mikudagur 22. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
13
Kistan við Jallgrím Hentze av Sandi fer úr
Landssjúrkshúskapellinum mikukvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
hósdagin klokkan 13.
Erling Poulsen, fyrrverðandi lærari, ættaður úr
Vági, andaðist í nátt á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 82
ára gamal. Kistan fer úr kapellinum klokkan 14.30
til Smyril. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Góði Abbun
Hetta er bara ein lítil heils
an til tín á 80-ára degnum,
eg eri kedd av, at okur ikki
kunna komað heim í føðing
ardag hjá tær.
Tá eg var lítil, segði
eg einaferð ”Stakkals tey
sum onga Ommu og Abba
eiga”, longu tá visti eg at
Omma og Abbi mín vóru
nakað heilt serligt. Men tad
er ikki fyrr enn nú, eg er
flutt til Danmarkar og havi
fingið Enu og Marius, at eg
eri blivin klár yvir, hvussu
vigtig tikur hava verið
fyri meg, og tú enn er fyri
okkum, nú okur ikki hava
Enu-ommuna meira.
Eg skilji ikki, at tú longu
fyllur 80-ár, tú hevur lyndi
sum ein unglingi, kenni
ongan við einum humøri
sum tú, tú er altíð í góðun
lag, tú gongur enn niðan
á Klummara hvønn dag,
tú setur eplir niður, passar
seyðin, hoyggjar, gongur
burtur í haga, og tað er ikki
meira enn nakrir mánaðir
síðani tú var í Rødovre í
brúdleypi og okur dansaði
til tann ljósa morgun.
Keðiligt at okur bara síggj
ast í summar og í jólaferium,
kundi gott hugsa mær at
Ena og Marius, vóru meira
saman við tær, so tú kundi
fortalt teimum søgur, nana
náði og sungið fyri teimum,
tikið tey við út í náttùruna,
og lært tey alt tað tú lærdi
meg og Sólfinn og Monrad
sum børn.
Míni allarbestu barnaminn
ir eru tá okur hoyggjaði á
Klummarinum, te-munn
ar og pannukøkur í tí lítla
húsinum, reiggjur í hoyggj
húsinum, barnabyrður og
kilingahopp, túrarnir runt um
Klummaran í tí heimagjørda
traktorinum, og so røturnar
áðrenn okur skuldi oman
aftur um kvøldarnar, tú
hevði altíð tíð til okkum
børn. Eisini tá tað bleiv rikið
um summari, fingið okur lov
til at koma við til Blæingar,
tú fortaldi okkum søgur um
hagan, lærdi okkum um
seyðin, leitaði eftur likku-
eggum við okkum og man
fekk altíð eina pisu ella tvær
við heim.
Og so ikki at gloyma sjavs
kvøldini i køkuni, saman við
Gubbanun og Otto, kenni
ongan sum kan spæla sjavs
sum tikur.
Góði Abbun. Hjartaliga
tillukku við 80 ára degnum
og mong góð ár í framtíðini,
má Jesus pápi fylgja tær.
Leingjast illa eftur tær í
dag, gleða okkum at síggja
teg á jólum.
Kærar heilsur
Siri, Tue, Ena og
Marius
Til Erling Marius Kjærbo á 80-ára
degnum tann 22. november
Fríggjadagin 24. november
kl. 16 lata listafólkini Ásla
Rannvá Svensson og Jóhan
Martin Christiansen upp ein
listaframsýning í Smiðjuni í
Lítluvík.
Á framsýningini, sum
tey kalla »Someplace«, eru
umleið 30 listaverk, mest
akrylmálningar og nakrar
grafiskar prentmyndir.
Framsýningin er opin í
vikuskiftinum: fríggjadagin
kl. 16-19, leygardagin kl.
13-17, og sunnudagin kl.
15-19.
Listaframsýningin „Someplace“:
Ásla Rannvá og Jóhan
Martin í Smiðjuni
Í vikuskiftinum hava listafólkini Jóhan
Martin Christiansen og Ásla Rannvá Svensson
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clemens
(deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá ápostulin Pætur
var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara. Eftir
øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður
rópt fyrra Klæmintsbræv, sum er frá árinum 96. Um
Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt verður
frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í
havið við einum akkeri um hálsin. Hann hevur síðani
tá verið virdur sum ein av verndamonnunum hjá teim
sjófarandi.
Latínska navnið Clemens merkir hin mildi.