mikudagur 22. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Felags fyri Dánjal Guðjónson og Edith Dahl Jakobsen er, at tey røkja
hvør sín høvuðsleiklut í sangleikinum “Fame”. Edith er 19 ára gomul og
er næmingur í Studentaskúlanum í Hoydølum. Dánjal er 17 ára gamal,
og ætlar at nema sær kunnleika innan tónleik í framtíðini. Planet hitti
tey bæði, beint undan einari sýning. Vit prátaðu um sangleikir, list,
dreymar og framtíðina.
Hví við í Fame
Dánjal – eg varð uppringdur,
og spurdur um eg hevði hug at
vera við í leikinum. Og tað vildi eg
sjálvandi, tí tílíkt hevur altíð havt
mín áhuga. Eg havi júst verið í eitt
ár á einum tónleikaskúla í Danmark,
har ið vit m.a. hava arbeitt við
songleikum. Og mær dámar væl
at arbeiða við hesi sjangruni. Tískil
valdi eg at fara til upptøkuroyndina.
Og har gekk tað bara væl.
Edith – Eg ivaðist onga løtu, tá
ið eg hoyrdi at skúlin fór at seta
ein sangleik upp. Hetta er veruliga
nakað fyri meg. Mær dámar so
væl at syngja og spæla sjónleik, so
hetta var bara perfekt fyri meg.
Hvussu er ein
upptøkuroynd?
Edith – vit vóru býtt í tríggjar
bólkar. Vit vóru umleið 20 í hvørjum
bólki. Fyrst skuldu vit inn til Jákup
Weihe og Mikkjal Helmsdal, har ið
vit skuldu ígjøgnum eina sjónlei-
kararoynd. Har gjørdu vit ymiskar
venjingar, sum vístu um sjónleikur
lá inni í okkum. Aftaná tað skuldu
vit inn til eina dansiroynd sum
Jóna Thomsen stóð fyri. Hon hevði
gjørt eina koreografi, sum vit øll
skuldi læra. Og at enda skuldu vit
inn til eina sangroynd sum Sigrid
Sivertsen og Hans Oliver Hansen
stóðu fyri.
Minnast tit yvirhøvur
tíðina, tá ið Fame var
í hásætinum í
80´unum?
Edith – Eg minnist, at eg sum
barn dámdi at hyggja eftir sjón-
varpsrøðini. Man kennir temalagið
og teir kendu sangirnar. Men eg
haldi ikki at nakar av okkum visti
heilt, hvat ið leikurin snúði seg um,
tá ið vit fóru undir venjingarnar.
Summi vistu slett ikki, hvat ið Fame
var fyri nakað.
Dánjal – Jú, eg kendi eitt sindur
til tað, tí at eg havi gingið á tónleik-
askúla. Seinasta hálva árið gjørdu
vit rættiliga nógv við sangleikir, har
eg m.a. spældi við einum sangleiki
sum eitur “Sidste Chance”. Eisini
var eg við til at skriva tónleikin
til ein nýggjan sangleik. Tá ið ein
arbeiðir við songleikum, lurtar
man eisini eitt sindur eftir øðrum
songleikum. Soleiðis havi eg hoyrt
Fame.
Samrøða
Rókur Jákupsson
rokur@sosialurin.fo
Tvær stjørnur úr