mikudagur 22. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 226 - 22. november 2006 ]
Toppdystur
í Hoyvíks
høllini
Toppdystur verður
í meistaradeildini
hjá monnum í
kvøld, tá Fram
tekur ímóti odda
liðnum ÍF. Vinnur
Fram dystin, so
er status quo í
oddinum í bestu
mansdeildini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðsta
vikuskiftið
fekk ÍF sítt fyrsta tap
í meistaradeildini hjá
monnum, tá teir vitjaðu
hjá Mjølni í Klaksvík.
ÍF tapti dystin 3-0, men
munurin á liðunum var
ikki tann heilt stóri.
Samstundis
sum
Mjølnir vann á ÍF, so
megnaði Fram eisini
at vinna sín dyst ímóti
Fleyr, so nú er veru
ligur spenningur komin
í oddin í bestu mans
deildini, har trý lið liggja
jøvn við átta stigum. ÍF
hevur tó leikt ein dyst
færri enn bæði Mjølnir
og Fram.
Í kvøld verður so aftur
oddabrak á skránni, tá
ÍF vitjar Fram í Hoyvíks
høllini. Í triðja umfari
møttust júst hesi bæði
liðini á Kambsdali, og
tá gjørdist ÍF drúgvara
liðið. Fuglfirðingarnir
vunnu tann dystin
3-1, og løgdu seg tá
einsamallar á odda.
Nú fær Fram møgu
leikan at hevna tapið á
Kambsdali, og um teir
megna at vinna í kvøld,
so kunnu teir fyribils
leggja seg einsamallar á
odda bestu mansdeildini.
Hjá ÍF ræður eisini um
at vinna dystin fyri at
koma aftur á rætta kós,
og megna teir hetta, so
vera teir aftur á odda.
Við 34,35 eygum í
meðal var Hendrik
Petersen so klárt
bestur, tá hann
um vikuskiftið
vann Haldor Holm
kappingina í billard
billard
Tíðindaskriv
So rullaðu kúlurnar aftur á
grøna klæðinum. Billard
kappingarárið byrjaði við
stóru Haldor Holm kapp
ingini í Klaksvík seinasta
vikuskiftið. Fimm av lands
ins frægastu spælarum
brustu saman í hesi fyrstu og
spennandi billardkappingini
á árinum. Endin varð, at
Hendrik Pedersen, sum hev
ur vunnið kappingina fimm
ferðir áður, aftur hesaferð
fór við gullinum. Og tað
var ongantíð nakar ivi um, at
Hendrik fór at vinna, tí hann
setti seg í respekt frá fyrsta
til seinasta dyst við framúr
góðum billardspæli. Hendrik
hevði eitt miðaltal uppá
34,35 eygu, tá avtornaði. Nr.
2 og silvurvinnari gjørdist
Kristian Suni Høgnesen við
25,90 eygum í meðal. Nr. 3
og bronsuvinnari varð Jan
Müller við 21.78 eygum í
meðal. Nr. 4 og 5 í kappingini
vóru Carsten Hansen og
Sonhard Johannessen.
Besta spælið í kappingini
var uppá 916, og tað átti
Hendrik. Kristian Suni átti
besta umfarið uppá 166
eygu. Sum eitt lítið kuriosum
kann nevnast, at Jan vann
dystin móti Hendrikki við
660 eygum móti 532. Hetta
man vera ein tann besti dyst
urin Jan hevur spælt í billard
í mong ár.
Kappast hevur verið
um Haldor Holm steypið
síðani 1989. Kappingin er
umframt at vera til minnis
um tað arbeiði, sum Haldor
gjørdi fyri billardspælið,
eisini upphitingin til sjálva
FM-kappingina. Teir fimm
bestu spælararnir frá FM
kappingini árið fyri sleppa
við til hesa kapping.
FM-kappingin
Minkandi undirtøkan fyri
billardspælinum hevur gjørt,
at Billardsamband Føroya
hevur tikið avgerð um at
broyta kappingina fyribils
sum eina roynd. Higartil
hava tríggir mans verið á
hvørjum liði. Til komandi
FM kapping verða so bert
tveir mans á liðunum. Talan
verður um dupultkapping,
tvs. at luttakararnir spæla
tvær ferðir móti hinum liðn
um, soleiðis at talan verður
um tilsamans 8 dystir í
hvørjari kapping. Sjálv
kappingin byrjar í desember.
