mikudagur 22. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 226 - 22. november 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Næstsíðsta viku
skiftið skipaði flog
bóltsfelagið Fleyr fyri
FK-kapping í yngri
deildum. Heili 180
dystir vóru á skránni,
og á gentusíðuni
gjørdist Fleyr stóri
vinnarin, meðan TB
fekk bestu úrslitini
hjá dreingjunum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri góðum mánað síðani
var FK-kappingin hjá
eldri deldum á skránni. Tá
gjørdist Mjølnir vinnari
hjá monnum, meðan KÍF
vann
hjá
kvinnunum.
Næstseinasta vikuskiftið
skuldu yngru deildirnar
hjá flogbóltsfeløgunum
so spæla FK-kapping, og
henda kappingin eydnaðist
stak væl.
Fleyr gjørdist stóri
vinnarin hjá gentunum
Kappingin fyri yngri deildir
byrjaði fríggjakvøldið 10.
november, og hetta kvøldið
vardi hon heilt til kl. 23
á kvøldi. Leygardagin
spældu liðini so frá tíðliga
á morgni til langt út á
kvøldið. Kappingin var á
skránni í Gundadalshøllini,
Hoyvíkshøllini og Lærara
skúlahøllini.
Hjá gentunum gjørdist
havnarfelagið og felagið,
sum fyriskipar FK-kapp
ingina, Fleyr, stóri vinnarin.
Av teimum fimm deildunum
megnaði Fleyr at vinna
tríggjar av teimum, og hetta
er eitt sera flott úrslit. Fleyr
vann hjá gentum 10 gentum
ár, gentum 14 ár og gentum
16 ár, so framtíðin hjá Fleyr
sær lovandi út.
Hjá gentum 12 ár vann TB a,
og hetta var einasta kapping,
sum TB vann hjá gentunum.
Í elsta aldursbólkinum á
gentusíðuni, sum er kvinnu
unglingar, megnaði KÍF
at vinna. Bæði TB og KÍF
vunnu eisini onnur heiðurs
merki hjá gentunum, men
tað mest sermerktu úrslitið
stóð TB fyri.
Hjá gentum 12 ár møttust
TB a og TB b í finaluni. Her
vann TB a dystin, og sostatt
fingu tær gull og TB b fekk
silvur. Men hetta var ikki
tað einasta, sum TB vann
í gentum 12 ár. TB d vann
nevniliga bronsudystin, og
tískil vann TB heili trý heið
ursmerki hjá gentum 12 ár.
Nógvir vinnarar
hjá dreingjunum
Var Fleyr stóri vinnarin hjá
gentunum, so var kappingin
hjá dreingjunum sera jøvn,
har nógv ymisk feløg vunnu
deildirnar.
Mest vinnandi felagið
hjá dreingjunum gjørdist
TB, sum tó bert vann eina
kapping. Teir vunnu nevniliga
kappingina hjá dreingjum 14
ár, men TB fekk nógv onnur
Væleydnað FK-kapping fyri yngri deildir
Vinnarar gentur:
Gentur 16 ár:
Nr. 1:
Fleyr
Nr. 2:
SÍ
Nr. 3:
KÍF
Gentur 14 ár:
Nr. 1:
Fleyr a
Nr. 2:
Mjølnir a
Nr. 3:
KÍF a
Tíanverri er ongin mynd av gentur 14 ár
Gentur 12 ár:
Nr. 1:
TB a
Nr. 2:
TB b
Nr. 3:
TB d
Gentur 10 ár:
Nr. 1:
Fleyr a
Nr. 2:
ÍF a
Nr. 3:
TB a
Kvinnurunglingar:
Nr. 1:
KÍF
Nr. 2:
SÍ
Nr. 3:
Dráttur
Fleyr gjørdist stóri vinnarin hjá gentunum, tá tær vunnu heili tríggjar kappingar. Men
kappingina hjá kvinnuunglingum vunnu kollfirðingar. Tær vunnu finaluni ímóti SÍ.
Dystin um triðja plássið vann Dráttur.
– Snøgt sagt, so vóru vit ikki nóg hvassir á seinasta
triðinginum av vøllinum, og tað kostaði okkum dýrt
Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United