mikudagur 22. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 226 - 22. november 2006 ]
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
góð úrslit, og tí gjørdust
teir mest vinnandi liðið hjá
dreingjunum. Í hølunum á
teimum kom SÍ, sum eisini
vann eina kapping. SÍ vann
kappingina hjá dreingjum 16
ár, men eisini teir fingu fleiri
onnur góð úrslit, so júst TB
og SÍ settu dagsskránna hjá
dreingjunum.
Mjølnir megnaði eisini
at vinna eina kapping hjá
dreingjunum, tá teir vunnu
dreingir 12 ár. At hetta er
sterkasti aldursbólkurin hjá
Mjølni kom væl til sjóndar,
tí Mjølnir megnaði nevniliga
eisini at vinna bronsu í
hesum aldursbólkinum.
Nøvan vann
mansunglingar
Tvey onnur lið megnaðu
eisini at vinna kappingar
hjá dreingjunum. Í yngsta
aldursbólkinum megnaði
Dráttur at vinna sína einastu
medalju hjá dreingjunum,
meðan Nøvan vann mans
unglingarnar.
Fyri knappari viku síðani
valdi Nøvan at taka liðið úr
kappingini í meistaradeildini
hjá monnum, tí teir mettu
ikki grundarlag vera fyri at
halda fram restina av kapp
ingini. Liðið hjá Nøvuni
hevur verið sera ungt, og teir
hava havt ilt við at spæla upp
í móti royndu leikarunum
hjá hinum feløgunum. Tí
var stuttligt at síggja, at
ungu leikararnir hjá Nøv
uni megnaðu at vinna mans
unglingakappingina, og
hetta boðar samstundis frá
einum góðum og evnaríkum
liðið, sum tó er nakað ungt
enn at skula klára seg í
bestu deildini. Men kanska
teir vera klárir um fá ár, tá
leikararnir hava fingið eitt
sindur fleiri royndir.
Annars er at siga, at
fleiri aðrir kappingar vera
á skránni fyri yngri deildir
hetta kappingarárið. Næsta
kappingin á skránni hjá teim
um yngru verður Mjølnir
kappingin. Hon verður leikt
í Klaksvík og á Kambsdali
tann 20. januar.
Vinnarar dreingir:
Dreingir 16 ár:
Nr. 1:
SÍ
Nr. 2:
TB
Nr. 3:
ÍF
Dreingir 14 ár:
Nr. 1:
TB a
Nr. 2:
ÍF
Nr. 3:
TB b
Dreingir 12 ár:
Nr. 1:
Mjølnir a
Nr. 2:
Fleyr a
Nr. 3:
Mjølnir b
Dreingir 10 ár:
Nr. 1:
Dráttur
Nr. 2:
TB
Nr. 3:
SÍ
Medaljur samlað:
Fleyr:
3 gull
1 silvur
TB:
2 gull
3 silvur
bronsu
SÍ:
1 gull
3 silvur
1 bronsu
Mjølnir:
1 gull
1 silvur
1 bronsu
KÍF:
1 gull
2 bronsu
Dráttur:
1 gull
1 bronsu
Nøvan:
1 gull
ÍF:
2 silvur
1 bronsu
FAKTA
Mansunglingar:
Nr. 1:
Nøvan
Nr. 2:
SÍ
Nr. 3:
TB
Fimm ymisk lið vunnu kappingarnar hjá dreingjum, har TB og SÍ gjørdust mest vinnandi
liðini. Nøvan, sum júst hevur tikið liðið úr meistaradeildini, vann kappingina hjá
mansunglingum frammanfyri SÍ og TB, og hetta gevur helst liðnum av Oyrarbakka góðar vónir
uppá framtíðina.
Tveir dystir á skránni í kvøld
Tveir dystir vera á skránni í kvøld í meistaradeildini hjá
kvinnum. Á Giljanesi tekur oddaliðið, Dráttur, ímóti
Mjølni, sum liggur aftast í kappingini. Her er Dráttur stórur
favorittur at vinna dystin, og um tær gera hetta, so vera tær
framhaldandi einsamalt oddalið í bestu kvinnudeildini. Hin
dysturin verður í Kollafirði, har KÍF á næstaftasta plássi
tekur ímóti ÍF, sum við einum sigri kann fara fram við TB,
og leggja seg einsamalt á annað pláss. Gongdin hjá KÍF
hevur verið alt annað enn góð seinastu vikurnar, so ÍF má
metast at vera favorittur at vinna dystin.
Wilbek fingið sekkin
Fyri knøppum tveimum vikum síðani var venjarin hjá danska
manslandsliðnum í hondbólti, Ulrik Wilbek, í føroyum, har
hann helt ein fyrilestur á Føroya Tele um motivatión. Í gjár
bleiv kona hansara, Susanne Munk Wilbek, søgd úr starvi
sum hjálparvenjari hjá Viborg. Orsøkin var ósemja millum
hana og høvuðsvenjaran, Thomas Ryte, um ítróttarliga
politikkin í felagnum. Eftir keypi av stjørnuleikaranum,
Bojana Popovic, boðaðu fleiri av ungu donsku leikarunum
í Viborg frá, at tær helst fara at finna sær annað felag.