Tey feløg, sum ætla sær
at luttaka í kappingini í
ár, skulu venda sær til
Kristian Suna Høgnesen,
telf. 775432/258055 og
Steinbjørn í Dali 217366.
Hendrik er framvegis bestur
Teir tríggir bestu í Haldor Holm kappingini í ár. Fv. Kristian Sune Høgnesen, silvurvinnari, Hendrik Pedersen, gullvinnari og Jan
Müller, bronsuvinnari
Flogbóltsdagur á Venjingarskúlanum
Sum liður í at fjøltátta ítróttarundirvísingina á Venjingarskúlanum skipar skúlin í morgin fyri stórari
flogbóltskapping. Frá klokkan 8 á morgni fara allar næmingarnir í 6. til 9. flokki at kappast, og verður
hetta í Ítróttarhøllini á Hálsi.
– Hetta er eisini fri at vísa á, at ítróttur umfatar meira enn bara fótbólt. Vit royndu hetta í fjør, og tað
eydnaðist framúr væl, og umframt flogbóltin fara vit eisini at skipa fyri serstøkum kappingardøgum í øðrum
ítróttagreinum seinni í ár, sigur Marilyn Danielsen, sum er ein av lærarunum handan kappingina.
Marilyn heldur annars, at júst ein slíkur leistur vildi verið upplagdur hjá fleiri skúlum at arbeitt eftir.
Eitt nú kundi tað verið eitt fínt hugskot, um besti liðini hjá einstøku skúlunum seinni kappaðust um eitt
veruligt skúlameistaraheiti innan ymsu greinarnar.
-mørk
Bæði Kyndil og
Stjørnan ætla sær
sigurin í bestu
kvinnudeildini, tá
hesi møtast í høllini
á Hálsi í kvøld. Hjá
Stjørnuni er Alina
Olaru ikki heilt á
toppinum enn, meðan
Kyndil má vera Randi
Wardum og Bjørg
Syderbø fyri uttan.
KVINNUHONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møtast í
høllini á Hálsi í kvøld, tá
Kyndil tekur ímóti Stjørnuni.
Hóast hetta er toppur og
botnur, so kunnu fólk
vænta ein spennandi dyst, tí
munurin á liðunum í Sunset
deildini er ikki stórur í ár.
Í vikuskiftinum tapti
Kyndil tepurt í Vági. Eftir at
hava verið aftanfyri við heili
9 málum megnaði Kyndil at
kempa seg aftur í dystin,
sum tær at enda taptu við
tveimum málum, og hetta er
ein staðfesting av, at Kyndil
er á rættari leið.
Til dystin ímóti Stjørnuni
má Kyndil vera bæði Randi
Wardum og Bjørg Syderbø
fyri uttan, men Jórun Ludvig
sigur, at tær ætla sær bæði
stigini ímóti Stjørnuni.
- Síðstu dystirnar hevur
mangla so lítið í hjá okkum.
Vit hava brent alt ov nógvar
opnar møguleikar, og hetta
mugu vit bøta um. Megna
vit at skora upp á okkara
møguleikar í kvøld, so haldi
eg heilt víst, at vit kunnu
vinna dystin.
Alina ivasom
Hjá Stjørnuni hevur gongdin
ikki verið so góð síðstu
dystirnar. Teirra seinasti
dystur var eisini í Vági, har
tær blivu hølvaðar av av
einum vælleikandi VB-liðið.
Í kvøld fáa stjørnurnar so ein
møguleika at vaska ósigurin
í Vági av sær.
Einasta
ivamál
hjá
Stjørnuni er Alina Olaru,
men Henrik Gerster vónar,
at hann kann nýta hana í
pørtum av dystinum. Annars
væntar hann ein harðan dyst
ímóti Kyndli.
– Leikara fyri leikara hevur
Kyndil eitt sera gott lið, og
tær kunnu spæla upp ímóti
øllum liðunum í landinum.
Vit ætla tó at vinna dystin,
men vit mugu heilt víst
spæla upp til okkara besta,
um hetta skal lata seg gera.
Bæði ætla sær sigurin