráðingum í
1971 kom parturin upp
á 44,5% og nakað seinni
uppá 45%.
Nøkur ár seinni vildu
vit stuðla uppundir, at
skipini fingu egningar
maskinu, sum bæði lætti
um arbeiðið og kravdi
minni fólk, so meira
kom burturúr. Í fyrsta
umfari fekk egningar
maskinan ein part, og
svaraði hetta til um 3%
av teimum 45.
Undir kreppuni fyrst
90-unum gav at kalla hvør
einasti túrur hjá ísfiska
línubátum minstuløn, og
svøvlalína varð roknað
sum ein møguleiki at
bøta um støðuna. Tá eftir
líkaðu vit at seta mann
ingarpartin til 43%, treyt
að av, at skipini høvdu
svøvlalínu.
Viðvíkjandi egningar
maskinuni varð nøkur
ár seinni ásett, at hon
fór av óbýttum. Hetta
merkti, at luttøkan hjá
manningini av hesum
tiltaki fór niður í helvt.
Nøkur ár seinni varð
ásett, at ein hálvur partur
skuldi fara av óbýttum og
aftur seinni varð ásett, at
egningarmaskinan skuldi
burtur úr sáttmálanum.
Støðan í dag er tann, at
meðan parturin hjá línu
bátum í 1970 var 42,4%,
er hann í dag 43% + 1%
(tils. 44%), sum reiðarar
gjalda í eftirlønargjaldi.
Tiskil er parturin til
manningina framvegis
størri, enn hann var,
og við teirri minking í
manningartalinum, sum
er úrslit av nevndu til
tøkum er vøksturin í
prosentpartinum
pr.
mann enn størri.
Í sama tíðarskeið er
inntøkutrygdin munandi
batnað og saman við
skattaskipanini hjá fiski
monnum eru fiskimenn
yvirhøvur, og tað sama
er galdandi fyri ísfiska
línuskip, munandi betri
fyri nú enn tá.
Konto 18 Bussleiðin
kr. 3.500.000
Konto 37 Stadion
kr.
400.000
Konto 39 Ymsir studningar
Gluggahyljar, akvariið
kr. 400.000
Ferðavinnan
kr. 300.000
Konto 63 KT-verkætlan
kr. 2.000.000
Konto 38 Fríðkan av býnum
kr. 400.000
kr. 7.000.000
Konto 89 Skattainntøkur
kr. 7.000.000
Býtið av útreiðslunum 2007.
tkr.
Fyrisiting
48.300
8%
Tekniskar veitingar
103.449
18%
Skúla- og mentamál
66.417
11%
Barnaansing
122.253
21%
Almanna- og heilsumál
33.000
6%
Aðrar útreiðslur
58.065
10%
Íløgur
155.000
26%
Lánsgjøld
3.699
1%
Útreiðslur íalt
590.183 100%
Óli
Jacobsen
Skúlar, mentan og barnaansing
52.800 tkr. 34,1%
Eldrarøkt
4.020 tkr. 2,6%
Vegir
34.580 tkr. 22,3%
Vatnveitingar
5.500 tkr. 3,5%
Kloakkir
14.100 tkr. 9,1%
Renovatión
5.500 tkr. 3,5%
Ítróttur og frítíðarvirksemi
29.000 tkr. 18,7%
Kirkjugarðar og fríðkan
3.000 tkr. 1,9%
Heilsumál
1.500 tkr. 3,2%
Íløgur á landi
150.000 tkr.
Smábátahavn
5.000 tkr. 3,2%
Íalt
155.000 tkr. 100,0%
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tórshavnar
býráð
viðmerkingar