mikudagur 22. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 226 - 22. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Klæmintsmessudag 23.
november fyllir pápi okkara
Manne Næs 70 ár.
Pápi er barnvaksin í Nesi, í
Hvalba. Hann er næstynsgta
barnið hjá Martini og
Jullionnu Næs í Nesi, sum
høvdu ein barnaflokk, ið
taldi níggju børn.
Pápi gekk síni barnaár í
skúlanum í Nesi og fór 12
ára gamal til Vágs at ganga
í real. Elsti beiggi hansara
Johannes Andreas Næs var
lærari tá í Vági, og kom
pápi tí at búgva frá 1950-54
hjá Brynhild og Johannesi.
Tá var tað ein long ferð
hjá einum smádrongi at
fara heilt til Vágs at ganga
í skúla, hetta hevur pápi
mangan hugleitt um og í
takksemi leita afturá.
Vágur var ein stór, fremm
and og spennandi verð fyri
ein bygdadrong úr Nesi. Har
fann hann nýggj vinfólk og
lærdi rættuliga at kenna
stórabeiggjan og konuna,
sum gjørdist sum ein eyka
mamma fyri hann hesi árini
heimanifrá. Somuleiðis
hevur pápi altíð kent serligan
tokka til ávísa siðvenju, ið
tey hava har suðuri í Vági
- eitt nú offurgudstænastuna,
ið er fyrsta sunnudag aftaná
Allahalganadag.
Sum flest aðrir hvalbiar
dreingir fór pápi at arbeiða í
kolinum, tá hann var liðugur
við real. Hetta var á ein hátt
ein manndómsroynd, nú
skuldi ein út at arbeiða sum
aðrir raskir vaksnir menn,
og nógvar vóru søgurnar
úr
hesum
spennandi
umhvørvi.
Í 1955 fór pápi við Drátti,
ið gjørdist hansara skúlaskip,
har fekk hann sínar fyrstu
upplivingar og arbeiðsroyndir
á havinum. Í 1956 fór pápi til
Keypmannahavnar at ganga á
Københavns Købmansskole
á Julius Thomsensplads.
Har gekk hann í tvey ár,
og nógvar eru søgurnar
frá tíðini sum unglingur
í danska høvuðstaðnum
– um t.d. góða og mennandi
sambandi, sum var millum
útisetar. Og tað var har, ið
pápi hitti ungu Hady, ið
var í hárfríðkunnarlæru í
Keypmannahavn.Tey bæði
gjørdist so góð, at tey giftist
í 1958.
Heimaftur komin til Før
oya var torført at fáa arbeiði,
tey fluttu til Hvalbiar, har
mamma fór at klippa, og
pápi fekk hýru við Leivi
Øssurson, sum hann sigldi
við árini 1958-61.
Í 1961 fór pápi í Føroy
ingahavnina at arbeiða fyri
Nordafar, har hann fyrst
arbeiddi á kontórinum og
varð seinni kassameistari.
Hetta var ein sera spennandi
og lærurík tíð. Her hagreiddu
føroyingar á fyrsta sinni
fisk á landi, og her komu
nógvar ymiskar natiónir inn
at landa. Her arbeiddi og
búleikaðist føroyingar, sum
vóru langt heimanifrá og
tí vórðu mong vinarbond
knýtt. Pápi hevur enn í dag
samband við fleiri teirra,
ið hann har lærdi at kenna.
Pápi var í Føroyingahavnini
til 1966.
Heimafturkomin, fór hann
saman við øðrum góðum
kreftum undir at byggja
Agnarvík. Pápi hevði stóra
tiltrúgv til, at útróður var ein
komandi vinna í Føroyum,
og at fiskaarbeiði á landi
kundi koma at skapa nógv
arbeiðspláss.
Í Hvalba var hetta ein
umskiftistíð frá kolaarbeið
inum til útróður. Pápi var við
í arbeiðinum at fáa útróður
í gongd, og fyrsta stigið
var sjálvsagt at fáa fatur á
útróðarbátum til bygdina,
fyrst kom Norðlýsið, síðan
Glyvraberg. Aðrir góðir
menn fingu Karessu, Hamra
nes v.f.
Við góðum útróðrarmonn
um og góðum flakafólki í
Agnarvík, hevði bygdin,
frá 1970 og nógv ár framm,
eitt støðugt arbeiðspláss,
har konur eisini komu út
á arbeiðsmarknaðin, tað
var ikki so vanligt tá, at
føroyska bygdakonan hevði
útiarbeiði.
Pápi var stjóri í kolasøluni
í nógv ár. Kolasølan átti bátin
Skarvastein, ið pápi var við
til at umbyggja til sandbát, tá
ið kolaførningur helt uppat.
Í 1964 læt pápi nýggjan
handil upp í Nesi. Hetta
var fyri hann ikki ein nýggj
verð, tí gamla krambúðin
í Nesi var í kjallarinum í
barnaheimi hansara, har
foreldur hansara og systkini
høvdu handlað. Somuleiðis
hevði abbin havt krambúð
undir Lítla Hamri. Nýggi
handilin var sera snotiligur
og nýmótans.Stuttligt er at
hoyra pápa siga frá, tá fyrsta
bananin ella agurkin kom í
Nes. Mamma fór at hjálpa
pápa í handlinum og gavst
at klippa. Hetta var einasti
handil í Nesi heilt framm til
1996, tá ið hann stongdi.
Árið 1979-80 var pápi við
rækjuskipinum Hvítanesi í
Kanada. Hetta árið varð
Glyvraberg umbygdur í
Vági. Fyri okkum húsfólk,
var hetta eitt øðrvísini ár, tí
brádliga vóru ongi vaksin
mannfólk í húsinum. Gamli
abbin, ið vit búðu saman við,
var júst deyður og pápi var
noyddur at fara til sjós.
Pápi er javnaðarmaður og
hevur verið inni á tingi av
og á sum varamaður, sera
stoltur var hann, tá hann
var við í løgtingshópinum
at atkvøða fyri javnstøðu.
Henda dagin mátti hann taka
orðið og heita á tingfólk at
atkvøtt fyri uppskotinum um
javnstøðu. Pápi og mamma
fingu fimm børn. Fýra gent
ur og ein son. Hóast allar
hesar kvinnur í dagliga ger
andisdegnum hevur pápi
havt javnstøðu í heiminum.
Pápi hevur altíð havt
sera stóran áhuga fyri fiski
skapi, útróðarreiðskapi og
fiskasløgum. Við Glyvra
bergi hevur hann roynt bæði
at fiska laks og háv.
Í summar fekk pápi høvi
at fara ein túr við rækju
skipinum Arctic Viking.
Hetta var sera gevandi fyri
hann at koma burtur og aft
ur uppliva havið og lívið
umborð á einum nýmótans
skipi.
Løgið er at hugsa sær, at
pápi okkara nú er heili sjeyti
ár. Fyri okkum er hann enn
hin sami maðurin, ið vit
kenna frá barni av. Kanska
kennist hetta soleiðis, tí
hann altíð hevur verið so
áhugaður í sínari egnari sam
tíð og hevur dámað so væl
at tosa um og hugsa um tað,
sum er uppi í tíðini.
Góði pápi, vit øll í familjuni
ynskja tær hjartaliga tillukku
á 70 ára degnum, vit takka
fyri manga góða samtalu og
gott kjak. Takk fyri góða
samveru við køksborðið í
Garðsenni.
Jesupápi veri hjá tær.
Ynskja
børnini við familju
Manne Næs 70
Á
býráðsfundinum í
kvøld fer Jan Gardar at
taka sæti í býráðnum fyri
partamannin, Atla Justin
ussen, sum hevur søkt bý
ráðið um farloyvi.
Formaðurin í Havna
nevndini, Atli Justinussen,
hevur søkt býráði um far
loyvi og næstur á Fólka
flokslistanum er Jan Gard
ar
Umframt Atla er eisini
fyrstvaldi á Fólkaflokslist
anum, Jákup Mikkelsen, í
farloyvi.
Á býráðsfundinum miku
kvøldi fara tí Kristian
Fríðrikk Olsen, Gunnvá
við Keldu, Erik Andrasen
og Jan Gardar at umboða
Fólkaflokkin í býráðnum.
Kelda: www.nordlysid.fo
Klaksvíkar býráð:
Jan Gardar sæti
í býráðnum
Mynd: Símun á Høvdanum